Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-31, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

einsamallir. Hóast føroysku tónleikararnir vóru væl upplagdir, og løgini fyri tað mesta riggaðu væl, og vóru kend ímillum føroyingar, so tóktist tað kortini sum, at føroysku tónleikararnir vóru høvuðsnøvnini, meðan útlendsku heimsstjørnurnar fyri tað mesta vóru í bakgrundini. Hetta kanska eitt sindur spell, tí tá ið Nashville stjørnurnar trivu í teirra egnu løg, vístu teir seg sum tær heimsstjørnurnar teir eru. Tað kom veruliga til sjóndar á konsertini, hví fleiri av heimsins størstu countrysangarum hava nýtt hesar menninar í fleiri ára tíggju. Og tað var eisini hugtakandi at uppliva hvussu væl samanspælið á pallinum var, og hvussu fleiri ára vinskapur og venjing kann taka burtur tørvin á orðum og samskifti. Country skal svinga Við flestu av okkara egnu landaplágum innan country og gospel, og svingandi tónleik av ymsum slag, so var stemningurin kortini ikki tann, ið ein kundi ímynda sær. Country er tann sjangran, ið mest av øllum bjóðar til svingandi tónleik, ið ein næstan má dansa til. Men so var ikki leygarkvøldið, tí konsertin var skipað sum ein sitikonsert. Hóast hetta fyri so vítt riggaði væl, so hevði tað sannlíkt verið betri hóskandi, um tað var gjørligt at dansa og lata kenslurnar ráða, sum ein annars undir vanligum umstøðum ger til countrytónleik. Sera professionelt Hetta merkir kortini ikki, at konsertin var á lágum støði. Umstøðurnar vóru ógvuliga góðar, og neyvan hevur Høllin á Hálsi sæð vakrari út, enn hon gjørdi leygarkvøldið. Fyrireikararnir høvdu uttan iva lagt stóra orku í, at umstøðurnar skuldi verða nøktandi, og neyvan var nakað latið upp til tilvildina at ráða. Eftir mínum tykki hevði konsertin vunnið nógv við meira avslappaðum korum, har stemningurin ímillum áskoðararnir kundi avspegla stemningin á pallinum. r lýstu 27 Nr. 164 - 31. august 2009