Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 165 - 1. september 2009 Mintust 1. september Klokkan trý korter til fýra í morgun komu fólk saman á Westerplatten-nesinum nærhendis polska býnum Gdansk, tí tá vóru júst 70 ár, síðani eitt týskt herskip byrjaði at skjóta eftir skansanum har. Álopið var byrjanin til seinna heimsbardaga. 180 polskir hermenn mannaðu skansan, og hóast teir vardu seg manniliga, noyddust teir at gevast við mótstøðuni, tí einki lóður var eftir. Í dag eru fleiri minningarhald í Póllandi, og fleiri útlendskir gestir eru komnir til Póllands í sambandi við dagin, teirra millum týski kanslarin, Angela Merkel, og russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin. Trygging tryggjar veðrið í sjónvarpinum Við Tryggingarfelagnum Føroyar sum sponsor sendir Kringvarpið eftir tíðindasendingina í kvøld nýggja veðursendingin á fyrsta sinni. Tað er norska veðurtænastan Storm, sum hevur ment nýggju tænastuna hjá sjóvarpinum, skrivar Kringvarpið á heimasíðuni. Tað er norska veðurtænastan Storm, sum hevur ment nýggju tænastuna. Kringvarpið og Tryggingarfelagið hava gjørt ein fýra ára sáttmála um nýggju veðurtænastuna. Tá ið tað kemur til krabbamein, er solarium sett í hægsta vandabólk saman við arsenikki, asbesti og sigarettum og tí heldur Aksel V. Johannesen, lands­ stýrismaður, at tað er neyðugt at gera nakað Krabbamein Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Eg eri opin fyri at banna ungum at taka sól. Tað sigur Aksel V. Johanne- sen, landsstýrismaður í heilsumálum. Bergtóra Høgnadóttir Joensen, løgtingskvinna, hevur spurt hann, um hann hevur nakrar ætlanir um at forbjóða ungum undir 18 ár at taka sól fyri at fyribrgja krabbameini í húðini. Hon vil eisini hava at vita um ætlanin er at seta onnur tiltøk í verk fyri at fyribyrgja at óhugnaliga gongdin av krabbameinstilburðum í húðini heldur fram, sum hon málber seg. Í løtuni situr ein bólkur og ger eina krabbameins- ætlan fyri Føroyar og Aksel V. Johannesen staðfestir, at kemur hann við einum til- mæli um at forbjóða ungum undir 18 ár at taka sól, fer hann at vera opin fyri tí. Annars hava bæði lands- læknin og formaðurin í fólkaheilsuráðnum áður mælt til at forbjóða ungum undir 18 ár at taka sól Neyðugt at gera nakað Landsstýrismaðurin sigur, at hann tekur vøksturin í móðurmerkjakrabba og húð- krabba í størsta álvara og so skjótt krabbameinsætlanin er klár, fer hann at taka støðu til, hvørji tiltøk skulu setast í verk. Hann vísir eisini á, at altjóða granskingardepilin fyri krabbamein, IARC, hevur sett solarium á hægsta vandabólk saman við asbesti, sigarettum og arse- nikki og tað vísir, at tað verður neyðugt at gera nak- að munagott á hesum øki. Sjálvur sær hann tveir møguleikar. Ein møguleiki er at forbjóða ungum undir 18 ár at taka sól, eins og Týskland, Skotland og Frak- land longu hava gjørt og eins og tey nú mæla til eisini at gera í Svørvíki. Hin møgu- leikin er at upplýsa um teir vandar, ið standast av solari- um og sól yvirhøvur. Talan kann eisini vera um eina samanrenning av hes- um báðum. Skal tað forbjóðast at taka sól, eru tað kortini yms- ir praktiskir spurningar, sum skulu loysast tí flestu sólstøðir í Føroyum eru ómannaðar. Men sjálvur metir hann, at talan helst verður um eitt kunningarátak í samráð við Fólkaheilsuráðið og eitt møguligt forboð fyri, at ung undir 18 ár kunnu taka solarium. Verður kanska forboðið hjá ungum at taka sól Vøksturin í krabbameini í húsini er so óhugnaligur, at landsstýrismaðurin í heilsumálum heldur, at tað er neyðugt at seta tiltøk í verk Upsin er álitið Upsin fær alt størri týdning fyri føroyskan fiskiskap FisKisKapur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Seinastu avreiðingartøl- ini vísa, at samantalt er áleið sama nøgd av fiski komin upp á land í ár samanborið við somu tíð í fjørð. Av botnfiski er nøgdin av toski og hýsu minkað munandi, meðan væl meira er avreitt av upsa. Sjálvt um avreidda nøgdin av fiski er á leið tann sama sum í fjør, er samantalda avreiðingar- virðið minkað við 20%. Og tað er serliga viðrið á hýsu og toski, sum er minkað. Harafturímóti er virðið á upsanum vaksi við góðum 33 milli- ónum ella 22%, mun til sama tíðarskeið 2008. Avreiðingarvirðið á ups- anum er nú áleið tríggjar ferðir størri enn avreið- ingarvirðið á toskinum. Av flatfiski er meira av svartkalva komin uppá land í ár, meðan nakað minni av havtasku er avreitt. Samtalt er nak- að tað sama avreitt av flatfiski í ár, meðan sam- talda virðið er minkað 10% mun til sama tíðar- skeið 2008. Ein gamal kenning­ urin er nú aftur at finna á bretsku hitlistunum. 92 ára gamla Vera Lynn hevur yvirhálað dagsins popp­ og rockstjørnur sum U2, Guns N Roses og Prodigy, eftir at ein savnsfløga við hennara bestu sangum er komin út í Bretlandi TónleiKur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vera Lynn gjørdist kend, tá hon undir seinna veraldar- bardaga sang fyri brestsku hermonnunum víðahvar. Hon hevði eisini útvarps- sending, har hon sendi heilsanir til hermenninar og sang sangir fyri teimum. Kendasti sangurin hjá Veru Lynn má vera Well Meet Again. Nú er ein savnsfløga við sangum hjá Veru Lynn komin út í Bretlandi, og fløgan er komin beinleiðis inn á Top 20 hitlistan. Har- við er Vera Lynn, sum í dag er 92 ára gomul, tann elsti núlivandi tónleikarin, sum hevur verið á bretska hitlistanum. - Eg eri sera fegin um, at eg aftur eri á hitlistunum, sigur Vera Lynn við BBC. Vera Lynn er framvegis virkin. Hon syngur ikki longur, men hon ferðast runt í Bretlandi og sigur søgur frá sínum hendinga- ríka lívi. 92 ára gomul yvirhálar poppstjørnur Vera Lynn