týsdagur 1. september 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 165 - 1. september 2009
viðmerkingar
Í Dimmalætting 24. august
hevur Beata L. Samuelsen
áhugavert viðtal við stjór
an, Ragnar Siil og ráðgev
an, Jorma Sarv úr estlend
ska mentamálaráðnum.
Listafólkasambandið
hevði eisini fund við hesar
báðar ógvuliga frúntligu
menn úr Estlandi. Vanliga
hugsanin um Estland er, at
hetta er eitt eysturevrope
sikt land, ið ikki er eins
framkomið og vit eru. Tað
sást eisini á viðtaluni, at
her er talan um eitt land,
har fólkið ikki hevur tað so
gott sum vit. Innflatiónin í
Estlandi liggur um seks
prosent og arbeiðsloysi er
um 15 prosent. Vit hava
teir seinastu nógvu mán
aðirnar jabba um kreppu
og eg veit ikki hvat. Polit
ikarar hava staðið í beinum
raði og roynt at mana fram
eina kreppu. Henda sokall
aða kreppan, vit hava her á
landi, hevði verið ein hin
størsta framgongdin í est
lendskari søgu, var hon
har, so tað velst um,
hvussu forkelað eyguni
eru, sum síggja.
Tað, sum ikki kom fram
í viðtaluna, og sum vit
tosaðu við teir um, var,
hvussu listafólkini høvdu
tað í Estlandi samanborið
við okkum, sum her á landi
starvast við list. Eg gjørdist
rættiliga skelkaður av,
hvussu frammaliga tey eru
í Estlandi, bera vit estlend
ingar saman við okkara
sokkallaða framkomna og
mentaða land.
Føroyskir politikarar
hava nógv at læra. Grúiliga
nógv. Fari her at nevna
nøkur mál, sum hesir so
arbeiðsfúsu fulltrúarnir úr
estlenska mentamálaraðn
um søgdu okkum, at
listafólk í Estlandi hava,
men sum vit ikki hava.
Mentamálaráðið í Est
landi hevur í samstarvi við
Talinn kommunu keypt 50
gamlar ídnaðarbygningar,
sum teir hava gjørt um til
sjónleikahús, listabýli,
atelier, skrivstovur til rit
høvundar, framsýningar
høllir og annað.
Teir hava eina serskatta
skipan til listafólk, tí at
hesi detta altíð ímillum
eina Askattaskipan og
eina Bskattaskipan.
Teir hava eina lønar
trygd, ið tryggjar listafólki
frið at skapa síni verk.
Teir gjalda fyri at fáa
listafólk á skeið í fíggjar
stýring, soleiðis, at lista
fólkini betur sjálvi kunnu
promovera sína list.
Enntá hava teir eina
arbeiðsloysisskipan, har
listafólk, ið eru komin til
skaða ella hava eina skap
anarblokadu, kunnu fáa
pengar.
Her sita vit í Føroyum og
rósa okkara skipan. Tað er
til at skammast yvir. Tað er
beinleiðis flóvisligt at tosa
við slíkar menn og at skula
greiða teimum frá, hvussu
vit hava tað, við øllum
teimum pengunum, sum
vit hava á ráða yvir her á
landi, og at her tosa vit fyri
deyvum oyrum.
At enda við, so løgdu
hesir báðir stóran dent á,
hvussu stóran týdning tað
hevði, at listafólk høvdu
eitt umhvørvið, har
hugskot og tankar kundu
blóma.
Okkurt er grundleggj
andi galið í Føroyum. Ilt er
at siga, um talan er um ov
vánaligar fulltrúar hjá
mentamálaráðnum ella um
talan er um mentamálaráð
harrar, ið ikki vilja arbeiða
fyri livikorunum hjá lista
fólkum, tí at ráðharrarnir
ikki hava skilt, hvønn
týdning listin hevur fyri
samfelagið. Tað mátti verið
ein góð avbjóðing hjá
einum politikara at arbeitt
við slíkum, sum í øllum
øðrum londum verður mett
sum ein munagóð íløga
fyri samfelagið.
Kanska eru vit (eins og í
Pisakanningini) eisini
aftast á hesum økinum. Tað
rokni eg tíanverri við. Men
eg bjóði politikarunum av
at prógva hitt øvugta.
