Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 1. september 2009 – Nr. 154 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Starvsnevndin hjá Fótbóltssambandinum gjørdi í gjár av, at málið um spæliloyvið hjá Christiani Restoff Mouritsen skal viðgerast av nýggjum í Kapppingarnevndini jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Málið um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen er enn ikki endaliga avgreitt. Síðani Kappingarnevndin á fundi tann 21. august gjørdi av at flyta spæliloyvið gjøgnum undantaks­ regluna í grein 17.5 í Kappingar­ reglunum, hevur KÍ í fleiri um før u­ num gjørt vart við sína ónøgd um avgerðina. Í fyrsta umfari til Kapp­ ingar nevndina sjálva, og síðani í skrivi til Starvsnevndina, sum hartil fekk áheitan frá 12 feløgum um at virða reglurnar fyri flytingar gluggan. Starvsnevndin hjá FSF hevði fund um málið í gjár, og her varð avgjørt, at málið skal viðgerast av nýggjum í Kappingarnevndini. ­ Har er ein áheitan komin frá 12 fe løgum, og hana hava vit tikið til eftirtektar. Niðurstøðan var tí, at málið er beint aftur í kappingar­ nevnd ina, sigur Niklas á Líðarenda, varaforseti hjá FSF. Um so er, at Kappingarnevndin kemur til ta niðurstøðu, at spæli­ loyvið ikki skuldi verið flutt, fær hetta tó neyvan ávirkan á dystin millum, B36 og KÍ. Ein dyst, sum B36 vann 3­0. Grein 14.3 í Kappingarreglunum staðfestir nevnliga, at er spæliloyvið útflýggjað, er spælarin at rokna sum lógligur. Í viðmerkingunum til greinina verður sagt, at uttan mun til um flytingin hevur verið samsvarandi reglunum ella ikki, er leikarin at meta sum lógligur leikari fyri fe ­ lagið, tá FSF hevur útskrivað hon­ um loyvisbræv. Og tí kemur neyv an upp á tal, at ein møguliga broytt niðurstøða frá Kappingar nevndini fær nakra sum helst ávirk an á dystin, sum varð spældur tann 23. august. Høgni miðskeiðis í feltinum Millum tey 17.500, sum um vikuskiftið tóku lut í Bikebeinerrittet, sum er fjallasúkklukapping, í Noreg, var eisini Høgni Rúnason Øster. Talan er um ein tein upp á 94 kilometrar úr Rena til Lillehammer, og 14.460 av teimum, sum byrjaðu, vunnu seg allan vegin fram. Av teimum gjørdist Høgni nummar 6.731, og var tíðin hjá honum 4 tímar, 39 minuttir og 9 sekund. Hetta er nakað verr tíð enn tað, sum Høgni megnaði í fjør, men tað kemst fyrst og fremst av, at líkindini til kappingina í ár vóru stak vánalig. Nýtt met til Randi Í seinastu kapping hetta kappingarárið gjørdu limirnir í hvirluni ein ordans vørr og settu sera nógv persónlig met og harafturat bleiv tað til eitt føroyskt met. Mest sum allir yngru luttakararnir settu nýggj met, og hjá teimum vaksnu var talan um fleiri persónlig met, og Meifríð er nú einans 28 cm frá føroyska metinum í diskuskast sum Ingibjørg Poulsen setti fyri