mánadagur 31. august 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 164 - 31. august 2009
tíðindi
Ein 14 ára gomul
genta á súkklu varð
sunnukvøldið árend
av einum bili sutt
frá norðara munna á
Kollafjarðartunlinum.
Hevði hon ikki havt
fallhjálm, hevði verri
verið vorðið, sigur
politiið
Ferðsluóhapp
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Sunnukvøldið fór ein 14
ára gomul gentu á súkklu
úr Havn norðureftir.
Tá ið hon var komin gjøg
num Kollafjaðartunnilin og
nærkaðist busssteðgiplássin
um, ætlaði hon at snara inn
á stegiplássið, har vinkona
hennara stóð og bíðaði.
Hon gjørdi klárt at snara
til vinstru, men í tí sama
varð hon árend av bilinum,
ið koyrdi aftaná henni. Bil
førarin hevði ikki varnast,
at hon ætlaði sær yvirum
og skuldi til at yvirhála
hana, tá ið hann rendi á
gentuna.
Gentan varð slongd upp á
bilin.
Hon var tíbetur í fall
hjálmi, tí høvdið tók. Slagið
var so mikið hart, at hjálm
urin brotnaði. Tí er tað ikki
ov nógv sagt, at hjálmurin
bjargaði henni, heldur pol
itiið.
Einki brot
Gentan varð flutt á Lands
sjúkrahúsið til kanningar.
Hon hevði ilt um allan
kroppin, men sambært polit
inum hevði hon ikki brotið
nakað, hevði bara ilt um all
an kroppin.
Vinkona
hennara
var
vitni til óheppið. Hon var
púra skelkað, og tí noyddist
fólk at taka sær av henni
eisini.
Óhappið hendi beint eftir
klokkan 19.30.
Politiið veit ikki, um gent
an hevði ljós á súkkluni, og
um hon gjørdi tekin um, at
hon ætlaði sær at snara
tvørtur um vegin.
Tað eru spurningar, ið
svarast skulu, tá ið finnast
skal útav, hvør hevði skyld
ina av óhappinum.
Hjálmurin bjargaði henni
Tíðin er komin at
taka niður ella festa
trampolinurnar
Vindur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Nú summarið er farið at
halla, og heystið stendur
fyri, kunnu vit vænta dagar
við nógvum vindi.
Sunnunáttina var nógvur
vindur, og tá fór ein tram
polin Millum Gilja í Hoyvík
á flog. Sløkkiliðið fekk boð
um at fara út at savna leivd
irnar saman.
Politiið ger vart við, at nú
eiga fólk at ansa eftir tram
polinunum. Antin mugu tær
takast niður ella festast heilt
væl.
Trampolin
fór á flog
Eru trampolinirnar ikki væl
festar, verða tær lætt tiknar
av vindi