Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-31, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 31. august 2009 29 Hin mest óvandaliga tulkingin av marxismuni er teoriin um tað óundans­ leppandi, har kapitalistiskt kollaps er eins ivaleyst sum at vit ikki hava hoyrt tað seinasta frá tíðindastovuni Carlsen Í einum tíðindaskrivi við titlin­ um “Urgent Action Needed As Arctic Ice Melts”, nísti Green­ peace, at norðurpólurin fer at vera ísfríur í 2030 takkað veri “alheimsupphiting”. Tað er ikki oftani, at ein væl upplýstur, vitborin og mótaður journalistiskur spyrjari kemur við avbjóðandi spurningum um veður­ lagsbroytingar og veruleikan aftanfyri romantiskan orkupoli­ tikk. Hendingaferð upplivur tú tað í donskum fjølmiðlum, ikki oftani, men oftari í bretskum fjølmiðlum, men ongantíð í føroyskum. Mestsum altíð sleppa for­ brúkshatandi og hitafikseraðir stovnar sosum Greenpeace heilt óavbjóðað at koma við fullvegis absurdum yvirlýsingum um vísindi og politikk. Men hin 5. august, júst sum fráfarandi stjórin í Greenpeace International, Gerd Leipold, skuldi til at hátíðarhalda sín innara hvølp í kompromileysu sendingini HARDtalk, fekk hann bara so av at vita frá framúr fyrilitsleysa Stephen Sackur, at tú sum hyggjari ikki visti, hvørt tað sømdi seg at njóta henda knús­ andi ósigur. Men sjálvandi gjørdi eg tað—hvussu kundi tú ikki. Leipold, hesin sjálvgóði for­ brúkshatandi umhvørvisfrikur, stóð á berum... púrasta ráðaleysur. Yndisløtan, hugsi eg, var tá ið Leipold varð tvingaður at við­ ganga, at grønlendski ísurin ikki fór at bráðna um góð tjúgu ár, hóast Greenpeacesa PR­deild hevdaði, at hann fór. Hansara “eg lesi ikki øll tíðindaskrivini”­møl­ man fekk meg at kódna í láturi. Vitandi, at tað hevði tikið ár­ túsund at bræða Grønland niður, at grønlendska ísfløtan fatar um 1,6 miljónir ferkilometrar við einum dýpi á 3 kilometrar í miðj­ uni, og at ísurin hevur yvirlivað munandi “heitari” tíðarskeið enn núverandi, kveistraði Sackur burtur skilaleysu hevdanina. Ikki óvæntað royndi hesin mest týdningarmesti træklemm­ ari at leypa á marglætiskendan lívsstíl, vesturlendskan gramm­ leika, búskaparvøkstur og orku­ forbrúk, hvat umhvørvisvernd og klimahvøkkjan av sonnum er eitt skjól fyri, men Sackur svaraði aftur við at ákæra umhvørvis­fundamentalistiska stjóran í Greenpeace fyri at koma við “villleiðandi upplýsingum” og brúka “skrøgg og ógrundað svartskygni”. Til at byrja við royndi Leipold at fóta sær bara við at vera nóg nasvísur, men kendi seg kortini noyddan at yvirgeva seg, tá ið Sackur fortelur honum, at hann júst er afturkomin frá grønlendsku snjóhettuni... so hann veit, hvat hann tosar um. “Ókey, kanska fer ísurin ikki at smelta í 2030”, má Leipold lok­ sins ásanna. “Hatta var møguliga eitt mistak”. Men tað er í lagi hjá Greenpeace at gera hesi, hm!, “mistøk”, vil Leipold vera við. Og grundin, sambært jánkasliga stjóranum í Greenpeace, er henda: “Verandi ein trýstbólkur mugu vit kenslugera málini, og vit skammast ikki um hetta”. Puff. So, apsalutt ongin grund til at umbera seg, meðni; eingin grund til at orsaka seg fyri at eggja til tað slag av nonsense, ið skumpar politiskar leiðarar at taka kostnað­ armiklar og táputryggjaðar av­ gerðir, sum skaða heimsbúskapin, sum skaða forbrúkaran, sum leiða burtur knappar ressursir frá økjum, har trotið frammanundan var størst og, endaliga, fara at gera tey veiku í verðini veikari. Seinni í samrøðuni, nú komin so nøkulunda fyri seg aftur, krev­ ur hann, at Amerika og, ja, restin av verðini bumba sín búskap og tilhoyrandi samfelag aftur í myrku miðøldina, har tey búðu í evjutum kroysum og seldu fræls­ ið hjá ljótastu dóttrini dekan ov bíliga. “Lívsstílurin hjá teim ríku er ikki grundaður á eitt dygdargott modell”, segði Leipold. “Um tú tekur lívsstílin, tess kostnað á umhvørvið, og faldar hann við miljardum av fólki og einum vaksandi heimsfólkatali, endar tú