Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-31, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 31. august 2009 31 Pál Weihe varð settur sum yvir­ lækni í arbeiðsmedicini undir sjúkrahúsverkinum 1. mai 1988. Tá varð deildin kallað Arbeiðs­ medisinska Deildin, men í dag hevur deildin heitið Deildin fyri Arbeiðs­ og Almannaheilsu. Pál byrjaði tær fyrstu kviksilvur­ kanningarnar í 1986 við gott túsund børnum, og í 1994 byrjaðu PCB kanningarnar við uml. 180 børnum. Eftir hetta hava nógvar ymiskar kanningar verið í gongd, bæði av gomlum, ungum og børn­ um, og er tað ikki sørt av vísinda­ ligum arbeiði, ið liggur eftir hesar granskingarverkætlanir. Fyrsta greinin um kviksilvureitran frá 1997 verður endurgivin í nærum 700 vísindaligum greinum. Hann hevur havt úr at gera hesi árini, síðan hann setti deildina á stovn. Hevur sitið í nógvum nevnd­ um og ráðum. Frá 1990­2001 var hann formaður og næstformaður í Rúsdrekkaráðnum, og hesi árini hevði hann eisini skrivstovuna hjá Rúsdrekkaráðnum um hendi. Seinni er hetta vorðið til Fyribyrg­ ingarráðið og nú Fólkaheilsuráðið, har hann aftur gjørdist formaður fyri í 2005. Hann var eitt skifti formaður fyri Aids­ráðið, í nøkur ár nevnd­ arlimur í Ferðslutrygd umframt í Granskingarráðnum. Haraftrat var hann í fleiri ár formaður fyri Listafelag Føroya. Eisini hevur hann verið gransk­ ingarlektari á Syddansk Univer­ sitet síðan 1995 og gestagranskari á Harvard Universitet síðan 2004. Hesi ár, síðan deildin varð sett á stovn, hevur hann arbeitt undir fleiri landsstýrismonnum: M.a. Tordur Niclasen, Olaf Olsen, Jóan­ nes Eidesgaard, Andreas Petersen, Óla Jacobsen, Kristian Magnus­ sen, Helenu Dam á Neystabø, Sám­ al Petur í Grund, Bill Justinussen, Óla Jacobsen, Hans Paula Strøm og nú Aksel Johannesen. Virksemið her á deildini er sera nógv vaksið. Tey fyrstu árini vóru bert hann og ein skrivari, men nú eru vit uml. 15 føst fólk og har­ aftrat nøkur aftrat í samband við tær ymsu granskingarnar. Hann hevur megnað at bygt ein granskingarstovn upp frá grundini av, sum er einasti granskingar­ stovnur av sínum slag í Føroyum. Tað hevur ikki altíð verið og er ikki tann stóri vælvilji frá politisku myndugleikunum viðvíkjandi gransking yvirhøvur, men hann hevur ongantíð givið upp. Pál er ein ótrúligur íverksetari. Hevur nógv áhugamál og er ein sera áhugaverdur persónur. Eitt av hansara áhugamálum seinastu árini hevur verið gastronomi. At verða boðin til borðs, tá Pál hevur gjørt okkum ein góðan bita, er ein fragd. Góði Pál, vit ynskja tær hjarta­ liga tillukku á seksti ára degnum og góðan byrð framyvir. Heilsan frá Starvsfeløgunum á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Heilsan til Pál á seksti ára degnum Týsdagin 1. september hevur Jens Lundblad í Havn starv­ ast 40 ár hjá Berg Motors. Jens er dani og útbúgvin goymslumaður. Hann arbeiddi m.a. hjá Fiat í Dan­ mark, áðrenn hann flutti til Føroyar at búgva í 1969, tá hann fekk starv á eykaluta­ goymsluni hjá Berg Mot­ ors. Hetta var um ta tíðina, tá Mazda bilarnir gjørdu inn­ rás í Føroyum, og var Jens við til at byggja stóru eyka­ lutagoymsluna hjá Berg Mot­ ors upp, fyrst í J. Patursson­ argøtu og síðan á Hálsi, har fyritøkan heldur til í dag. Jens er kvikur, álítandi og trúgvur móti sínum arbeiðs­ plássi. Hann var í mong ár leiðari á eykalutagoymsluni, umframt at hann eisini í nøkur ár var goymsluleiðari á deildini hjá Berg Motors á Glyvrum, har sum Bónus er í dag. Jens er giftur føroyskari konu, Bjarnhild, úr Oyndar­ firði. Í sambandi við 40 ára starvsdagin verður móttøka hjá Berg Motors týsdagin frá kl. 15­17. 40 ár hjá Berg Motors nøvn Týsdagin 1. september hevur Jens Lundblad starvast 40 ár hjá Berg Motors Mynd: Jens Kristian Vang