Fiskur selur ikki list, list selur fisk
formaður í Listafólka
sambandi Føroya
Oddfríður
Marni
rasMussen
So hevði Jóhan Dahl aftur
eina útsøgn um sítt máls
økið, javnstøðu. Hesaferð
vóru boð eftir honum í
útvarpstíðindunum fríggja
kvøldið 26. august. Orsøkin
var, at almennu Føroyar
saman við Danmark hava
verið til próvtøku í, hvussu
røsk vit eru at halda
CEDAWsáttmálan, sum er
ein STsáttmáli við tí enda
máli at taka av mismun
vegna kyn móti konufólki.
Sáttmálin hevur verið í gildi
í Føroyum síðani 1987.
Kvotur
Eitt av tilmælunum frá
CEDAWnevndini hjá ST
fyri at økja um javnstøðu í
føroyska samfelagnum er
at fáa í lag kvotur, so at
fleiri konufólk verða um
boðað í leiðslum. Hetta ber
sambært Jóhan Dahl ikki
til, tí at tað eru ov fá
konufólk í Føroyum. Og av
tí at vit eru eitt samfelag
við kvinnutroti, kunnu
kvotur skapa eins nógvar
trupulleikar sum loysnir,
segði Jóhan Dahl í útvarps
tíðindunum hetta kvøldið.
Hyggja vit at tølunum,
síggja vit, at 1. januar í ár
búðu 25.370 menn og
23.408 kvinnur í Føroyum.
Lutfallið er 52% av monn
um og 48% av kvinnum. Í
aldursbólkinum 25 til 67 ár
vóru tølini 13.678 menn og
11.946 kvinnur. Her er
lutfallið 53% av monnum
og 47% av kvinnum.
Hesi tøl siga okkum, at
einki hald er í útsøgnini
hjá landsstýrismanninum í
javnstøðumálum, tá ið
hann sigur, at kvotur kunnu
gerast ein trupulleiki
orsakað av kvinnutroti.
Kvotur eru ein møguleiki
í arbeiðinum fyri øktari
javnstøðu. Spurningurin
um, hvørt kvotur er rætta
loysnin, er stórur og eigur
at verða væl og virðiliga
viðgjørdur, áðrenn ein slík
avgerð verður tikin. Men at
okkara javnstøðumálaráð
harri vísir hesum uppskoti
aftur við kvinnutroti sum
einastu grundgeving, er
rætt og slætt ov ússaligt.
Tíverri tykist hann brúka
hetta álvarsmál sum eina
vána umbering fyri vant
andi viljan, ella evnini, at
taka javnstøðu í álvara.
Logikkurin
Umframt at vera lands
stýrismaður í javnstøðu
málum er Jóhan Dahl
eisini landsstýrismaður í
vinnumálum. Um hann á
hesum øki brúkar somu
tankagongd, sum hann
brúkar á javnstøðuøkinum,
átti hann at komið til ta
niðurstøðu, at tað ikki ber
til at arbeiða við nýskapan
í Føroyum, tí at føroyska
vinnulívið er so einstáttað.
Merkir hetta, at alt arbeiðið
frá almennari síðu við
vinnuligari nýskapan er til
fánýtis?
Hvørjar førleikar?
Hetta kvøldið segði lands
stýrismaðurin eisini við
útvarpið, at tað einki krav
er í javnstøðulógini um, at
tað skal vera javnstøða í
nevndum, og at man hóast
alt skal hyggja at
førleikunum.
Hvørjir hesir førleikar
eru, lysti meg vita. Tí í
lesarabrævi í Dimmu 6.
mai 2009 roynir Jóhan
Dahl at greiða frá, hvørjir
førleikar skuldu til, tá ið
nevndin í Atlantic Airways
varð vald. Hann skrivar
millum annað: ‘Yvirskipað
sæð hevði eg í huganum, at
nevndin skuldi vera sett
saman soleiðis, at hon á
ein effektivan og frameftir
lítandi hátt er før fyri at
taka sær av sínum leiðslu
uppgávum herundir
strategisku uppgávunum
og eftirlitsuppgávunum –
og samstundis vera ein
konstruktivur og skikkaður
sparringspartnari fyri
stjórnina’.
So vita vit tað. At í høvdi
Jóhan Dahls er ikki eitt
einasta konufólk, hvørki í
Føroyum ella í øðrum
Norðurlondum, sum hevur
hasar førleikarnar.
Málsøkið
Jóhan Dahl hevur ábyrgd
av málsøkinum javnstøða,
um hann vil tað ella ikki.
Nú eitt ár er liðið, síðani
sitandi samgonga kom til,
er tíð uppá, at Jóhan Dahl
saman við aðalstjóra sínum
raðfestir arbeiðsorkuna í
Vinnu og javnstøðumála
ráðnum, soleiðis at okkurt
starvsfólkið í ráðnum fær
umstøður at arbeiða við
javnstøðu. Alt annað er at
misrøkja hetta málsøkið.
Í sama viðfangi kundi eg
hugsað mær at fingið at
vitað, um løgmaður og
partamaður Jóhan Dahls er
nøgdur við ta arbeiðsorku
og tann vilja, sum lands
stýrismaðurin í vinnu og
javnstøðumálum leggur í
eitt av sínum málsøkjum.
Ella er eisini Kaj Leo
Johannesen líkasælur við
ta risa avbjóðing, sum
arbeiðið fyri øktari javn
støðu í føroyska samfelagn
um er?
Javnstøðumálaráðharrin – einaferð enn
forkvinna í
Javnstøðunevndini
Kristianna
Winther
POulsen
Helgi Abrahamsen
løgtingslimur hevði eina
heilsan til sandoyarfólk
ella rættari sagt til sóknina.
Hvat er tað, sum fær ein
ungan mann at koma við
slíkum boðskapi.
Jú hatta var sera negativt
og óreint. Man kann siga at
suðurøkið í Føroyum er í
fríum falli.
Fjøður í hattin
Jú helst roynur hesin ungi
fuglfirðingurin at fáa eina
fjøður í hattin frá teimum,
sum ikki unna suðurøki
num sámulig kor. Tað ger
Helgi við at sparka ein,
sum liggur. Tað plagdi ikki
at vera mett sum ein rættur
maður.
Hvar er trupulleikin. Eg
eri partur av eini sam
gongu, og tað er tú eisini.
Tað var ein av tínum
partamonnum, sum segði í
hinari ABCsamgonguni,
at ein tunnil skuldi ikki
gerast til Sandoynna,
meðan búskapurin var
heitur. Nú er búskapurin
kólnaður, og teir vísu uttan
í heimi meina, at heims
kreppan fer at hæsa av.
Gævi sætt at so var.
Helgi, vit hava samtykt
P/f Sandoyartunnilin. So
Annika Olsen eigur at fáa
tey viðurskiftini í ordan.
Hin parturin av avtaluni
var og er, at peningur, sum
hevur verið goldin til
Noyrðoyatunnilin skal í
Sandoyartunnilin uml. 40
mió. nú í 20092010 og so
framvegis.
Ung
Minst til Helgi, tú meinar,
at vit eru ov fá at gera slíka
íløgu til.
Helst hugsar tú Helgi so
egoistiskt: tunnil til
Sandoy/Suðurøkið koma
eg og míni helst ikki at
hava brúk fyri, tað eru ikki
míni børn, sum vera noydd
at flyta heiman í frá.
Men Helgi Abrahamsen,
ístaðin fyri eru tað okkara
børn, okkara abbabørn,
okkara ungdómur, sum
noyðist at flyta, tá tey fara
úr 10. flokki og eru burtur
alla vikuna og til síðst
flyta. Harvið minkar
suðurøkið meir og meir.
Tað eru okkara
arbeiðsfólk, handverkarar,
sum fara til arbeiðis inn á
meginøkið og eru heiman í
frá í 12 tímar hvønn dag.
Men sjálvsagt heldur tú,
sum so, at hatta er ikki mín
trupulleiki, hóast eitt
valdømi. Tí Helgi, tú kann
seta teg í bilin og koyra til
arbeiðis. Og koyra tíni
børn har tey skulu.
Nei latið okkum halda
gjørdar avtalur.
Til síðst góði Helgi,
hasin óndskapurin móti
suðurøkinum í Føroyum
klæðir tær ikki.
Sandoyartunnilin
løgtingslimur
Gerhard
lOGnberG