mánadagur 31. august 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 31. august 2009 – Nr. 164 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Verjuspælari datt á súkklu
Tá FC Midtjylland í gjár spældi ímóti AaB í donsku superliguni, kundi
verjuspælarin Danny Califf ikki spæla við hjá FCM. Orsøkin var, at hann hevði
verið súkklutúr í farnu viku. Hann datt av súkkluni og fekk ein stoyt í mjødnina
og fekk ikki spælt. Brúk hevði kanska verið fyri Califf í verjuni, tí FCM tapti
triðja dystin á rað í Aalborg í gjár.
Modric í ringum lag
Kroatiski stórspælarin Luka Modric, sum spælir fyri enska
toppliðið Tottenham, breyt beinið í dystinum ímóti
Birmingham leygardagin. Nú skal Modric halda frí í minst
seks vikur, og tað kemur illa við hjá spælaranum, sum hevur
verið í stórformi í ár.
- Eg kenni tað, sum um alt er dottið saman rundan um meg.
Eg eri sera keddur av hesum, og tað ringasta verður at skula
verða áskoðari til dystirnar næstu tíðina, sigur Modric.
Súsanna Skylv var bara
níggju sekund aftan
fyri Gunnar Dahl-Olsen
í FM-kappingini í Sprint
Triathlon, so tað var um
reppið, at hon vann á øllum
monnunum, sum vóru við
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Tað gjørdist spenningur til tað
síðsta, tá sjey ítróttarfólk – ein
kvinna og seks menn – kappaðust
um føroyameistaraheiti í Sprint
Triathlon. Einsamalla kvinnan,
Súsanna Skylv, vann sítt
meistaraheiti, men tað var um
reppið, at hon eisini endaði
framman fyri allar menninar, sum
vóru við!
Munurin var sera lítil, tí Gunnar
Dahl-Olsen vann
føroyameistaraheitið hjá
monnunum við tíðini ein tími, átta
minuttir og 40 sekund, og bara
níggju sekund aftan fyri hann kom
Súsanna á málið sum
føroyameistari hjá kvinnum.
Síðani vóru einir tríggir ella fýra
minuttir niður til Andrass Joensen
og aftur nakað tað sama niður til
Kára Simonsen. Onkur av teimum,
sum vóru við í kappingini í gjár,
vóru við fyri fyrstu ferð, og onkur
royndi aftur, eftir ikki at hava verið
við í fleiri ár.
Fyrst svumu tey íðkandi 750
metrar í Svimjihøllini í Gundadali,
áðrenn tey súkklaðu 20 kilometrar
á teininum millum
rundkoyringarnar við Svimjihøllina,
Skansan og Hvítanesvegin, og at
enda runnu tey 5,5 kilometrar á
gøtunum hjá Skógrøktini, har rutan
var hálvatriðju ferð runt í eitt
áttatal.
Bestubitar úr
3. hálvleiki
»Heri um eitt àvìst felag rykkjur nidur ì àr,
verdur 3. Hàlvleikur so eisini leygardag
nærta àrB-)«
»Eg haldi KÍ'arnir nú skullu fara at drekka AB
mjólk.:-)«
»Mis eydna "Mohr-roynd" i klaksvìk: Ki eru
so desperatir at nu royna teir eina "mohr"
roynd«
»Ein sera góður dystur á Toftun í dag. Al
Keita var explosivur, koyr á B68 ein HH fan.«
»ìF-verjan var so opin og innbjòdandi, at
B68 kundi gott sett bùfòlkid à
ellisheiminum at spasera ì gjøgnum vid
bòltinum. Hatta mà betrast til Kì-dystin«
»Tad einasta kì fer at vinna ì àr er sakarmàlid
mòti tony paris....,....«
Ȉ Argjum seinasta sunnudag irriteradist eg
ìnnà mjørkan. ì dag saknadi eg hann à
Svangaskari!«
» 07 Vestur
roynist mestur
sum botnur bestur.
Tí verdur brestur,
tá B36 mid og KÍ eystur
fara á fallid vestur!«
Leygardagin var farið undir
Nílsoyarsvimjingina 2009,
sum bleiv útsett vegna
illveður á Ovastevnu.
Fyrireikararnir vildu ikki
avlýsa svimjingina, nú
svomið hevur verið í 11 ár
Svimjing
2Tíðindaskriv
post@sosialurin.fo
Av tí, at svimjingin bleiv útsett í 2
vikur, lá ikki fyri hjá fleiri av
tilmeldaðu svimjarunum at koma
við.
Veðrið var gott og rákið av tí
besta, eitt frálíkt vegur at avgreiða
svimjingina.
4 svimjarar bjóðaðu seg til túrin.
Teir hava í eina tíð svomið í
Sandagerði og fyreireikað seg til
tiltakið m.a. hava teir lært seg at
svimja aftan á báti og eftir ýtum á
landi. Eisini hava teir nakrar ferðir
verið í Hósvík og svomið.
Róðrarfelagið var so beinasamt, at
bjóða svimjarunum neystið at
skifta í. Ta einu ferðina svumu teir
yvir á Veðranes og aftur, ein túrir
upp á uml. 2,5 km.
Klokkan 12.30 løgdu svimjararnir
á fjørðin, og skjótt sást, at teir, ið
oftast høvdu verið á sjónum drógu
frá. Rói í Dali og Hans Egholm løgdu
seg í oddin, við beinari kós móti
málinum. Kári Simonsen og
Erlendur Simonsen, sum hava
svomið teinin fleiri ferðir, valdu
sínar egnu leiðir. Annar fór suðurá
hin norðurá.
Komnir nakað útfrá, sást at Rói
var fremstur. Og hildið var eisini, at
Hans fór at blíva nummar tvey, men
komnir undir Nólsoyarlandið,
spældi rákið svimjarunum eitt puss.
Báðir komu móti landi á
suðursíðuni á brimgarðinum.
Meðan hetta hendir, er Erlendur,
sum er tann royndasti svimjarin, á
veg norðaliga, og við einari beinari
kós norðanfyri bygdina kom hann á
mál sum nummar tvey, meðan
Hans kom undir kirkjuni. Kári, sum
er hann, ið hevur vant minst, valdi
trygdina, og fór tí rímiliga langt
suðureftir, fyri at tryggja sær at
koma beint á víkina. Hetta
eydnaðist og hann kom á mál sum
nummar fýra.
Tíðirnar vóru:
1. Rói í Dali 1 tíma 26 min 05 sek
2. Erlendur Simonsen 1 tíma 29 min
53 sek
3. Hans Egholm 1 tíma 34 min 51 sek
4. Kári Simonsen 1 tíma 48 min 11 sek
Nólsoyarsvimjingin 2009
Níggju sekund á muni
Súsanna Skylv, sum her er í holt við teir 750 metrarnar í svimjihylinum, var bara níggju sekund frá at
vinna á øllum monnunum, tá FM í Sprint Triathlon var í gjár
Mynd: Álvur Haraldsen