Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 165 - 1. september 2009 1. september í 1939 gjørdist startskotið til seinna heimskríggj. Henda dagin fyri 70 árum síðani leyp Nazi-Týskland á grannan fyri eystan. Heri SimonSen heris@sosialurin.fo Í dag eru 70 ár síðani Nazi- Týskland leyp á Pólland. Tað eru enn eldri fólk á lívi í Føroyum, sum minnast henda dagin. Í summum stov um kring landið høvdu fólk radiotól, har tey lurtaðu eftir »eingilskmanninum« ella »norðmanninum«, sum tey nevndu BBC og NRK tá á døgum. Fyri at geva eina ímynd av tí, sum BBC re port eraði henda dagin, so hava vit valt at týða tíð- indini, sum BBC hevði í sínum útvarps tíðinda send- ingum henda fríggjadagin, fyri júst 70 árum síðani. Lupu á tíðliga BBC greiddi soleiðis frá henda minniliga dagin í 1939. – Tíðliga í morgun leyp Týskland á Póland. Álopið var framt uttan, at nøkur krígsavbjóðing var send, ella nøkur ávaring var givin til pólsku stjórnina. Gjøgnum dagin eru týskar herdeildir farnar um pólska markið, og fleiri pólskir býir er bumbaðir av týskum bumbu flogførum. Innrásin byrjaði klokkan 5.30 í morgun, tá týsk flog- før lupu á býin Katowice við sterkt løddum bumbum. Krakow og nógvir aðrir býir vóru eisini álopnir av bumbu flogførum. Klokkan 6.15 fóru luft- sirenirnar í Warszawa at ýla á fyrsta sinni. Kortini hendi einki fyrr enn klokkan var farin av 9, og tá vóru nógvar bumbur sleptar yvir høvuðs- staðin. Harðir loftbardagar vóru eisini millum pólsk og týsk stríðsflogfør. Hetta var tað fyrsta av seks týskum flogálopum henda dagin, men tey vóru øll møtt við pólskum loftverjukanónum, og pólskum stríðsflogfør- um. Seinnapartin lupu týsk flog før á miðbýin, og flugu síðani eftir ánni, Vistula, og har bumbaðu týskarar fleiri brýr, har av fleiri eru illa farnar. Katowice illa raktur BBC greiðir víðari frá henda dagin. – Týskarar hava gjørt tann mesta skað- an í forstøðunum hjá War- szawa. Íbúgvarnir í býnum eru kortini rættiliga róligir og fattir um kríggið, sum nú hevur rakt Póland. Tá loftsirenurnar fóru at ýla, runnu nógv fólk út á gøtur nar fyri at vita hvat var hent, áðrenn lokalu myndugleikarnir róku tey innaftur. Reportirnar vit hava fingið frá Katowice eru munandi meira ræðu- ligar. Eftir øllum at døma hava yvir 50 týskar stríðs flog- farsdeildir lopið á býin, og eru mong deyð og særd í býnum. Tíverri eru tele fon- linjurnar til Katowice kvett- ar, so tað er enn óvist hvussu tann nágreiniliga støð an er í løtuni. Pólend- ing ar hava altíð verið full- greiðir yvir tað langa mark- ið teir hava við Týskland, sum samanlagt er 3.000 miles (4.828 km.). Og klokk an 6 í morgun vóru týsk ar herdeildir farnar um markið allastaðni. Talan er um týskar herdeildir, sum vera stuðlaðar av týska flog vápninum. Álopið hjá týskarunum er sera væl samansjóðað, líka úr Eystur-Preussen og til Slovakia, men í løtuni er ógjørligt at siga hvussu langt týsku herdeildirnar hava tikið fram. Ein stórur hvøkkur BBC greiðir eisini frá, at álopið var ein stórur hvøkk- ur fyri pólsku stjórn ina. – Tíðindini um innrásina kom sum ein stórur hvøkkur fyri pólsku stjórnina, sum ong- an tíð hevur fingið sam ráð- ingaruppleggið, sum er í 16 pørt um, har Hitler leggur upp til eina semju millum Týskland og Pólland. Pólska stjórnin hoyrdi, eins og restin av heiminum um hetta gjøgnum týsku tíð indaskrivstovuna. Pólska stjórnin frætti hetta um hetta frá bretsku stjórnini. Hetta var aftaná, at Sir Neville Henderson (bretski uttanríkisráðharrin) hevði havt ein fund við Herr Von Ribbentrop (týska utt an- ríkis ráðharran) fyri nøkrum døgum síðani. Týskar hava sagt, at pólskar herdeildir hava lopið á Gleiwitz. Men her í Warszawa verður sagt, at alt hetta er bara ein røð av týskum lygnum, endar frásøgnin hjá BBC. Tolið var uppi Sum skálkaskjól høvdu týsk arar latið nakrar menn í pólsk hernaðarklæðir, og latið hesar »lopið á« Glei- witz við týska-pólska mar- kið. Hetta skuldi so brúkast sum »rættvísgering« hjá Nazi-Týsklandi fyri at leypa á Póland. Aftan á álopið hjá Hitler á Póland var tolið hjá Frak- landi og Stórabretlandi uppi. Fraklendingar og bret ar høvdu givið eftir, tá Hitler tók Kekkoslovakia í 1938, men nú vildu teir ikki standa og bara hyggja at long ur. Bretska stjórnin sendi týsku stjórnini eitt ultimatum, at um ikki týsku herdeildirnar tóku seg aftur úr Pólandi, so var hetta at rokna sum ein krígs avbjóð- ing. Men Hitler helt fram við innrásini, og heimurin bleiv kastaður í sítt ræðuligasta stríð nakrantíð, har 70 mil- jónir fólk lótu lív. Kelda: BBC 1. september 1939: Tá Hitler leyp á Póland Burðardygg fiskiveiði Nú skal fiskivinnan í Danmark skipast soleiðis, at hon kann fáa altjóða viðurkenning sum burðardygg vinna. Danska fiskimannafelagið hevur gjørt av, at innan 2012 skal allur fiskur, sum donsk skip hava veitt, merkjast við MSC-merkinum ((Marine Stewardship Council). Í fyrsta umfari er er ætlanin at leggja seg eftir teimum fiskasløgunum, sum danir útflyta mest av t.v.s. reyðsprøku, tosk og upsa. Fiskimannafelagið sigur, at avgerðin at fáa allan fisk MSC-merktan fer at tryggja donsku fiskivinnuna á sjógvi og á landi. Í dag eru liðin sjeyti ár síðani, at týski herurin hjá Hitleri gjørdi innrás í Póland – sum samstundis var byrjanin til stóra sorgarleikin, annan heimsbardaga Týskir hermenn taka bummin niður á markinum millum Týskland og Póland tann 1. september í 1939 – fyri júst sjeyti árum síðani