sjey árum síðani. Helgi Geyti gjørdi heldur ikki mætari enn at hann kastaði 2 kg diskin longur enn 1,5 kg diskin. Dagsins úrsliti stóð Randi Kúrberg tó fyri, tí at hon megnaði at betra um tað føroyska metið í kasti 5­kampi soleiðis at tað nú er 2702 stig. Mouritsen aftur í Kappingarnevndina Máltindurin Vodafone-deildin Ahmed Keita B68 14 Finnur Justinussen Víkingur 14 Andrew av Fløtum HB 13 Arnbjørn Hansen EB/S 12 Karoly Potemkin NSÍ 12 Jens Erik Rasmussen 07 Vestur 10 Rógvi Poulsen HB 8 Andy Olsen ÍF 8 Hjalgrím Elttør KÍ 8 Tór-Ingar Akselsen 07 Vestur 7 Bjarni Jørgensen HB 7 Fróði Benjaminsen HB 7 Milan Kuljic HB 7 Christian Høgni Jacobsen NSÍ 7 Jóan Símun Edmundsson B68 6 Kristoffur Jacobsen KÍ 6 Bogi Løkin NSÍ 6 Óli Hansen NSÍ 6 Andreas Lava Olsen Víkingur 6 Tamba Yarjah 07 Vestur 5 Hans Pauli Samuelsen EB/S 5 Levi Hanssen EB/S 5 Sorin Anghel EB/S 5 Balazs Sinko ÍF 5 Súni Olsen Víkingur 5 Toppskjúttin í Vodafone-deildini fær eftir kappingarárið handað gylta skógvin frá Thomas Dam Ítrótti vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 22 14 - 6 - 2 51 28 23 48 2 EB/S 22 11 - 5 - 6 44 28 16 38 3 B68 22 10 - 6 - 6 43 37 6 36 4 NSÍ 22 10 - 5 - 7 46 37 9 35 5 Víkingur 22 10 - 5 - 7 40 31 9 35 6 AB 22 8 - 6 - 8 25 26 -1 30 7 ÍF 22 6 - 5 - 11 32 40 -8 23 8 B36 22 5 - 6 - 11 26 42 -16 21 9 07 Vestur 22 4 - 6 - 12 33 51 -18 18 10 KÍ 22 4 - 6 - 12 25 45 -20 18 Formbarometrið vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 AB 6 4 - 2 - 0 13 4 9 14 2 HB 6 4 - 1 - 1 12 6 6 13 3 EB/S 6 4 - 1 - 1 12 6 6 13 4 07 Vestur 6 3 - 1 - 2 11 9 2 10 5 NSÍ 6 2 - 2 - 2 12 12 0 8 6 ÍF 6 2 - 1 - 3 12 17 -5 7 7 Víkingur 6 1 - 2 - 3 10 12 -2 5 8 B68 6 1 - 2 - 3 8 12 -4 5 9 B36 6 1 - 1 - 4 6 11 -5 4 10 KÍ 6 1 - 1 - 4 5 16 -11 4 Fakta um Vodafone-deildina EB/Streymur – NSÍ 2-2 (1-0) 1-0: Dánjal Davidsen 37. 1-1: Christian Høgni Jacobsen 49. 2-1: Arnbjørn Hansen 72. 2-2: Christian Høgni Jacobsen 80. Dómari: Bárður Mortensen Hjálpardómarar: Jens A. Simonsen og Johnleif Gerðisá EB/Streymur: René Tórgarð ­ Bárður Olsen (Alex Dos Santos, 88.), Egil á Bø, Dánjal Davidsen, Leif Niclasen ­ Hans Pauli Samuelsen, Brian Olsen (Pauli G. Hansen, 80.) Sorin Anghel, Marni Djurhuus (Pætur Dam Jacobsen, 67.), Levi Hanssen ­ Arnbjørn T. Hansen Gult kort: Egil á Bø NSÍ: Meinhardt Joensen ­ Jónhard Frederiksberg, Óli Hansen, Jens Joensen, Einar T. Hansen ­ Bogi Løkin, Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Jann Martin Mortensen (Klæmint Olsen, 80.) ­ Christian Høgni Jacobsen, Karoly Potemkin Gult kort: Karoly Potemkin Fyri triðju ferð skal Kappingarnevndin taka støðu til, um tað er rætt at loyva flytingini av spæliloyvinum hjá Christiani Restorff Mouritsen, hóast sáttmáli og áheitanin um leysgeving ikki varð sent inn til tíðina