týsdagur 1. september 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 165 - 1. september 2009
Tóku
stjóran
á bóli
Starvsfólk í Føroya Banka
tóku í morgun forstjóran,
Janus Petersen, á bóli, tá
tey í loyndum høvdu skipað
fyri einum drekkamunni í
kantinuni í Føroya Banka á
Húsagøtu. Janus Petersen
fylti 50 ár fyrr í vikuni, og í
morgun hildu starvsfólkini
dagin saman við honum.
Janus
Petersen
segði
nøkur orð, og takkaði fyri
góðu tíðina, hann hevur
havt saman við starvs fólk
unum í Føroya Banka.
Janus
Petersen
hevur
prógv í bæði løgfrøði og
bú skaparfrøði frá Universi
teti num í Keypmannahavn.
Janus Petersen hevur 18 ára
royndir við bankaarbeiði.
Áðrenn
hann
kom
í
Føroya Banka í 1994, var
hann leiðari á kredittdeildini
hjá Føroya Spari kassa. Eis
ini var hann í fýra ár
deildar stjóri í BRF Kredit.
Janus Petersen er formaður
í Trygd, Skyn og FB Holding
og nevndarlimur í Elektron.
Harumframt er hann for
maður í Felagnum Pen inga
stovnar og nevndar limur
í Arbeiðsgevara fe lagnum
Fyri Fíggjar stovn ar.
-rn
Seinastu tíðina hava
ísfiskatrolararnir
Nornagestur og
Columbus úr
Vestmanna ligið við
bryggju. Men teir eru
ikki lagdir endaligt.
Reiðaríið hevur
framvegis ætlanir við
bátunum
Fiskivinna
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
P/F Vár í Vestmanna hevur
framvegis ætlanir við ís
fiska trolarunum Columbus
og Nornagesti. Tað sigur
Tummas
Christophersen,
út gerðarmaður,
uttan
at
vilja koma nærri inn á, júst
hvørjar ætlanir eru við bát
unum.
Seinastu
tíðina
hevur
graml verið at hoyrt um, at
báð ir
ísfiskatrolararnir
skuldu verið endaliga lagd
ir, tá tað ikki longur loysti
seg at fiska við teimum.
Báðir eru teir bygdir í 1961,
og eru sostatt als ikki í
nýggjara – og meira effekt
iva – partinum av flota
num.
Men hóast bátarnir hava
ligið á Vestmanna eina tíð
nú, eru bátarnir ikki enda
liga lagdir, sigur Tummas
Christophersen, og sigur, at
kanska verður meira at
frætta seinni.
Lítið ferðsluóhapp
á Skálatrøð
Í morgunmeldrinum í morgun var eitt lítið ferðsluóhapp
á Skálatrøð í Havn. Ein bilur kom koyrandi yvir móti
parkeringsplássinum á Skálatrøð, tá ein annar bilur
kemur av Bøgøtu og koyrir út á vegin, beint fram fyri
hin bilin, og so stoyta teir saman.
Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, men bilurin,
ið koyrdi út av Bøgøtu, fórst eitt sindur illa.
Løgreglan var á staðnum, og kannaði málið. Treytaleys
víkiskylda er, tá koyrt verður út av Bøgøtu, so helst fær
eini førarin eina heilsan frá fútanum.
-rn
Svii deyður av H1N1
Influensa A ella H1N1 hevur kravt tað fyrsta mannalívið í Svøríki. Talan er
um ein mann í tríatiárunum. Maðurin, sum búði í býnum Uppsala, doyði
heima við hús fríggjakvøldið. Læknin fekk alt fyri eitt illgruna um, at talan
var um H1N1, tí hóast sjúkueyðkennini vóru nakað ógreið, bendu tey á, at
talan kundi vera um H1N1, skrivar TT. Seinni varð líkið kannað á
sjúkrahúsinum í Uppsala, og tann kanningin staðfesti, at maðurin var deyður
av H1N1. TT skrivar, at fýra aðrir sviar eru meint raktir av H1N1. Teir liggja
á Karolinska Sjukhuset í Stockholm, har eftirgjørd lungu halda teimum á
lívi.
Hava framvegis ætlanir við
Nornagesti og Columbus
Hóast ísfiskatrolararnir
Columbus og Nornagestur
hava ligið á Vestmanna
eina tíð, eru teir ikki lagdir
endaligt.
Mynd: Birgir Waag Høgnesen
Mynd: Jens Kristian Vang
Myndir: Jens Kristian Vang