við einum tali, ið trúliga loypir hvøkk á teg.” Maðurin má liva í eini skin­ verð, tí nettupp við at gera fólk ríkari, serliga tey í Kina, India og Afrika, spyrjast færri fólk burtur­ úr—um nú ønskriliga málið um “tamarhald á heimsfólkatalinum” skal realiserast. Í álvara, eg veit ikki, hvat er gleðiligari: eyðmýk­ ingin av Greenpeacesa órógvandi samvitskuloysi, sum felags­ skapurin promoverar mytuna um “mannaelvda alheimsupphiting”, ella frálíka avrikið hjá BBCsa Stephen Sackur, sum hann avdúkar hana. Umhvørvisvernd tykist at hava smurt upp á seg kendu teoriina hjá Woody Allen í leiklutinum sum tann neurotiski Alvy Singer í filminum Annie Hall, har hann gav sítt boð uppá hvat skyldskap­ ur er fyri nakað. Skyldskapur, sigur Alvy, er sum ein hávur. “It has to move forward constantly or it dies. And I think what we have on our hands here is a dead shark.” Kortini, inntil Al Goresa An Inconvenient Truth og tørvin hjá státsleiðarum saman við einum riðili av politiskum nobodies aftur at finna eina stórsligna moralska søk, brúkti hesin um­ hvørvisverndarinnar mishugaligi hávur fleiri áratíggju uppá at svimja í ring. Satt at siga, so kom hann ikki úr stað, við tað at onkuntíð fór hann frameftir, onkuntíð aftureftir, og var hann ikki til størri fortreð fyri sínum livandi sjógrannum enn Rasmus Effersøe er fyri Sunleifi Rasmus­ sen. Hann var, í stuttum, ikki ein serliga ræðandi hávur. Men soleiðis er ikki nú. Um­ hvørvisvernd er blivin til ‘de rigeur’ fyri ein og hvønn, ið hevur eitt stunandi ynski um at koma í almenningin... og verða verandi har. Ikki bert politikarar, men prestar, prinsar, popp­ stjørnur, journalistar, sjálvt tannlæknar og fleirtjóðafyritøkur, alt í eini roynd at føra seg fram sum tann, ið elskar náttúruna mest, og tí umhvørvið mest, og tí heimin mest. Altso, óskaðiligi hávurin er vorðin skaðiligur. Misskil meg ikki, eg skilji væl óvirðiliga ynskið um at gera seg upp fyri politisku elituni. Politiskar karrierur kunna bjargast við at keypa vistfrøði­ ligar maiskolbur og aðramáta lata seg marka sum umhvørvisvinar­ ligur. Tak miseydnaða forseta­ valevnið Al Gore, sum nú skjótt má vera fokkaður av at fisa aftur og fram í sínum privata karbon­ framleiðandi jettlogfari meðan hann so effektivt syrgdi fyri einum comeback sum films­ stjørna og planetariskur power­ point­krossfari. Hetta gevur so sanniliga tómum og troyttum politikarum ein nýfunnan leiklut, hvat so aftur gevur okkum innlit í, hví teir gera sær dælt av uppgjørda retorikkinum. Men nú, tá ið fólk styðja hvørjumøðrum í, at “okkurt má gerast”, er kritisk mótstøðu til óumberligu innførsluna av eini størri røð av autoriterum og moralistiskum umhvørvis­ politikki í uppisetri. Politikarir vilja partú sleppa at gera sparni til eina dygd og stigmatisera forbrúkið hjá vanligum borgarum. Húski skula til at spara við útlátinum, líka frá at “skola ikki so nógv niður!” og “sløkk nú ljósið!” til “renn meira!”, hvørs krav er innlimað í nakað so fjákutum sum einum rørsluári. Jú, stóribeiggi hyggur, og um ikki so leingi fara byggiharrar saman við myndugleikum at krevja minni baðikør so at forða okkum syndarum at brúka ov nógv vatn og tíð inni í vesinum. At baða sær og sita á vesikumm­ uni skuldi helst verið ein ábending um tøkniligt og sosialt framstig, men fara vit fyrst at skoða slíkar hentleikar ígjøgnum prismuna, ið eitur karbon­skerjing og persónlig avmarking, verður tað, at sita leingi á kummuni og skola væl og virðiliga upp eftir sær og fáa sær eitt bað á tremur við vatni, fatað sum “anti­sosialur atburður” (málnýtsla, vanliga kannað sosial­ stýrandi sosialdemokratum, men sum nú eisini skilafólk eru farin at brúka). Í 2007, í eini røðu, lýsti David Miliband, bretski uttan­ ríksmálaráðharrin, hátíðarliga, at “those who deny climate change are the flat­earthers of the 21st century”. Á so! Slík ærumeiðandi herferð ímóti “climate change deniers”, teimum, ið ikki