týsdagur 1. september 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 165 - 1. september 2009
Kokkurin
mist
100.000
krónur
Kokkurin Hans Jacob M.
Garðalíð, ið stóð fyri øllum
matinum til tónleikarar
og arbeiðsfólk við Múrin,
er nú farin til sakførara,
tí hann hevur mist yvir
100.000 krónur, og hevur
enn einki fingið frá festiva-
linum við Múrin.
- Eg ætli mær at koyra
teir konkurs, sigur Hans J.
Garðalíð.
Nú hevur Múramálið
tikið enn eina vending, tá
ið kokkurin Hans Jacob M.
Garalíð í dag hevur vent
sær til ein sakførara, við
vón um at fáa sín pening
afturgoldnan. Hann hevði
mat til allar tónleikarar og
arbeiðsfólk um hendið,
og hevur nýtt yvir 100.000
krónur úr egnum lumma
til festivalin við Múrin. Enn
hevur hann einki móttikið
frá festivalinum við Múrin,
og tí hevur hann í dag
vent sær til ein sakførarar,
ið skal hjálpa honum í
málinum.
- Eg fari í dag at
ráðføra meg við mín
sakførarar, um hvat eg
skal gera í málinum, men
onkursvegna skal eg so
hava mínar pengar, sigur
Hans Jacob M. Garðalíð.
Teir offra meg
Hans Jacob M. Garðalíð
kennir seg ógvuliga vón-
brotnan av málinum, og
sigur seg ikki hava aðrar
møguleikar í løtuni enn at
stevna.
- Hasir menninir offra tey
fólkini, sum kunnu offrast í
múrakonseptinum, meðan
tey, ið ikki kunnu offrast
burtur, fáa sína løn, sigur
hann.
Hans Jacob M. Garðalíð
fer í dag at taka støðu til,
hvussu hann skal fara
víðari í málinum, men
hann hevur í øllum førum
ætlanir um, at fáa sín
pening afturgoldnan.
- Teir hava sjarmera meg
til at arbeiða fyri seg, hóast
teir eftir øllum at døma
aldrin hava havt ætlanir
um at rinda mær mína løn.
Eg og mín fyritøka yvirliva
ikki, um eg ikki fái mínar
pengar aftur, sigur hann.
Sostatt er greitt, at
tónleikarar og arbeiðsfólk
av ymsum slag hava í
dag vent sær til sakførarar
við vónini um, at fáa tað
teimum er lovað.
Nú hava tónleikarar eftir
øllum at døma fingið nóg
mikið av brotnum lyftum
frá Múrinum. Í dag gera
tónleikararnir greitt, at nú
gongur leiðin til ein felags
sakførara
Enn einaferð hava fyri-
reikar arnir við Múrin útsett
lønar dagin hjá tónleikaru-
num. Fyrireikarar lovaðu
fyri stuttum, at lønin í
seinasta lagið bleiv útgoldin
1. September, men enn er
eingin løn at heinta, og tón-
leikararnir hava fingið boð
um, at tað framvegis verð ur
arbeitt við at fáa fígg ing
til vega, soleiðis at løn in
kann gjaldast fyri tær nógvu
framførslurnar við Múrin.
Men nú hava tón leikar ar-
nir eftir øllum at døma fing-
ið nóg mikið av brotnum
lyftum.
Fleiri av tónleikarunum,
sum framførdu við Múrin,
hava nú tikið stig til at fáa
ein sakførara uppí leikin,
ið skal umboð allar teir
føroysku tónleikararnir, ið
framvegis vanta sam sýning.
- Fleiri tónleikarar hava
tikið stig til at fáa ein
felagssakførara uppí leik in,
og vit ætla okkum eisini at
koyra málið til inn krevj ing-
ar, sigur Niels Uni Dam,
for sangarin í Mc-Hár. Hann
sigur, at tað ikki eru limir-
nir í Mc-Hár, sum hava
tikið stig til at fáa sak førara
uppí leikin, men at teir
hava ætlanir um at sláa seg
saman við hinum tón leikar-
unum.
Sannleikin hevði sigrað
Tað víðagitna Múramálið
hevur tikið nógvar ymisk ar
vendingar síðani tað av
fyrsta sinni bleiv varp að
ljós á vantandi sam sýn-
ingar, og enn er seinasta
orð ið neyvan sagt. Men
mál ið hevði sambært tón-
leik arunum ikki verið eins
óheppi, um sannleikin kom
fram frá byrjanini.
- Mær dámar ikki, tá ið
fólk lúgva fyri mær, ella tá
ið tað verður logið uppá
meg. Og fyrireikararnir við
Múrin hava bæði logið fyri
mær, og uppá meg í hesum
málinum, sigur Niels Uni
Dam, forsangari í Mc-Hár.
Mark Joensen, fyrireikari,
hev ur sambært Niels Una
Dam sagt eitt við tón leik-
ar arnir, meðan hann hev ur
sagt eitt annað við fjøl mið-
lar nir.
- Hetta málið hevði als ikki
verið eins óheppi og keði-
ligt, um sannleikin bara varð
sagdur frá fyrst an tíð. Tað er
keðiligt, at vit hava fingið at
vitað, at fígg ing in er funnin,
tá ið tað nú er greitt, at
eingin fígg ing er, sigur Niels
Uni Dam.
Enn hava tónleikararnir
ikki vent sær til ein sak før-
ar ar, men sum skilst verður
ein felags sakførari funnin
í vikuni, sum síðani skal
um boða tónleikararnir í
Múra máli num.
Tónleikarar sláa
saman móti Múr