týsdagur 1. september 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 165 - 1. september 2009
Tað var formaðurin
í Mentanarnevndini
hjá Tórshavnar býráð,
Jógvan Arge, sum
alment setti nýggju
verkætlanina í gongd í
gjár. Stovnurin skiftir
samstundis navn
frá Dagstovnurin
Látrið til Barna- og
Ungdómshúsið Lártið
PILOTPROJEKT
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Leo Poulsen
Tíðin hevur ikki verið
drúgv at fyrireika nýggju
pilotverkætlanina í Nólsoy,
men kortini er stovnurin
Látrið til reiðar, nú stovn
urin alment varð latin upp í
gjár.
Politikarar og embætisfólk
frá býráðnum høvdu leitað
sær um fjørðin at verða við
í hátíðarhaldinum, har Jógv
an Arge, formaður í Ment
anarnevndini hjá býráðnum,
lat stovnin upp.
Í dag byrjaði so arbeiðs
dagurin hjá teimum fimm
starvsfólkunum, sum fram
eftir skulu vera um børn og
ungdóm.
Tað eru bert tríggir mán
aðir síðani, at býráðið sam
tykti at seta hesa verkætlan
ina í verk, og hetta er fyrsta
verkætlan, har ein stovnur
umfatar børn heilt frá 0
árum upp til 18.
Tað nýggja ungdómstil
boðið vendir sær til tey
níggju børnini frá 4. til 7.
flokk, sum verða boðin hig
ar at vera hvønn gerandisdag
frá klokkan 15 til 18, meðan
teimum ungu frá 14 upp til
18 ár stendur í boði at vera
her frá klokkan 19 til 22
somu dagar. Og stundum
verða tey kanska eisini
saman, tá tað hóskar best,
segði Jógvan Arge.
Valdu Nólsoy
Hann vísti ár, at fyrimyndin
er
Margarinfabrikkin
í
Havn. Ungdómshúsið, hag
ar ungdómar tysja til tess at
vera við í viðkomandi virk
semi og tiltøkum teimum til
frama.
Nólsoyingar hava eisini
snoddað nakað til tey til
boðini, men tað er og verður
uttanhandað hjá børnum og
ungum at noyðast við Rituni
um nólsoyarfjørð í øllum
veðri at fáa lut í tilboðunum,
segði Jógvan Arge.
Tað var eitt samt býráð,
sum at enda tók undir við
verkætlanini, hóast eitt líkn
andi uppskot um barna og
ungdómshús í Hoyvík fall.
Verkætlanin í Nólsoy verður
tí ein royndarverkætlan,
sum royndir skulu heystast
frá til framtíðar verkætlanir.
Og tað er kanska ikki heilt
av tilvild, at Nólsoy varð
vald til hesa verkætlan.
Er tað nakar, ið verjir
Havnina, so er tað hendan
vakra oyggin, sum er tað
fyrsta vit hyggja at, tá vit
fara upp á morgni, og tað
síðsta vit skoða, áðrenn vit
tørna inn á kvøldi. Og eitt
vita vit, at stendur Nóls
oyggin, so stendur verðin
eisini, segði Jógvan Arge.
Starvsfólk og ungdómar
eru spent at fara undir hetta
nýggja tiltakið, sum tey
vænta sær nógv av.
Ungdómsverkætlan skotin í gongd
Danir leita eftir olju
Um nakrar dagar fara polska oljufelagið PGNG og tað almenna
danska felagið Nordsøfonden at kanna, um olja og gass eru at
finna í undirgrundini eystan fyri býin Aabenraa í Suðurjyllandi.
Kanningin verður gjørd uppi á landi, men samstundis skulu skip
gera seismiskar kanningar úti á fjørðinum, skrivar Ritzau. Peter
Helmer Steen hjá Nordsøfonden sigur, at geva tær fyrstu
kanningarnar tað væntaða úrslitið, skal ein royndarbrunnur
borast næsta ár. Tann boringin skal so vísa, um olja og gass eru í
undirgrundini við Aabenraa har, sigur hann við Ritzau.
Guðrun S. Hansen er leiðari av Barna- og Ungdómshúsinum,
sum tað nú eitur
Jógvan Arge helt røðu, tá almenn móttøka var í sambandi við nýggju verkætanina í Nólsoy
Fitt av fólki var komið saman til hátíðarløtuna, og áhugin fyri verkætlanini er stórur í bygdini
Sum tað hoyrir til á móttøkum, var eisini kaffi og pinnamatur at fáa á Látrinum í gjár. Levi
Mørk, sum hevur stóran áhuga til verkætlanini var eisini við í Nólsoy í gjár