Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-31, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 164 - 31. august 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mikudagin 2. september verður Kirstin Andreassen í Havn, vanliga nevnd Kirstin í Ullvøruhúsinum, 85 ár. Kirstin er havnarfólk. Her varð hon fødd, og her hevur hon búð so at siga alla sína tíð. Foreldrini vóru Jóhanna og Jens Christian Guttesen. Hon var úr Skálavík, og hann var havnarmaður. Jens Christian verður framvegis minstur fyri síni serligu evni at fáast við tónleik, og tað hevur altíð verið nógvur sangur og tónleikur har, sum Guttesen fólkini hava verið. Tey bæði, Jóhanna og Jens Christian, fingu trettan børn. Av teimum komu ell­ ivu undan, og við nútíðar eygum tykist tað heilt ófatu­ ligt, at tað bar teimum til at búleikast í lítlu húsunum við Tinghúsvegin, har tað eisini ofta vóru gestir. Tey ellivu systkini vóru: Jens, Maja, Óli Jógvan, Gunhild, Kirstin, Petur, Leivur, Brynhild, Erling, Ingrid og Gunnar. Jens, Óli Jógvan, Gunhild, Leivur, Ingrid og Gunnar eru farin. Maja býr á Toftum, Erling í Keypmannahavn og hini í Havnini. Eftir at hon var liðug í skúlanum, arbeiddi Kirstin í bakarínum hjá Frants, hjá Hans Joensen og í Sápu­ húsinum. Áðrenn hon giftist var hon eitt skifti í Keyp­ mannahavn og tænti, og fyrst í seksti árunum arbeiddi hon í Radio El, sum William Sloan átti. 22. august í 1949 giftist Kirstin við Leivuri Andreas­ sen ella Leivuri í Ullvøru­ húsinum í Havn. Fýra ár eftir, at tey bæði vóru gift, fluttu tey til Keypmanna­ havnar, sum Leivur sigldi út frá. Tey búðu niðri í trý ár. So fluttu tey aftur til Havnar. Fyrst búðu tey í raðhúsi í Jóannesar Paturs­ sonargøtu, síðani fluttu tey í Ullvøruhúsið, har tey búðu í mong ár, og fyri ein­ um tredivu árum síðani fluttu tey niðan í Jústsgøtu. 30. oktober verða tað fimm ár síðani, at Leivur doyði. Tað var ein dyggur smeitur hjá Kirstin at missa mannin, sum hon var so ógvuliga tætt knýtt at. Kirstin og Leivur eiga tvey børn ­ Maria og Jens, sum bæði búgva í Havnini og arbeiða á Landssjúkra­ húsinum. Hon er sjúkrasyst­ ir, og hann er lækni. Barna­ børnini eru átta. Kirstin eigur trý langommubørn, og tað fjórða er á veg. Kirstin var í Ebenezerkór­ inum, frá tí hon var blaðung og inntil fyri einum fimtan árum síðani. Hon hevur góða og berandi rødd, og tað finnast fleiri upptøkur, eitt nú hjá Evangelisku Røddini, har Kirstin eigur solorøddina. Maria gav fyri fimm árum síðani fløgu út. Kirstin sang saman við dótt­ urini í einum sangi. Tá var hon 80 ára gomul. Tað man næstan vera met fyri at hava verið við til fløguútgávu. Ikki so sjáldan eru tær báð­ ar, Kirstin og Maria, at hoyra í útvarpinum, har tær syngja Eg stundi eftir at lenda har heima. Kirstin hevur altíð verið stak fyrikomandi og smíl­ andi. Hon hevur so vælsign­ aðar gávur at seta kulør á, har hon hevur verið. Hon er framúr gestablíð, og henn­ ara næstu bera henni, at tey høvdu ikki kunnað ímyndað sær eina betri ommu og langommu. Føðingardagin er opið hús frá klokkan 17 hjá Ebbu og Jensi í Javnagøtu. J Kirstin Andreassen 85 ár Fríggjadagin 28.august var samkoma í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í sam­ bandi við, at Henny Høj­ gaard og Durita Rógvadóttir Hansen fingu prógv sum læknaskrivarar. Undirvísingin er á Lands­ sjúkrahúsinum og er skipað soleiðis, at tey lesandi fara til Danmarkar á skúla fimm ferðir í lestrartíðini, har til seinast ein verkætlan verður vard í sambandi við próv­ tøkuna. Útbúgvingarleiðari fyri læknaskrivarar er Sæunn Ólavsdóttir Hansen. Prógv sum læknaskrivarar Henny Højgaard og Durita Rógvadóttir Hansen Mynd: Jens Kristian Vang Andlát og jarðarferðir Alma Højgaard í Sørvági andaðist á Sýnini í Miðvági fríggjadagin, 84 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Dagurin 31. august Berta. Ókend halgikvinna. Summar halgisøgur siga, at talan er um ta vøkru Bertu, sum umvendi mann sín, kongin Edelbert í Kent í Onglandi. Navnið er týskt og merkir hin bjarta. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Prógv John Sivertsen, Klaksvík, hevur lokið prógv sum civilverkfrøðingur í samskifti (cand. polyt.) á DTU. Tað verður kunngjørt fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaða kona, mamma, omma og vermamma okkara Jónhild Petersen Fødd Dam Sandavágur andaðist 29. august, 57 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Sandavágs kirkju mikudagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Annfinnur Tey, ið ynskja at minnast Jónhild, kunnu lata eina peningagávu til Føroya felag móti krabbameini. Konta í peningastovnunum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á so ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálptu til, tá ið góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Marin Johannesen á Sandi doyði og varð jarðað. Fyri tey avvarðandi Ásleyg, Birita, Jórun og Jóannes Lesið - so eru tit við