eru sannførd um alheimsupphiting, verður í alt størri mun brúkt fyri at kvala kjakið við at samsvara umhvørvistreytað ivasemi við ótespiligu noktanina fyri nasistanna hópmorð av jødum. Fyri tað fyrsta, veruligir veðurlagsserfrøðingar (heldur enn ímyndaða og dularfulla “scientific community”, harí­ millum Bogi Hansen og starvs­ fólk á Føroya Náttúrugripasavni, sum heilt høpisleyst geva veður­ lagsbroytingum skyldina fyri, at Vípan er vorðin nýggjur búfuglur í Føroyum) eru enn í ógvusligari trætu, hvat “veðurlagsbroyting­ um” og tilhoyrandi kjaki viðvík­ ur. Vísindalig frambrot henda, hóast alt, nettupp við at seta spurningar og avbjóða elskað hugskot. Men, og av størri týdningi, politikarir og aktivistar fjala seg handan sonevndu “veðurlags­ vísindina” til tess at skíra málið “case closed” og haðani vinna politiskan legitimitet fyri sína politisku dagsskrá. Vit eiga at loysa íkomna knútin millum politikk og vísindi. Jarð­ frøðingar, veðurfrøðingar og veðurlagssfrøðingar eru helst himmalsfegnir fyri nýligt upp­ merksemi og væluppiborna viður­ kenning; men vit, og teir, eiga at ansa okkum, tá ið fløkjaslig vísindalig stríðsmál verða roknað um til einføld politisk herróp. Hvønn enn tú ert í parti við í trætuni um “veðurlagsbroyting­ ar”, eigur tað, at politisera vísindi og máa undan kjakinum saman við politiskari einsrættan, at vekja ótta. Og hvør enn veru­ leikin um “alheimsupphiting” er, vilja talufrælsi og rationalitetur altíð vera bestu amboðini í royndini at loysa trupulleikan. Vitonnur, ið siga kortanei til at fara upp í hatta fariseiska fylgið, eru fyri óliberalari øði og kunna vænta okkum bannlýsing úr tí góða selskapinum. Vit eru sannførd um, at ríkidømi og trúgvin á, at menniskjað er ført fyri at skipa sína egnu lagnu, er blivin avloyst av fatalismu. Sjálvandi, eg havi aldri verið ein íðin verji av manifestinum hjá Marx, men hin mest óvandaliga tulkingin av marxismuni er teoriin um tað óundansleppandi, har kapitalistiskt kollaps er eins ivaleyst sum at vit ikki hava hoyrt tað seinasta frá tíðindastovuni Carlsen. Marx var ikki nakar deter­ ministur. Var tað nakað, hann var sannførdur um, íðan, tá var tað, at eingin skipan bara kollapsar— vit skipa heimin, og tað eru vit, ið montera ella demontera einhvørja skipan. Í dag er almenningurin pre­ senteraður sum nøkur ólukkulig offur. Fullvegis hjálparleys, sum vit standa yvir av kreftum, sum vit ikki hava tamarhald á, og tvingað at taka ímóti góðum ráðum frá donskum “fíggjar­ frøðingum” og føroyskum banka­ stjórum, hvør inkompetentari enn annar. Vit verða umtalaði sum “skattgjaldarir”, sum um tað er okkara einasti samleiki. Men hvat bleiv av hugskotinum um borgarar, aktivar politiskar borgarar, ið hava frítt í at velja, og sum við sínum suverena valdi kunna ávirka broytingar? Tó, hvussu tú enn víkur og vendur, so er tað í dag soleiðis, at tað er ikki tað, veðurlagsbroyt­ ingar ikki fáa skyldina fyri—ella, og rættari, sum sosialistiskir ófrættaboðarar eins og Gerd Lei­ pold ynskja at geva veðurlags­ broytingum skyldina fyri. So, kann eg, ein borgari, fáa mín forpulaða life­coach aftur, takk! Prei: Á heimasíðuni Not Evil Just Wrong http://www. noteviljustwrong.com/blog/ general/178­phelim­mcaleer­a­ ann­mcelhinney”) sært tú Stephen Sackur petta Gerd Leipold sundur. Eisini er ein størri ørgrynna av heimasíðum, ið avsanna veðurlagsbroytingarnar hjá Boga Hansen og hansara tendenskæru og holistisku náttúrufrikum. Teirra millum er Watts Up With That. Tó, í samvinnu við Not Evil Just Wrong verður nógv umrøddi heimildarfilmurin við sama navni, Not Evil Just Wrong (sum systematiskt og við gløgg­ skygdum grundgevingum hevur dularfullu og deprimerandi spádómarnar um broytingar í veðurlagnum fyri gjøldur) vístur fyri fyrstu ferð um 47 dagar, 20 tímar, 13 minuttir og 6 sekund. Veðurlagsbroytingar ótu mín life-coach Tíðargreinin tíðargreinin Agga Niclasen meining@meyl.fo