mánadagur 31. august 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 31. august 2009 – Nr. 164 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
Meira rumenskt til Tjaldur
Tjaldur má vera Alinu Olaru fyriuttan komandi kappingarár, nú hon er farin
í burðarfarloyvi. Tí hevur felagið gjørt av at styrkja sær um hópin, og aftur
hesa ferð er talan um rumenskan spælara. Rimbu Cornelia Elena eitur
nýggju spælarin, sum í heimlandinum hevur verið ein sera málsøkin
bakspælari, sum fýra ferðir hevur verið partur av rumenska
landsliðshópinum.
Hondbólturin byrjar
27. september
Hondbóltssambandið hevur nú boðað frá, at kappingarnar í
Sunset- og Atlantic Airways-deildini verða blástar ígongd tann
27. september. Í Sunset-kappingini eru dystirnir, Stjørnan-VÍF og
Tjaldur-StÍF, meðan teir tríggir mansdystirnir fyrsta dystardagin
eru Kyndil-StÍF, H71-Neistin og KÍF-VÍF.
Beistið verður vælvaksni
danski málverjin í Burnley
róptur. Maðurin, sum táttar
í teir tveir metrarnar og
vigar omanfyri 100 kilo,
hevur fingið eina megnar
byrjan í Premier League
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Sum uppflytari og spildurnýggjur í
bestu ensku fótbóltsdeildini, hevur
34 ára gamli Brian »The Beast«
Jensen verið fremsta orsøkin til, at
Burney hevur hildið egið mál reint
tvær ferðir og ikki rann seg í eitt
eyðmýkjandi stórtap um vikuskiftið.
Beistið, sum maðurin verður
róptur orsaka av sínum
rógvusmikla kroppi, byggir víðari á
góðu gongdina frá undanfarna
kappingarárið, har hann av sonnum
megnaði at gera vart við seg
sjálvan og síni evni.
Í lítlu ensku steypakappingini,
Carling Cup, syrgdi hann fyri at
bjarga tvey brotsspørk í dystinum í
móti Chelsea, sum av tí sama reyk
út úr kappingini.
Í ár hava tveir aðrir mans brent, tá
teir hava staðið yvir av stóra danska
beistinum. Fyrst bjargaði hann
royndini frá Carrick og Manchester
United. Síðani skeyt franski Saha í
Everton bóltin framvið.
– Eg havi einki svar upp á, hvussu
tú bjargar brotsspørkum, einki
serligt kanningararbeiði, einans
instikt og tað er alt. Men møguliga
hyggja spælararnir eftir mær og
hugsa, hvussu teir skulu fáa bóltin
framvið hasum stóra klumpinum,
segði Brian Jensen við danska
Tipsbladet undan dystinum í móti
Chelsea um vikuskiftið.
Hesin dysturin endaði við
sannførandi 3-0 sigri til Chelsea. Ein
sigur, sum bæði kundi og skuldi
verið vunnin við væl fleiri málum.
Men sum ikki einaferð, stóð Brian
Jensen ein branddyst og vardi fyri
tí mesta.
Soccernet.com skrivaði eftir
dystin, at hevði tað ikki verið fyri
frálíka avrikið hjá Brian Jensen, so
var Chelsea fyrsta liðið í Premier
League at vinna við tíggju málum.
Somuleiðis var Brian Jensen eftir
óvæntaða sigurin á Manchester
United kosin dagsins leikari,
umframt at bretsku fjølmiðlarnir
skrivaðu síðu upp og síðu niður um
avrik hansara.
34 ára gamla beistið hevur av
álvarað prógvað sítt virði í ár, nú
hann fyri fyrstu ferð roynir seg í
Premier Leageu.
Frá næstbest til fyrstaval
Brian Jensen hevur tó langt frá altíð
verið roknaður millum teir bestu.
Hvørki í hollendska AZ Alkmar ella í
enska West Bromwich Albion var
hann roknaður sum nakað álit. Av tí
sama var tað eisini ógvuliga smátt
við spælitíð í árunum frá 1997 til
2003.
Eftir kappingarárið í 2003 var
lokið, skifti stóri málverjin til
Burnley og so gjørdust minuttirnir
á vøllinum fleiri í tali. Tó so, tey
bæði fyrstu árini varð hann ikki
fyrstaval í felagnum, men fekk
rímiliga nógvar dystir orsaka av
skaðum. Fyrstaval var hann tó ikki.
