mánadagur 31. august 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 31. august 2009 – Nr. 164
Ótangi steðgaði dysti
Dysturin millum Iraklis og Aris í griksku fótbóltskappingini um
vikuskiftið mátti steðgast, eftir at ein áskoðari hjá Iraklis hevði gjørt
seg inn á málmannin hjá Aris. Áskoðarin rann inn á vøllin tíðliga í
dystinum og sló málmannin hjá Iraklis. Dysturin varð steðgaður í 45
minuttir, men so varð spælt víðari, og úrslitið gjørdist 2-2.
Terry fekk gyltan sáttmála
Liðformaðurin hjá Chelsea hevur nú aftur fingið lønarhækking.
Óvissa var í summar um framtíðina hjá John Terry, tí Manchester
City fríggjaði óført til hansara, men Terry valdi at halda fram í
Chelsea. Nú hevur Terry fingið eina nýggja og enn betri sáttmála,
sum tryggjar honum einar 340 milliónir krónur næstu fýra árini.
Bert Robinho, sum spælir fyri Manchester City, kann reypa sær av
eins stórari løn í Premier League.
Petur Mohr, sum aftur
er venjari hjá KÍ, heldur
landsliðssteðgin komandi
tvær vikurnar koma væl
við, tí »har er nokk at
arbeiða við«, sum hann
málber seg. – Men tað sær
ikki so galið út, sigur hann
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Tað eru 18 ár, síðani Petur Mohr í
1991 gjørdi KÍ til føroyameistarar,
og tá hann í gjár stóð á odda fyri
liðnum í Klaksvík, vóru fýra av
spælarunum frá tí árinum partur av
dystinum. Jákup Mikkelsen vardi
málið, Jan Andreasen spældi í
verjuni og Todi Jónsson í álopinum,
meðan Allan Mørkøre hesa ferð var
við sum venjari hjá
mótstøðuliðnum, AB.
Enn hevur Petur ikki havt so
góðar stundir at sett sín dám á liðið,
tí hesa vikuna, síðani hann tók við
sum KÍ-venjari, hevur hann bara
havt tríggjar venjingar saman við
liðnum. Dysturin endaði við 1-1
javnleiki, sum – hóast stig – kanska
ikki var tað, klaksvíkingar høvdu
mest ynskt sær.
– Høvdu vit vunnið, so hevði tað
sæð betri út. Men tað ber væl til
enn, tí ivist eg einki í. Í hesum
dystinum haldi eg, at vit vóru væl
betri í fyrra hálvleiki og høvdu
møguleikan at skora, men í seinna
hálvleiki vikna vit eitt lítið sindur.
Vit kanska høvdu onkrar skaðar, tí
Hjalgrím og Todi vóru lappaðir til
og høvdu trupulleikar í seinna
hálvleiki, so tað bleiv eitt sindur
veikari hjá okkum tá. Men bíða nú,
har eru møguleikar framvegis, segði
Petur eftir dystin.
Við gott mót
Eftir javnleikin ímóti AB í gjár, hava
Petur Mohr og KÍ fimm dystir aftrat
at gera ein vørr í. Men næsti
dysturin verður ikki fyrr enn um
tvær vikur, tí nú kemur ein steðgur,
meðan landsliðið fyrst á útivølli skal
spæla ímóti Eysturríki og síðani á
heimavølli ímóti Litava.
– At vit fáa ein steðg nú í tvær
vikur, er útmerkað og kemur øgiliga
væl við, tí vit hava nokk at arbeiða
við, staðfesti Petur, ið samstundis
viðgekk, at hesa vikuna høvdu slett
ikki verið stundir at vant eitt nú
deyðbóltsstøður, sum fleiri vóru av í
dystinum ímóti AB – serliga í fyrra
hálvleiki, tá KÍ var við yvirlutan og
hevði nógv spæl.
Endin á dystinum fór
fullkomuliga til spillis, og tað var
eisini nakað, »nýggi« KÍ-venjarin
legði til merkis, so hann helst eisini
fer at arbeiða við at fáa spælararnar
at halda fokus allan dystin á tamb.
– Tað virkaði øgiliga barnaktugt,
at brúka tíðina uppá at koyra á
dómarin og annað sovorðið fjas,
sum einki hevur upp á seg, heldur
enn at royna at skora mál. Dómarin
dømdi fínt og kláraði seg útmerkað,
segði Petur, ið er við gott mót.
– Eg haldi, tað sær ikki so galið út.
Tað skal nokk fara at ganga hjá
okkum.
Petur fyri
fimtu ferð
Annað árið á rað hevur Petur
Mohr tikið við sum venjari hjá
KÍ í úrtíð. Í fjør, tá hann tók við
eftir Eyðun Klakstein,
eydnaðist at bjargað liðnum
eitt triðniðasta pláss, við fimm
stigum niður til eitt pláss hinu
megin strikuna.
Nú Petur aftur er í Klaksvík,
er tað annars tilsamans fimtu
ferð, at hann hevur tikið á seg
leiklutin sum eitt slag av
einum »bjargingarmanni«, tí ta
uppgávuna hevur hann havt
tríggjar ferðir fyrr í tveimum
øðrum feløgum.
Í 2002 tók hann við sum
venjari eftir Paula Jarnskor í ÍF,
sum tá var í næstbestu
mansdeildini. Árið eftir var
Sigfríður Clementsen settur í
starv og fekk ÍF upp, men í
2004 gekk ikki eftir vild í bestu
deildini, og so vóru aftur boð
eftir Peturi. ÍF endaði
næstniðast, men tá var
skipanin við upp- og
niðurflytingardystum, og har
tapti ÍF 1-0 í fyrra dystinum
ímóti B71, men vann 5-1 í
seinna dystinum – og yvirlivdi.
Longu aftur árið eftir, í 2005,
var Petur Mohr tilkallaður, eftir
at GÍ hevði givið Krzysztof
Popczynski sekkin, og her stóð
so nógv á, at GÍ ta einu løtuna
í seinasta dystinum ímóti
Skála var niðri, men í evstu
løtu fekk bjargað sær
næstaftasta plássið. Enn eina
ferð var tað B71, sum skuldi
spæla upp- og
niðurflytingardystir, men GÍ
vann báðar við samlaða
málmuninum 7-1 – og
yvirlivdi.
hil
Dystir eftir
12/09
ÍF-KÍ
16/09
B68-KÍ
20/09
KÍ-07 Vestur
27/09
HB-KÍ
03/10
KÍ-EB/Streymur
Nokk at arbeiða við
KÍ-venjarin, Petur Mohr, og
hjálparvenjarin, Aleksander
Djordjovic, tosa saman undir
dystinum ímóti AB í gjár
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir