Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 165 - 1. september 2009 23 Loksins kom dagurin, har lønin frá Múrinum skuldi flytast til tónleikararnir. Men nú gera fyrireikarar greitt, at enn er eingin fíg- ging komin, og tískil verður eingin løn flutt í dag. Í dag er dagurin, ið fyrireikarar handan festivalin við Múrin skuldu rinda løn til tónleikarar og arbeiðsfólk. Fyri okkurt um 14 døgum síðani var ein teldupostur sendur til tónleikararnir, ið framvegis ikki høvdu móttikið løn. Í teldupostinum stóð greitt tilskilað, at lønin bleiv flutt áðrenn 1. September. Men enn er eingin løn komin. Royna framvegis at finna fígging Í tí víðagitna teldupostinum stóð eisini at lesa, at fyrireikararnir gleddust um, at peningur var fingin til vega, men orsakað av summarfrítíð og øðrum viðurskiftum varð ikki gjør- ligt at fáa peningin útgold- nan áðrenn 1. September. Men hetta er eftir øllum at døma ikki so. - Eg vænti og vóni, at øll í Føroyum nú hava neyðuga kunningina um, at okkum tørvar fígging til millum annað at gjalda samsýningar við, og at vit støðugt arbeiða við at fáa hesi viðurskiftini uppá pláss, so vit kunnu halda áfram at fyrireika festivalin til næstu ferð. Tað er okkara einasta mál beint nú. Sum støðan er hava vit sostatt ikki fingið fíggjarviðurskiftini uppá pláss, og vit hava longu boðað teimum flestu frá hesum, sum enn ikki hava fingið sína samsýning, sigur Mark Joensen. Í telduposti í dag ger Mark Joensen sostatt greitt, at fíggjarviðurskiftini enn ikki eru komin í rætt lag. Tó sigur hann, at teir hava fingið at vitað, at útlitini eru góð fyri at fáa fíggjarligan stuðul. Spurdur um hvør skal veita stuðulin, og hvussu stórar upphæddir talan er um, vil Mark Joensen ikki gera nakra viðmerking. Spurdur um, hvørt fyrireikararnir av festivalinum við Múrin royna at avhenda festivalin við Múrin til aðrar fyriskiparar, hevur Mark Joensen heldur onga viðmerking. Eingin fígging til Múrin seg rinum