Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 165 - 1. september 2009 17 1. september 1984 varð Sjónvarp Føroya alment tikið í brúk, so í dag 1. september 2009 kann sjón­ varpið hjá Kringvarpinum hátíðarhalda 25 ára dagin. Tað var 1. apríl 1984 at Sjónvarp Føroya tók yvir, eftir at privat sjónvarpsfeløg høvdu sent sjónvarp í nøkur ár. Týskvøldið 3. apríl 1984 kl. 20 sendi Sjónvarp Føroya sína fyrstu royndar­ sending, sum m.a. var frá hátíðarhaldinum, tá ið sam­ tíðarskattaskipanin var tikin í nýtslu. Fyrsti stjórin í Sjón­ varpi Føroya var Jógvan Asbjørn Skaale. Í sambandi við 25 ára haldið sleppa hyggjarar kring landið fríggjakvøldið at síggja sendingina „Før­ oyar í 25 ár“. Hetta er ein sending við gestum í studio, kryddað við útvaldum til­ fari, sum sigur eitt sindur um farnu fjórðingsøldina, sæð ígjøgnum SVF­upp­ tøkutólið. mg Alment sjónvarp í 25 ár Jógvan Páll Johannesen og Bergljót Debes Hentze hava verið við í sjón­ varpinum frá byrjan. Tey vórðu bæði sett í starv 1. august 1984 og vóru við til at fyrireika almenna sjónvarpið sum byrjaði 1. september. Bergljót byrjaði sum program­ medarbeiðari. Hon hevur m.a. arbeitt á tíðindadeildini og mentanardeildini. Í dag er hon á dokumentardeildini. Jógvan Páll hevur arbeitt sum teknik­ ari og ljóðmaður øll árini og havt við upptøkur og redigering at gera. mg 25 ára starvsdagar Jógvan Páll Johannesen og Bergljót Debes Hentze Mynd: Jens Kristian Vang Almenna sjónvarpið byrjaði 1. september í Vørðsluni Torbein Rein í sendihølinum hjá Sjónvarpsfelagnum í 1978 Brúdleyp Leygardagin 5. sept. kl. 12.00 giftast í Skopunar kirkju Jacoba Winther og Jón Tór Baldvinsson, Skopun. Veitslan verður kl. 18.00 í Samljóð í Skopun. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp, kunnu siga frá á tlf. 259320 ella 213777 innan hóskvøldið 3. sept. Asbjørn Skaale var fyrsti stjórin í SvF nøvn