mánadagur 31. august 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 164 - 31. august 2009
Ein 28 ára gomul
kvinna fekk í Føroya
fríggjadagin rætti
dóm fyri at hava
kastað við einum
glasi inni á einum
diskoteki í Havn.
Dómurin var
fongsulsrevsing, men
revsingin var treytað
Føroya rættur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tú veitst ikki altíð, hvat tú
kemur út fyri, fert tú í býin
um vikuskiftið.
Eitt leygarkvøld í juni í
fjør fóru eini ung hjún á
diskotek í Havn.
Har sá maðurin eina
kvinnu, sum stóð og togtog
aðist við ein dana um ein
kepp, og keppin átti danin.
Maðurin fór so og hjálpti
dananum at fáa keppin aft
ur.
Tá spann øði í kvinnuna,
sum langaði manninum ein
undir vangan, og kona hans
ara fekk albogan á kvinnuni
undir síðuna.
Og tá bleiv henda kvinnan
ill og frustrerað og tveitti
glasið, sum hon hevði i
hondini, frá sær. Glasið fór
í nakkan á kvinnuni, sum
hevði barst um keppin.
Eg ætlaði ikki at raka
hana, var bara so frustrerað
av, at maðurin var sligin,
segði kvinnan, sum tí hon
kastaði glasið var ákærd
fyri harðskap.
Tann ákærda kvinnan
helt, at tað vóru so nógv
fólk inni, at hon tað sama
kundi havt rakt onkran ann
an.
Kvinnan, sum fekk glasið
í høvdið, fór á skaðastovuna,
og hóast glasið ikki brotn
aði, hevði tað givið henni
eina skeinu í hárbotnin, og
hon fekk tvær pentur.
Ákærin helt uppá, at tað
ikki var av tilvild, at glasið
rakti júst ta kvinnuna, men
hin helt við sítt.
Tilvildarligt eitt
rættarmál
Kravið hjá ákæranum var
40 daga treytað fongsuls
revsing. Hann helt, at fólk
høvdu rætt til at fara í býin
uttan at soleiðis at fáa eitt
glas í høvdið. Sjálvt um hin
kvinnan kanska hevði verið
úti um tað sjálv, átti slíkt
ikki at hent.
Verjin helt hinvegin, at
tað hendir so nógv i býnum,
og tað er meira tilvildarligt,
hvørjar slíkar hendingar
enda í rættinum. Hann
nevndi eisini, at duravørðar
nir høvdu valt at dragsa
kvinnuna, sum fekk glasið i
høvdið, út fyri at fáa frið,
og ikki ta ákærdu. Hann
helt tað vera órímiligt at
revsa ákærdu kvinnuna, og
at hin, sum var atvoldin til
hendingina, slapp frá øll
um.
Dómarin helt, at uttan
mun til um ákærda við at
kasta glasið hevði ætlað at
rakt hina kvinnuna ella ei.
Vanlig revsing fyri slík
brotsverk er 40 daga treyta
leys fongsulsrevsing, men
dómarin valdi at døma
kvinnuna
við
treytaðari
fongsulsrevsing, tí kvinnan
var provokerað, er ongantíð
áður revsað, og haraftrat
var gingin so long tíð frá
hendingini, til málið kom
fyri rættin. Royndartíðin
varð sett til eitt ár. Hetta
merkir, at kvinnan sleppur
frá at fara inn at sita, um
hon einki revsivert gera
næsta árið.
Kvinnan skal gjalda sakar
málsútreiðslurnar.
Slapp við
treytaðari
revsing
Í summar stovnaðu
langasandsfólk
bygdarfelag, sum skal
yvirtaka gamla skúlan
Bygdarlív
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Í juli mánaði stovnaðu fólk
ini, sum búgva á Langa
sandi, bygdarfelag, og tað
hevði sína serliga orsøkir.
Skúlin læt aftur sum skúli
mitt í 60árunum, og síðan
hava tey brúkt skúlan til at
hava gudstænastu í, bingo
og annað.
Sunda kommuna hevur
ikki brúk fyri bygninginum,
ið er frá 20árunum, og í
fleiri ár hevur verið tosað
um, at langasandsfólk kundu
yvirtikið skúlan.
Málið var fyri í fíggjar
nevndini í seinastu viku og
kemur fyri á kommunustýr
isfundinum í kvøld.
Smá 40 fólk búgva á
Langasandi.
Langasandbørn ganga nú
í skúla í Vík.
Tá ið bygdarfelagið varð
stovnað, varð Bjørgheðin Jac
obsen valdur til formann.
Hann sær tað sum ein
praktisk loysn, at bygdin
yvirtekur skúlan, ið harvið
ikki verður tikin niður.
Ætlanin er at seta hita
pumpu upp í skúlanum.
Tey eru enn ikki komin
so langt sum at tosa um,
hvussu felagið skal fíggja
raksturin av húsinum. Nak
að kunnu tey fáa inn við
tiltøkum, eitt nú við bingo,
men tað skuldi eisini borið
til at leigað húsið út til
okkurt slag av barnaansing,
tí økið er stikað inni.
Langasandur fær bygdarhús
Bjørgheðin Jacobsen er
formaður í bygdarfelagnum á
Langasandi
Mynd: Jens Kristian Vang
modelmynd