Soleiðis hevur tað verið stóran
part av tíðini aftan á eisini, men í
fjør vardi Brian Jensen Burnley-
málið hvønn einasta dyst, felagið
spældi. Hetta var eisini árið, har
Burnley tryggjaði sær luttøku í
Premier League fyri fyrstu ferð í 33
ár.
Meistarar eftir metinum
Í 34 ár hevur Manchester United
verið í bestu ensku fótbóltsdeildini.
Hetta tíðarskeiðið hevur felagið
syrgt fyri, at tað – saman við
Liverpool – er mest vinnandi
felagið í Onglandi.
Hetta met verður møguliga tikið í
ár. Um vikuskiftið bastu teir Arsenal,
sum annars legði seg á odda við
dundurskoti frá russiska Arshavin.
Men við brotssparki frá Rooney og
sjálvmáli frá Diaby, syrgdu
meistararnir fyri, at sigurin kom í
hús.
Liverpool, sum heldur ikki í ár
tykist at vera serliga sannførandi,
vann 2-3 á Bolton. Liverpool var
annars aftanfyri bæði 1-0 og 2-1,
men við einum frálíkum skotið
tryggjaði Gerrard Liverpool trý stig.
Hini málini hjá Liverpool gjørdu
Johnson og Torres, meðan Davies
og Cohen vóru málskjúttar hjá
Bolton.
London framvegis fult
Tey bæði Londonliðini, Chelsea og
Tottenham, hava sum tey einastu
fult stigatal. Anelka, Ballack og Cole
syrgdu fyri trimum málum og
trimum stigum í móti Burnley.
Hjá Tottenham legði Crouch liðið
á odda í 72. minutti, men tríggjar
minuttir seinni var javnleikur aftur,
tá Bowyer skoraði. Henda støða
helt sær inn í yvirtíðina, tá Lennon
loksins fekk bóltin í kassan og
tryggjaði Tottenham fjórða sigurin
á rað.
Í botninum eru Bolton og
Portsmouth framvegis uttan stig.
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Chelsea
4
4
-
0
-
0
10
2
8
12
2 Tottenham
4
4
-
0
-
0
11
4
7
12
3 Man Utd.
4
3
-
0
-
1
8
2
6
9
4 Man City
3
3
-
0
-
0
4
0
4
9
5 Stoke
4
2
-
1
-
1
3
4
-1
7
6 Arsenal
3
2
-
0
-
1
11
4
7
6
7 Liverpool
4
2
-
0
-
2
9
7
2
6
8 Aston Villa
3
2
-
0
-
1
5
3
2
6
9 Sunderland
4
2
-
0
-
2
4
5
-1
6
10 Burnley
4
2
-
0
-
2
2
5
-3
6
11 West Ham
3
1
-
1
-
1
3
2
1
4
12 Birmingham
4
1
-
1
-
2
2
3
-1
4
13 Wolves
4
1
-
1
-
2
2
4
-2
4
14 Hull
4
1
-
1
-
2
4
8
-4
4
15 Fulham
3
1
-
0
-
2
1
4
-3
3
16 Everton
3
1
-
0
-
2
3
8
-5
3
17 Wigan
4
1
-
0
-
3
3
8
-5
3
18 Blackburn
3
0
-
1
-
2
1
4
-3
1
19 Bolton
3
0
-
0
-
3
2
5
-3
0
20 Portsmouth
4
0
-
0
-
4
1
7
-6
0
Beistið í búrinum
Úrslitini í
4. umfari:
Aston Villa - Fulham
2-0
Everton - Wigan
2-1
Portsmouth - Manchester City 0-1
Manchester United - Arsenal
2-1
Tottenham - Birmingham
2-1
Wolverhampton - Hull
1-1
Blackburn - West Ham
0-0
Bolton - Liverpool
2-3
Stoke - Sunderland
1-0
Chelsea - Burnley
3-0
Stóri danin í málinum hjá Burnley mátti lata trý mál fara ígjøgnum á Stamford Bridge, men av rik
hansara hava higar til borið við sær, at Burnley væl og virðiliga heldur seg oman fyri niður flyt ingar
strikuna
Mynd: Polfoto