mánadagur 31. august 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 31. august 2009 – Nr. 164
Breyt albogan
Danski landsliðsmálmaðurin Jesper Christiansen
breyt albogan í dystinum millum FCK og Brøndby í
gjár. Ein av Brøndby-spælarunum rendi ógvusliga
inn í Jesper Christiansen, sum varð borðin av vølli á
børu. Ein fyrrverandi málmaður heldur, at vandi er
fyri yrkisleiðini hjá Christiansen nú.
- Tað ringasta, sum kann henda er, at hann ikki
heldur fram at spæla. Men er tað lítil møguleiki fyri,
at albogin hjá honum blívur aftur, sum hann var,
sigur Per Wind við BT.
Everton vil hava
niðurlending
Everton misti í farnu viku verjuspælaran Joleon Lescott
til Manchester City, men tað holið skal nu fyllast við
tveimum nýggjum spælarum. Everton hevur keypt
fraklendingin Silvain Distin í Portsmouth, og nú skal
niðurlendingurin Johnny Heitinga verða á veg til
felagið úr Atletico Madrid. Sambært bretskum miðlum
hevur Everton fingið sítt boð á 42 millióinir krónur
góðkent í spanska felagnum.
Við heimasigrum syrgdu
VB/Sumba, B71 og TB fyri,
at kappingin um at flyta
upp í bestu deildina fer
at standa millum hesi trý
feløgini.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Suðuroy verður næsta kappingarár
aftur í bestu deildini. Tað er greitt,
eftir at 21. umfar í næstbestu
deildini var avgreitt í vikuskiftinum.
Spurningurin, sum framvegis ikki
er svaraður, er, um tað verða eitt
ella tvey lið úr Suðuroy í fremstu
røð. Tað vil siga, um bæði VB/
Sumba og TB fara at flyta upp, og
tað vil eisini siga, at tað ikki er
avgjørt, um VB/Sumba og TB fara at
leggja saman til eitt lið, hóast bæði
liðini møguliga fara at flyta upp.
Einasta kappingarneytin hjá
suðuroyarfeløgunum er B71, sum
við 3-1 sigri á teimum næstbestu
hjá B68 er næstfremst saman við
TB.
Nú leygardagin verður
toppuppgerð á Vágseiði, tá ið B71
fer at vitja VB/Sumba. Um tað tá fer
at eydnast VB/Sumba at vinna, so
verður tað mest sum avgjørt, at VB/
Sumba í 2010 verður partur av
bestu deildini.
Einasta felagið, sum hevur havt
møguleika at hótta tey trý fremstu í
spurninginum um uppflyting hevur
verið FC Hoyvík. Leygardagin løgdu
hoyvíkingar rygg til 4-0 tap í Leirvík,
og tað ber við sær, at sannlíkið fyri,
at FC Hoyvík í hesum umfarinum
fer at flyta upp í bestu deildina er
so at siga burtur.
At MB tapti stórt á Sevmýri ber
við sær, at miðvingar so at siga eru
vísir í, at teir næsta ár aftur fara at
spæla í 2. deild. At Skála vann á
heimavølli ímóti HB ber við sær, at
møguleikin hjá Skála at halda tørn
um plássið í næstbestu deildini ikki
er heilt burtur.
Gudmund Joensen tók sunnudagin
lut í stórari kappingar í 1/4-ironman
í Silkeborg.
Til samans vóru á leið 300
luttakarar, og millum hesar gjørdist
Gudmundur fimti bestur við tíðini,
2 tímar, 10 minuttir og 43 sekund.
Hetta eftir at svomið 750 metrar,
súkklað 40 kilometrar og runnið 10
kilometrar.
Gudmund hevur tikið seg nógv
fram seinastu árini, hevur seinastu
tíðina gjørt somikið nógv um seg í
Danmark, at honum nú stendur í
boði at venja við TRI4, sum er eitt av
fremstu triathlon-feløgunum í
Danmark. Eitt tilboð, sum Gudmund
eisini hevur tikið av.
Suðuroy
aftur
millum tey
fremstu
Skála er framvegis undir niðurflytingarstrikuni, men sigurin á HB
gav vónir um, at tað kann eydnast at bjarga sessinum ímilum tey
næstbestu
savnsmynd
Gudmund nummar
fimm í Danmark
Gudmund Joensen gjørdist
nummar fimm í stórari
triathlon-kapping í Silkeborg
sunnudagin
Fakta um
1. deild
21. umfar
VB/Sumba-NSÍ 4-0 (2-0)
1-0: Nenad Zivanovic 6.
2-0: Jón Krosslá Poulsen 43.
3-0: Jón Krosslá Poulsen 75.
4-0: Karl Lisberg 80.
Víkingur-FC Hoyvík 4-0 (2-0)
1-0: Hjartvardur Hansen 26.
2-0: Hjartvardur Hansen 27.
3-0: Martin Olsen 79.
4-0: Magnus Dalbø 90.
B71-B68 3-1 (1-1)
0-1: Jonleif Højgaard 1.
1-1: Símin Hansen br 35.
2-1: Símin Hansen br 75.
3-1: sjálvmál 89.
Skála-HB 2-1 (1-1)
0-1: Jákup Slættalíð 18.
1-1: Bogi Gregersen 19.
2-1: Petur Pauli Mikkelsen 54.
TB-MB 5-0 (3-0)
1-0: Josef Bassene 2.
2-0: Petur Mortensen 7.
3-0: Aron Sørensen 18.
4-0: Dan Mortensen 63.
5-0: Gilli Sørensen 89.