týsdagur 1. september 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 165 - 1. september 2009
Hóast vit bíðaðu í
fleiri mánaðir eftir
eini semju um tiltikna
ólav søku pakkan, vil
politiski formaðurin
í Javnaðarflokkinum
kort ini ikki kennast
við ein týðandi part
av honum
Ólavsøkupakkin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg skal viðganga, at ávísir
part ar í ólavsøkupakkanum
eru ørkymlandi.
John Johannessen, po lit-
isk ur formaður í Javn að ar-
flokkinum, vil ikki kennast
við ávísar orðingar í Ólav-
søkupakkanum, sum Jóan-
nes Eidesgaard legði fram
stutt fyri Ólavsøku.
Umframt at vera lands-
stýrismaður í fíggjarmálum,
er Jóannes Eidesgaard eisi-
ni formaður í Javn að ar-
flokkinum.
Hann hevur nú í fleiri
mán aðir
arbeitt
við
at
snikka saman ein politiskan
pakka, sum skuldi stýra
Føroy um burtur úr kreppu-
ni.
Í hesum sambandi hevur
hann fleiri ferðir boðað frá,
at tað er ikki so týdn ing ar-
mik ið nær hesin politiski
pakk in kemur, tí tað, sum
hev ur týdning er, at tá ið
hann kemur, skal tað vera
semja um hann.
Leiðslan í samgonguni
legði eisini stóran dent á, at
øll samgongan skuldi vera
sam an um hendan politiska
pakkan og at tað fór ikki at
verða góðtikið, at ávísir
ting limir spældu fríspæl
fyri at snúgva sær undan
teim um pørtun um í pakka-
num, sum fóru at verða illa
dámd.
Ørkymlandi tekstur
Men síðani pakkin er lagdur
fram, vil politiski for mað-
ur in í flokkinum og for-
maðurin
fyri
ting mann-
ingina hjá flokkinum kortini
ikki kennast við týðandi
orðingar í ólav søku pakka-
num.
Tað eru serliga orð ing ar-
nar um pensjónina, sum
John Johannessen ikki vil
kennast við.
Men hvussu ber tað til, at
vit hava bíðað í fleiri
mánað ir eftir hesum pakka-
num, tí at tað var so um ráð-
andi at finna eina semju.
Men nú vísir tað seg kortini,
at talan er ikki um nakra
sem ju kortini?
- Tað mást tú spyrja tey,
sum hava lagt tað fram.
Men legði Jóannes Eides-
gaard so ólavsøkupakkan
fram áðrenn semja var um
hann?
- Tað havi eg onga mein-
ing í. Tað er landsstýrið,
sum hevur lagt pakkan
fram, so ta má landsstýrið
svara upp á.
Hevur ikki lúripassað
Tá ið Ólavsøkupakkin varð
til umrøðu í Løgtinginum
og tingmenn í samgongun
fóru at vísa ymsum í pakka-
num frá, sær, talaði Jóannes
Eidesgaard at og skuldsetti
ting fólk fyri at lúripassa
ístað in fyri at gera vart við
seg á røttum stað, áðrenn
pakk in varð lagdur fram?
Tað hevur John Johannes-
sen onga viðmerking til.
Men hann vísir aftur, at
Javn að arflokkurin
hevur
lúri pass að,
tí
flokkurin
hevur langt síðani gjørt sítt
út spæl í pensjónmálinum.
Tað var altso ikki semja
um ólavsøkupakkan?
- Teksturin í Ólav søku-
pakka num er ørkymlandi,
sig ur John Johannessen.
Hann vísir eisini á, at ein
bólk ur við umboðum úr
øll um flokkum situr í løtuni
og viðgerð pensjónsmálið
og tað er nettupp tí, at ongin
semja er um málið í løtuni.
- Tað er ongin semja um
pen sjón irnar yvirhøvur og
tí hava vit sett ein bólk við
lim um úr øllum flokkum at
við gera spurningin, sigur
hann.
Skilir tú tey sum halda, at
or søk in til at Javn að a r-
flokk urin nú vendir sær frá
ólav søku pakkanum,
eru
eftir ra tion aliseringar
eftir
at ágangurin frá pen sjón ist-
um og øðrum, varð so stór-
ur?
- Nei, men eru fólk
ør kyml að av orðingunum í
pakka num, skilji eg tað
væl.
John Johannessen stað-
fest ir eisini, at sjálvur hevur
hann verið lítið við í ar beið-
num at snikka ólav søku-
pak ka n saman og sjálvur
eig ur hann ongar orðingar í
pakka num
Hann vísiri eisini á, at
end in á Ólavsøkupakkanum
var, at Løgtingið samtykti,
at tað skal bera til at víkja
frá honum, bara tað ikki
kos t ar meiri enn tað, sum
sam gong an hevur sett sær
fyri, at fíggjarlógin fyri
næsta ár skal vera.
Vit vænta at fáa eina við-
merk ing frá Jóannes Eides-
gaard, landsstýrismanni í
fíggjar málum, til blaðið í
morg in.
Ólavsøkupakkin um
pensjónir
Hetta er brot úr tí, sum ólavsøkupakkin sigur um
pensjónir, men sum Javnaðarflokkurin nú vísir frá sær
….í 2012 hækkar pensjónsaldurin við einum
hálvum ári…..
….Fyritíðarpensjónistar - mótrokning við 25% frá
fyrstu kr.
John Johannessen ørkymlaður
av ólavsøkupakkanuma
Atassut nýggjan formann
Í Grønlandi hevur flokkurin Atassut valt nýggjan formann.
Á eykalandsfundi um vikuskiftið varð Gerhardt Petersen úr
Maniitsoq valdur til formann. Hann fekk undirtøku frá 15 av
teimum 25, sum høvdu atkvøðurætt á fundinum. Gerhardt
Petersen er ikki limur í Landstinginum, men hann er fyrsti
varamaður hjá teimum trimum tinglimunum, sum Atassut
hevur. Sum formaður fær hann til uppgávu at lyfta flokkin
eftir tað sera vánaliga úrslitið á landstingsvalinum fyri
tveimum mánaðum síðani.
Russar verstu ferðamenn
Sambært heimasíðuni eru russisk ferðafólk ikki altíð
Guðs bestu børn at fáa á vitjan. Hetta er annars eitt
umdømi, sum týskarar hava havt sitandi á sær í fleiri ár.
Niðurstøðan er grundað á eina spurnarkanning millum
meiri enn 1.000 bretsk ferðafólk, sum hava ferðast
ymsastaðni í Evropa í summar. Meiri enn helmingurin av
teimum spurdu siga, at tey hava lítlan hug at halda frí
saman við russum, tí teir eru so ófantaligir og frekir.
Fleiri siga, at ungir russar hóreiggja sær, sum áttu teir øll
frítíðarplássini.
John Johannessen vísir staðiliga aftur, at
Javnaðarflokkurin hevur lúripassað, men
eru fólk ørkymlað, skildur hann tað væl