týsdagur 1. september 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 165 - 1. september 2009
VITJAN
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Tað hevur verið greitt frá her
í blaðnum, at flaggið á Swan
var stjolið. Hetta var ein stór
skomm, og ikki kom flaggið
aftur heldur. Men teir funnu
so eitt gamalt flagg, sum
fekk frið.
Swan er ein gamal silda
bátur, sum er varðveittur,
eins og vit hava varðveitt
minnilig skip.
Hetland hevur eina sjó
vinnu og fiskivinnusøgu,
sum gongur nógv longur
aftur í tíðini enn okkara.
FFblaðið hevði í 2006
eina samrøðu við ta tá meira
enn 90 ára gomlu Margaret
Thomson, sum greiddi frá
tí, hon visti og mintist um
sjóvinnu hjá hetlendingum.
Abbi hennara plagdi at vera
á hvalaveiðu undir Grøn
landi, og júst søgan um het
lendska luttøku í hesi veiðu
er eisini áhugaverd.
Tað var nevniliga ein stór
hending í Lerwick, táið hvala
bátarnir á hvørjum ári løgdu
inn í Lerwick á veg til Grøn
lands. Skipini ankraðu upp
inni á redini 1012 dagar frá
endanum á februar mánaði
til byrjanina av mars mánaði.
Endamálið var at útvega sær
ta manning, sum restaði í at
vera fullmannaðir. Skiparar
nir vildu hava manning úr
Hetlandi, tí hildið varð, at
hetlendingar bæði høvdu skil
á hvalaveiðu og á sigling.
Skipini komu úr ymiskum
havnum í Skotlandi, serliga
úr Peterhead og Dundee.
Hvørt av skipunum hevði
2030 hetlendingar við.
Tað sigur nakað um,
hvussu stór henda vinnan
er, at 9. mars 1859 lógu 50
hvalaveiðuskip
inni
í
Lerwick á veg til Grønlands
at fáa manning.
Hollendskir fiskimenn
og hollendskar tuflur
Fyrst Margaret minnist var
eitt satt sildarrok í Lerwick
og her luttók ein hópur av
skipum ymsa staðni frá.
Hon minnist serliga hol
lendingar, sum eisini komu
higar. Teir vóru so nógvir,
at sunnudagar plagdu serlig
ar gudstænastur at verða
hildnir
á
hollendskum
í kirkjum í býnum. Fólk
hava tikið til allar eyðkendu
hollendsku tuflurnar, sum
stóðu í forkirkjuni.
Tað kundu liggja so nógv
skip inni, at tað kendist,
sum tey rukku heilt yvir á
Bressay, sum er oyggin
beint yvir av Lerwick.
Margaret
minnist
eitt
skjaldur, sum børnini plagdu
at syngja: Dutchmen, dutch
men don’t take me. Take (tey
nevndu navnið á onkrum
barni t.d. Jim Johnson) and
put him in the sea.“ Annars
minnast tey einki ringt um
hesar hollendsku fiskimenn.
Sildafiskiskapurin
í Hetlandi
Áðrenn føroyingar yvirhøv
ur byrjaðu at fiska við
sluppum veiddu eitt stórt tal
av sluppum úr Hetlandi undir
Føroyum og veiðan var virk
að til klippfisk heima í Het
landi. Hetlendingar fóru
sum frá leið frá sluppveiðuni
millum annað undir Føroy
um til sildafiskiskap. Tað
sama gjørdu fiskimenn i
Skotlandi. Roynt varð við
gørnum, og sildin varð so
landað til virkingar á landi,
har hon varð saltað í tunn
ur. Eitt av skipunum, sum
varð bygt til sildaveiði, varð
júst Swan, sum var bygd til
endamálið í 1900 í Lerwick.
Hann var bygdur úr eik og
var 67 føtur til longd
ar. Hann er størsta far sum
er bygt í Lerwick. Veitt varð
við línu um várið og við silda
gørnum frá mei til sep
tember. Skipið varð rættu
liga skjótt selt til Whalsey,
sum er ”høvuðsstaður” fyri
hetlendska nótaflotan. Her
Swan:
Søguligur hetlendskur silda
Turkar og armenar nærkast
Í mong ár hevur markið millum Turkaland og Armenia verið stongt
orsakað av áralongum stríði, men nú eru londini farin at nærkast hvør
øðrum. Í gjár hittust uttanríkisráðharrarnir hjá londunum, og teir samdust
um at virka fyri at knýta diplomatiskt samband vlandanna millum. Í
frágreiðingini frá fundinum stóð, at partarnir skulu taka støðu innan seks
vikur, og at málið við tí diplomatiska sambandinum er at tryggja frið og
støðug viðurskifti í økinum. Amerikanska stjórnin hevur tikið undir við
semingsroyndunum.
Í seinastu viku var forvitnislig
vitjan úr Hetlandi. Hetta var ein
av teimum gomlu hetlendsku
sildabátunum, sum er ein partur av
fiskivinnusøguni hjá Hetlandi og
eisini hjá Føroyum
Nakrir av manningini. Nr. 2 og 3 frá vinstru eru Calum Neilson og John Goodlad. Undir liðuni á John stendur skiparin Magnus Sinclair