Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. september 2009 Tá FM-kapping var í sprint triathlon sunnudagin, vóru tað fleiri, ið royndu seg fyri fyrstu ferð, nú tein ur in ikki var so øgiliga lang ur. – Veðrið var gott, so kanska tað gevur teimum hug at royna aftur, heldur Gunnar Dahl-Olsen, ið vann kapp- ingina einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Tað tykist, sum alsamt fleiri før oy­ ing ar fáa áhuga fyri bland ings ítrótt­ argreinini triathlon, ið kann íðkast í ymsum teinum og síðani kemur heilt upp í ironman­longdir. Hetta var í øllum førum ein av niður støð­ unum eftir FM­kappingina í tí stytsta teininum, sprint triathlon, ið var sunnudagin. Her var talan um 750 metra svimj ing, 20 kilometra súkkling og seks kilometra renning, og tað er ikki longri enn so, at tað kunnu tey sakt ans royna, ið umhugsa at fara undir at gera meira við slíkar kapp­ ingar, men ikki ordiliga vita, um hetta er nakað fyri tey. – Onkuntíð eru nýggj fólk komin við til hesa kappingina, ið altíð plag ar at vera um hesa tíðina á árinum, tá veðrið kann vera svika­ ligt. Og tá hava vit ofta sæð, at tað bara gjørdist til ta einu kappingina, tí vánaliga veðrið kanska ikki gjørdi tað til akkurát ta upplivingina, tey høvdu vónað, sigur Gunnar Dahl­ Olsen, ið sjálvur vann kappingina sunnudagin. – Men vit vóru heppin við veðr­ inum, tí hesa ferð var stórt sæð bara eitt sindur av vindi á einum parti av súkkluteininum. Har, sum vit runnu, darvaði veðrið einki, og svimjingin var sjálvandi innandura, so kanska hevur henda kappingin givið okk­ um tilgongd, ið verður varandi. Í triathlon ræður mest um egnan mátt og egna megi, tí tú ert ein­ samallur, og tað sær út til at tiltala mong. Guðmundur ikki við Sjálvur hevur Gunnar okkurt árið gjørt meira við triathlon, enn hann hevur gjørt í ár. Í fjør var hann eitt nú við til tvær kappingar í Dan­ mark, har hann vann í sínum aldurs­ bólki, men av tí at hann hevur havt trupul leikar við renningini, hevur tað líkasum hildið honum aftur. – Men hesa ferð vísti tað seg at ganga væl við renningini eisini, og tá eg hyggi at tíðunum, so lá hvørt umfarið um fýra minuttir, sum er í lagi. Alt í alt eri eg nøgdur, og serl­ iga, tí eg fekk runnið ígjøgnum hesa ferð, sigur hann. Ein annar triathletur, ið hevur tikið seg nógv fram, er Guðmundur Joensen, sum tó ikki var við sunnu­ dagin, tí hann í staðin var við í einari stórari fjórðings Ironman­ kapping niðri, har hann gjørdist nummar fimm. Hann hevur vakt so mikið ans, at hann hevur fingið tilboð um at venja við góða danska elitufelagnum, TRI4, og tað hóskar honum væl, nú hann hevur valt at satsað upp á triatlon. – Saknur var í Guðmundi, sum hevur tikið seg sera nógv fram og óivað eisini hevði vundið burtur úr mær, um hann var við. Man har var so eitt nú Andrass Joensen, ið royn­ ist drúgvur, umframt at eg fekk størstu kappingina frá einastu kvinn uni í kappingini, Súsannu Skylv, sigur Gunnar Dahl­Olsen, ið bara var níggju sekund framman fyri hana, tá avtornaði. Drúgt klædnaskifti Hjá Súsannu var FM­kappingin sunnudagin síðsta høvið at fín­ pussa formin undan hennara næstu stóru avbjóðing, sum er hálv Iron­ man­kapping í Monaco sunnu dag­ in, ið samstundis gevur atgongd til World Championship­kappingina í Florida í USA, um hon endar millum tvær tær fremstu. – Eg haldi sjálv, at tað gekk fínt, og eftir umstøðunum eri eg nøgd. Tað var nokk so stuttligt, at eg skuldi vera bara var nøkur sekund frá at taka Gunnar eisini. Men tað besta var, at eg kundi vera við í kappingini, so eg fekk meg roynda, áðrenn næsta avbjóðingin er á skránni, sigur hon. – Millum annað kostaði klædna­ skiftið millum svimjingina og súkk­ lingina dýrabæra tíð, so hesum lærdi eg nakað av, tí har brúkti eg ein hálvan minutt meira enn Gunnar. Eg royndi teir skógvarnar, sum tey professionellu brúka, við elastikki og øllum, men tað tók mær ov langa tíð, so tað fari eg ikki at brúka í Monaco. Harnæst helt eg veðrið vera verri, enn tað var, so eg læt meg í so væl í – bæði við longum ermum, jakka og longum buksum – og tað kostaði alt tíð hjá mær. Súsanna var smáar tveir minuttir skjótari úr svimjihylinum enn Gunnar, men í súkklingini royndist hann drúgvari og fór væl framum, men tá tað kom til renningina, var tað hinvegin Súsanna, ið alla tíðina minkaði um munin, sum altso bara gjørdist níggju sekund, tá avtorn­ aði. – Eg rokni ikki við, at monnum dámar serliga væl at tapa fyri einari kvinnu, men eg vænti allíkavæl, at næstu ferð vinni eg á øllum monn­ unum, sigur Súsanna, sum í dag fer av stað við kós ímóti stóru av bjóð­ ingini í Monaco. FM í Sprint Triathlon 2009 Menn 1. umfar 2. umfar 3. umfar 4. umfar 5. umfar 6. umfar Nr. Navn Svimjing Skifti Súkkling Renning Renning Renning Renning Renning Renning 1 Gunnar Dahl-Olsen 11.37 13.27 42.59 47.33 51.45 56.00 1.00.15 1.04.36 1.08.39 2 Andrass Joensen 12.26 14.15 46.50 51.18 55.27 59.37 1.03.49 1.07.58 1.12.12 3 Kári Simonsen 13.56 17.44 57.36 1.02.47 1.07.37 1.12.30 1.17.43 1.22.51 1.27.50 4 Jógvan Djurhuus 13.00 16.43 54.31 1.02.22 1.07.33 1.13.14 1.18.44 1.24.36 1.30.49 5 Uni Petersen 12.59 17.02 58.42 1.05.18 1.11.15 1.17.00 1.22.53 1.29.09 1.35.34 6 Henry Berg 13.56 17.40 1.02.53 1.09.20 1.15.52 1.22.25 1.29.00 1.35.59 1.42.25 Kvinnur 1 Súsanna Skylv 9.48 12.10 45.00 49.07 53.05 57.05 1.01.05 1.05.03 1.08.48 Tað, sum kostaði Súsannu Skylv mest av tíð sunnudagin, var klædnaskiftið millum svimjingina og súkklingina Mynd: Álvur Haraldsen Fleiri velja triathlon Gunnar Dahl-Olsen í gongd svimjihylinum, sum var fyrsti teinurin í FM-kappingini í sprint triathlon, sum hann vann sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen