Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. september 2009 – Nr. 165 Eidur Smári til Monaco Barcelona hevur gjørt av at selja íslensdka Eidur Smára Gudjohnsen. Beint áðrenn flytingargluggin stongdi í gjárkvøldið, skrivaðu spælarin og franska Monaco undir ein tvey-ára sáttmála. 30 ára gamli Gudjohnsen verður mettur sum ein av fremstu íslendsku spælarunum nakrantíð, og hevur hann fyrr spælt við PSV, Bolton og Chelsea. Øðrvísi ítróttur í Yndi Fitness Í kvøld byrjar skeið í serligu brasiliansku ítróttargreinini ”Capoeira” í Yndi Fitness. Capoeira er ein samanrenning av dansi og stríðsítrótti. Ítrótturin hevur sín uppruna frá afrikonsku trælunum, sum á sinni vóru førdir til Brasilia. Instruktørur er Russell Fielding úr Florida í USA. Russel lesur Landafrøði og Fólkalívsfrøði á Luisiana State University. Har undirvísur hann í Capoeira í frítíðini. Yndi Fitness hevur fingið samstarv við Russel, so tey koma at hava hann at undirvísa í hølunum Yviri við Strond í 5 vikur. NSÍ EB/Str Fýra mál, ein rúgva av ferð, nógvar tekniskar detaljur og ivasamt verjuspæl. Soleiðis kann dysturin við Margáir í gjár lýsast. Ein sonn uppliving í føroyskum fótbólti eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu Optimisman var blivin stór í EB/ Streymi eftir sigrarnar á B86 og B36. So stór, at prátið var byrjað í krók- unum. - Tað hevði verið stuttligt at hevnt 2006. Tað var nevniliga tá HB fekk meistaraheitið í seinasta umfari. Hópurin hjá Heðini Askham hevði helst ikki so góðar vónir til hetta, men skuldi nøkur vón verða, so var kravið at vinna á NSÍ. Runvíkingar høvdu framman undan dystinum funnið seg í veruleikanum, at annað plássið er tað, teir skulu kempa fyri, og at hetta kundi koma nógv nærri við einum sigri á EB/Streymi. Tí var lagt upp til ein dyst, har báðir partar veruliga fóru inn fyri at vinna. Og tað gjørdu teir eisini. Álop betri enn verja Longu frá fyrsta bríksli vísti tað seg, at bæði liðini spældu rættiliga frítt, og eini fýra hálvir og heilir møgu- leikar vóru til hvørt liðið, áðrenn tíggju minuttir vóru spældir. Hjá NSÍ vóru tað serliga Christian Høgni Jacobsen og Karoly Potemkin, sum vóru sera ágang- andi, meðan verjan hjá EB/Streymi ikki fekk so nógvan stuðul frá mið- vøllinum, og tí bleiv rættiliga nógv pláss. Í hinum endanum sá rættiliga líka út. Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen fingu rættiliga nógv pláss millum verjuna og miðjuna hjá NSÍ, so spælið gekk skjótt hvønn vegin, hóast ikki allar avleveringar og allar temjingar vóru perfektar. Hetta seinasta kemur helst av, at bæði liðini spældu so skjótt, at beinini ikki altíð megnaðu at fylgja við tí, sum høvdið vildi. Eitt »deytt« korter Um miðjuna av fyrra hálvleiki sýnt- ust spælararnir rættiliga móðir av at tuska aftur og fram eftir vøll- inum, og hetta hevði við sær, at góð tíð var tikin um hvønn einasta deyðbólt og ferðin fór eitt sindur niður. Hinvegin var spælið fram- vegis gott, og nú blivu eisini fleiri dystir á miðvøllinum. Tá korterið restaði av fyrra hálv- leiki byrjaði skjóta spælið aftur, fleiri møguleikar komu, og EB/Streymur fekk eisini mál. Øgiligur intensitetur Seinni hálvleikur byrjaði ikki heilt sum fyrri endaði. Spælararnir vóru eitt sindur varnari og NSÍ hevði bóltin nógv meira, meðan EB/ Streym ur royndi seg meira við kontra fótbólti. Onkustaðni í høvdinum hjá EB/ Streymsleikarunum hevur upp- skriftin, sum ofta hevur riggað ligið. Skora fyrsta málið og kontra fyri rest. Hetta ætlaðu Christian Høgni Jacob sen og hinir ikki, og brátt var støðan 1-1. Soleiðis helt seinni hálvleikur fram. Liðini skiftust um at hava trýst á málunum hjá hvørjum øðrum, og tá so nógvir møguleikar er, sum tað vóru í gjár, so er ilt at taka dagar ímillum, hvør hevði fleiri stórar møgu leikar. NSÍ hevði fleiri skot á træ verkið, og kanska Arnbjørn Hansen kennir, at hann átti brot- spark í dystinum, men liðini fingu so eitt mál í part afturat. Og tá Bárður Mortensen helt, at liðini høvdu fingið nóg nógva tíð at stríðast fyri sigri, var støðan 2-2. Hetta merkir so, at EB/Streymur nú má gloyma HB heilt, og heldur staðfesta næstfremsta plássið. Meðan NSÍ misti tvey stig í stríð- num um annað plássið, hóast tað kanska ikki ger allan munin. Tað blivu heilt nógvar støður mann ímóti manni gjøgnum góða ferðmikla dystin.. Her síggja vit Levi Hanssen runda Einar Hansen. EB/Streymur fekk helst fríspark úr hesi støðu Mynd: Álvur Haraldsen Málini 37: EB/Streymur fær fríspark í høgru síðu eitt sindur frammanfyri miðjuna. Bárður Olsen leggur frísparkið innfyri. Bólturin sleppur at flúgva til aftaru stong, har Dánjal Davidsen fær bóltin beint fyri føturnar og leggur bóltin trygt í netið. 49: NSÍ er í álopi. Bólturin verður sendir upp eftir vøllinum. Málskjúttin, Dánjal Davidsen, verður pressaður og spælir bóltin beint til Christian Høgna Jacobsen. Runavíkingurin trekkir inn í vøllin og smekkar til úr 20 metrum. 1-1, tá bólturin fer inn, dygst við stongina. 72: Sorin Anghel hjá EB/Streymi fær bóltin heppið við sær í høgru síðu. Smekkar bóltin yvir um, har Arnbjørn Hansen fluktar bóltin í málið. Meinhard Joensen roynir at bjarga, men stendur inni í málinum. 80: Verjan hjá EB/Streymi sær ótrygg út undir trýsti frá NSÍ í vinstru síðu. Brádliga hevur Christian Høgni Jacobsen bóltin í brotsteiginum, har ruðuleiki er. Christian Høgni setir tveir mans av, áðrenn hann lobbar bóltin upp um liggjandi René Tórgarð. EB/Streymur – NSÍ 2-2 (1-0): Reklamufótbóltur við Margáir Enn teore tiskur møgu leiki Heðin Askham, venjari hjá EB/ Streymi, vildi ikki endaliga staðfesta, at meistarasteypið fer í HB húsið, enn. - Er teoretiskur møguleiki, so fara vit eftir tí. Vit kunnu sjálvandi ikki brúka ein 2-2 javnleik til nakað, og tað kann NSÍ heldur ikki. So hetta var rættiliga óheppið fyri okkum, segði Heðin Askham eftir dystin. Hann heldur, at liðið hevði spælt ein góðan dyst, men at persónlig mistøk høvdu kost- að nógv. Eisini vísti hann á, at NSÍ hevði havt longri steðg síðan seinasta dyst, hóast hann ikki vildi nýta hetta at skylda uppá. -eij NSÍ burdi vunnið - Vit vóru tað meira ágangandi liðið. Vit høvdu fleiri møguleikar enn EB/Streymur, og burdu helst vunnið dystin. Hinvegin kunnu vit brúka hendan javnleikin, tí EB/ Streymur fer ikki meira frá okk um, meðan vit framvegis eru partur av stríðnum um medaljurnar, segði Pauli Poulsen í gjárkvøldi. Hann vísti eisini á, at liðið hevði víst góðan moral, tá tað eydnast at koma aftur í dystin tvær ferðir. Somuleiðis staðfesti Pauli Poulsen, at miðvøllurin hevði staðið seg øgiliga væl, tá balansa var um miðjan vøll, hóast EB/Streymur hevði tríggjar á miðvøllinum og NSÍ tveir. -eij