týsdagur 1. september 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 165 - 1. september 2009
abátur á vitjan
hoyrdi Swan heima í eini 50
ár. Hann fekk ikki motor
fyrr enn i 1935, og aftan
kríggið fiskaðu teir við nót.
Bjargaður í
síðstu løtu
Men sum frá leið hasaði
hesin fiskiskapur av, og
skipini fóru í hvør sína
ætt. Fleiri teirra kom ann
ars til Føroya, har tey vóru
riggað um til snørisfiski
skap. Tey vóru nakað væl
minni enn sluppirnar.
Tann 100 ára gamli Diurin
Djurhuus úr Porkeri hevur í
Miðvikuni greitt frá hesum
parti av okkara fiskivinnu
søgu.
Swan varð seldur til Grims
by, har hann varð nýttur
sum húsbátur.
Men eigarin setti bátin til
sølu, og tá hendi tað sama
sum við sluppunum í Føroy
um. Áhugin fyri at varðveita
ein sildabát varð kveiktur,
og Swan var seldur til Het
lands.
Hetta var í tøkum tíma, tí
hetta var tann seinasti av
1.000 sildabátum. Men so
skuldu pengar fáast at seta
skipið í stand aftur. Sum við
sluppunum í Føroyum gjørd
ist hetta dýrt, og tað gjørdist
eisini nógv dýrari enn mett
av fyrstu tíð. Men góðar kreft
ur spýttu í kassan. Kostnaður
in gjørdist ein 400.000 pund,
og úrslitið sóu vit so hesar
dagar. Skipið er stak snøgt
og eitt prýði. Swan hevur síð
an 1998 verið í síni nýggju
”vinnu.” Fyri ein stóran part
hevur hann siglt við næming
um, og hann hevur verið víða
um. Hann hevur siglt í skot
sku fjarðunum, og so hevur
hann eisini verið í Noregi og
Føroyum.
Tað er ein grunnur sum
rekur skipið. Tað er fastlønt
ur skipari við. Hesin eitur
Magnus Sinclair. Í sínum
ungu søgum sigldi hann við
frystilínuskipinum Fjalsham
ar, og tað bar ikki vandari á,
at meðan vit tosaðu um
hetta, kom ”Helena”, gamli
Fjalshamar, inn móti bryggj
uni. Swan verður brúktur
til túrar av ymiskum slag.
Gamla lastin er gjørd til lug
ar, so tað kunnu vera upp til
einir 15 mans við, og tað var
tað eisini hendan túrin.
Føroyavinir
Stórur partur av monnunum
umborð vóru úr Hetlandi, men
onkur var eisini úr Orkn
oyggjunum og aðrir av skotska
meginlandinum. Serliga teir
úr Hetlandi harmaðust um, so
vánaligt ferðasambandið var
millum londini. Tað var tann
tíð, tá ið tað bæði kundi siglast
og flúgvast til Hetlands og eis
ini til Skotlands. Hetta sam
band er alt meira ella minni
hildið uppat. Tí var tað
kærkomið hjá fleiri teirra at
kunna koma til Føroyar á
hendan hátt. Við at práta við
hesar menn kom eisini fram
okkurt áhugavert. Ein av
monnunum
hevði
kræk
lingaaling, sum gekk væl.
Hann kundi hava upp til 20
fólk í arbeiði. Ein serligur
føroyavinur, John Goodlad,
var við hendan túrin.
Hann var kendur í nógv
ár sum dagligur leiðari hjá
hetlendska fiskimannafel
agnum.
John hevur eisini verið
politiskt virkin í sjálvstýrisfe
lagsskapinun Shetland Move
ment. Nú er hann virkin inn
an alivinnuna, sum eins og í
Føroyum gongur væl í Het
landi. Hann hevur ferðast til
Føroya síðan hann var les
andi. Við sær hevði hann eis
ini systirson konuna, tann 17
ára gamli Calum Neilson,
sum annars býr í Aberdeen.
Hann var ein sera dámlig
ur drongur og var ógvuliga
áhugaður í føroyskum við
urskiftum Saman vitjaðu
vit gamla kirkjugarð og
hugdu at hetlendskum fiski
mannagrøvum. Ein frásøgn
um hesar kemur í komandi
part av Hendur ið Sleptu.
Blíðir vóru teir eisini
umborð, og vit vóru fleiri før
oyingar, sum vóru bodnir at
eta døgurða saman við teim
um. Byrjað varð við borð
bøn, sum var siður umborð
á skipunum.
Døgurðin var næstan sjálv
sagt hetlendskt lambakjøt.
Swan skuldi fara til onnur
pláss í Føroyum at vitja, og
teir eru nú komnir heim aftur.
Tað var hugnaligt at síggja
gamlar vinir aftur!
Swan er eitt snøgt skip
Í lugarinum
Leita eftir minum
Londini við Eystrasalt hava gjørt av at leita eftir óbrostnum minum,
sum liggja á havbotninum. Tann fyrsta leitingin byrjaði í gjár úti
fyri estlendsku strondini, har nógvar óbrostnar minur ætlandi
liggja. 16 skip úr fleiri londum taka lut í leitingini, og tey fáa hjálp
frá servandum kavarum úr USA, Týsklandi og Estlandi. Síðani
1994 eru umleið 600 óbrostnar minur funnar á botni í estlendskum
sjóøki, men serfrøðingar ivast ikki í, at fleiri eru eftir. Teir somu
serfrøðingarnir halda, at einar 80.000 óbrostnar minur liggja á botni
í Eystrasalti. Nógv tær flestu eru frá seinna heimsbardaga.
Nógv børn í Írlandi
Í Írlandi fáa kvinnurnar nú so mong børn sum næstan
ongantíð fyrr. Hagtølini vísa,at í fjør komu 75.065 børn í
heimin har, og tað er tað mesta í 112 ár, skrivar Reutersúr
Dublin. Tað gamla metið var frá 1896, og tað árið komu
75.332 børn í veðrina í Írlandi. Hagtølini fyri árið í fjør
vísa, at tað eru kvinnur í øllum aldri millum 20 og 49 ár,
sum fáa fleiri børn nú enn fyrr. Hjá 40 prosentum av
kvinnunum, sum áttu í fjør, var talan um teirra fyrsta
barn., skrivar Reuters.