Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 165 - 1. september 2009 Smíða bát til Fraklands Íslendska bátasmiðjan Trefjar hevur júst latið einum fronskum keypara ein nýbygning av slagnum Cleopatra, skrivar Vísir. Talan er um ein Cleopatra 33, og hann merktur 11 bruttotons. Tað er ein fiskimaður við Biscayavíkina, sum hevur keypt bátin, og hetta er fyrsu ferð, at Trefjar letur ein nýbygning til Fraklands. Herfyri varð ein Cleopatra latin einum felagi í Kjøllefjord í Norðurnoregi, og hata var tann triði báturin, sum norska felagið hevði bílagt frá Trefjar. 43 ára gamli Árni Ellefsen, sum hevur verið medstjóri og eigari í grannskoðara­ fyritøkuni Spekt, byrjar um ein mánað í starvi sum medstjóri í Nema samtakinum Stjóri Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Um ein mánað byrjar grannskoðarin, Árni Ellefsen, sum medstjóri í Nema samtakinum, sum umfatar fyritøkurnar: Senta, Casa, Kvasir, City, Atlantstøkni og Sendistovuna. Árni Ellefsen fer at vera stjóri saman við Christiani Nagata. Uppgávurnar verða býttar soleiðis, at Christian Nagata skal taka sær av tí handilsliga, meðan nýggi stjórin skal taka sær av fíggjarstýring og umsiting. Árni Ellefsen takkar tí fyri seg í Spekt, har hann hevur verið medstjóri og medeigari. Hetta merkir, at hann nú verður púra leysur av Spekt, sum nú fer at hava tveir stjórar. - Eg havi tikið hesa avbjóðingina á meg, tí nú havi eg starvast sera leingi sum grannskoðari, sigur Árni Ellefsen. Hann greiðir víðari frá, at starvið ongantíð hevur verið lýst leyst, og at setanin byrjaði við leysum práti millum grannskoðaran og Nema. Hetta prát er nú vorðið til veruleika. - Nema er ein øgiliga spennandi fyritøkuna, har eg fái roynt nógv nýtt. Somuleiðis kann eg stað- festa, at Nema hevur tað gott, og eg gangi sterkt útfrá, at tað Nema verður ein fyritøka í støðugum vøkstri, sigur nýggi stjórin á Nema. Í fjør hevði Nema eitt hall á næstan 16 milliónir krónur. Hetta var greitt frá við stórum órealiseraðum tapum og fleiri útreiðslum, og hetta skuldi skil koma á í 2009. Árni Ellefsen nýggjur stjóri á NEMA Í dag pakkar Café Vágsbotn saman, men næsta summar verður aftur latið upp Vetrarfrí Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í summar og í fjørsummar hevur Café Vágsbotn opin. Nú fara tey at stongja fyri veturin, og sambært stjóran- um, Johannes Jensen, hevur gingið væl í summar. - Tað hava serliga verið nógvir gestir av Cruise skip- um, og tað hevur gingið væl. Men nú vit stongja fyri veturin, so merkir tað ikki, at hon verður heilt stongd. Vit lata nevniliga uppaftur, um okkurt serstakt verður, sigur hann. Somuleiðis greiðir stjórin frá, at teir ganga við tankum at gera onkrar smáar broyt- ingar við Café Vágsbotn, men at onki konkret er enn. Eisini sigur hann, at Café Vágsbotn letur upp aftur næsta summar. Café Vágsbotn í vetrarfrí