týsdagur 1. september 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 165 - 1. september 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Óli Fuglø, Norðdepli,
ættaður av Viðareiði,
andaðist leygar-morgun-
in í heiminum, 77 ára
gamal.
Elin Sofía Lauritsen
úr Sørvági, andaðist
sunnudagin í heiminum
hjá dótturini, 85 ára
gomul.
Kistan
við
Gunnar
Poulsen, vanliga nevnd-
ur Gunnar í Myllu
garði, fer úr kapellinum
á Suðuroyar Sjúkrahúsi
týsdagin kl. 17. Jarðar-
ferðin verður úr Sumbi-
ar kirkju mikudagin kl.
13. Sungið verður úr
sálmabókini. Tey, ið
vilja minnast Gunnar,
kunnu
lata
Sumbiar
kirkju eina gávu.
Petur Christian Jacob
sen, Leirvík, andaðist
mánamorgunin á Lands-
sjúkrahúsinum, 83 ára
gamal. Bønarhald verð-
ur í Landssjúkrahúskap-
ellinum mikudagin kl.
17. Jarðarferðin verður
úr Leirvíkar kirkju hós-
dagin kl. 13. Tey, ið vilja
minnast Petur Christian
kunnu lata heiminum á
Mýrunum í Runavík
eina peningagávu, konta
í Eik.
Jónhild Petersen, fødd
Dam, Sandavági, and-
aðist leygardagin, 57
ára gomul. Kistan fer úr
Landssjúkrahúskapell-
inum týsdagin kl. 14 í
Sandavágs kirkju. Jarð-
arferðin verður miku-
dagin kl. 14. Tey, ið
vilja minnast Jónhild,
kunnu lata Føroya felag
móti
Krabbanmeini
eina gávu, konto í pen-
ingastovunum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
1. september. Aigidius, deyður ár 720. Hann var
ættaður úr Athen og kom sum pílagrímur til Arles í
Fraklandi, har hann í einum skógi nærhendis fekk sær
einbýli í einari holu. Fólk høvdu við orði, so guðrøkin
hann var, og kongur gav honum loyvi til at byggja eitt
kleystur. Sjálvur var hann fyrsti abbatin, og eftir deyða
hansara vitjaðu pílagrímar næstan líka so nógv í Arles
sum í Róm ella Santiago de Compostela.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum
at góði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi
Petur Chr. Jacobsen
Leirvík
andaðist mánamorgunum á Landssjúkrahúsinum
31. august, 83 ára gamal.
Bønarhald verður á Landsjúkrahúskapellinum
mikudagin kl 17.
Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju hósdagin kl 13.
Fyri tey avvarðandi
Bodil, Jógvan Jákup, Richard, Maria,
Súsanna og Árni
Tey, ið ynskja at minnast Petur Chr. kunnu lata eina peningargávu
til »Heimið á Mýrunum« í Runavík, konta í Eik
Hartvig abbin farin ert tú,
og eftir við sorgini sita vit nú.
Men minnini aldrin burtur fara,
um tína sál so góða og kæra.
Tú hevur okkum við søgum fylt,
ta løtuna var alt so stilt.
Ja hesa løtu tú segði frá,
man alla søguna fyri sær sá.
Góði abbi tú elskaður var,
ikki minst av okkum, sum vóru tær nær.
Tú kundi so mangt við hondunum byggja,
bæði hús og bátar eftir teg lyggja.
Nú hevur Guð tínar dagar talt,
og vit vilja takka tær fyri alt.
Betri abba vit ei kundu ynskt,
nú manglar bert tað, sum er allar tyngst.
At siga farvæl er ikki lætt,
tað er sikkurt og púra satt.
Nú følist alt so tómt og kalt,
men góði abbi takk fyri alt.
Hvíl í friði
Abbasynirnir
Til minnis um abba okkara
Hartvig
Poulsen í Vági
f. 23. mars 1932 d. 7. august 2009
Hósdagin var lítið hátíðar-
hald hjá Auto Service í
Havn í sambandi við at
Erhard Olsen hevur arbeitt í
fyritøkuni í 35 ár.
Trý onnur starvsfólk í
fyritøkuni kunnu eisini há-
tíðarhalda rundar starvsdag-
ar í hesum døgum, tey eru
Ingibjartur Durhuus, Erling
Olsson og Páll Danielsen.
Fyri at taka Erhard Olsen
fyrst so fór hann í læru sum
bilmekanikari
hjá
Auto
Service í Gundadali í 1974.
Hann hevur øll árini arbeitt
á mekaniska verkstaðnum,
har hann javnan hevur dag-
ført sína vitan og verið á
nógvum ymiskum skeiðum
í nýggjastu tøknini. Hann
kundi sostatt hátíðarhalda
sín 35 ára starvsdag í fyri-
tøkuni.
Ingibjartur Durhuus hev-
ur arbeitt í fyritøkuni í 45
ár. Hann lærdi til bilmekan-
ikara hjá Wenzel Petersen
úti í Bakka, áðrenn hann
kom í starv hjá Auto Service
í Gundadali í 1964. Hann
var í mong ár verkførari á
bilverkstaðnum, og seinnu
árini hevur hann havt mest
við garanti av nýggjum bil-
um at gera.
Erling Olsson hevur arbeitt
í fyritøkuni 30 ár. Hann
byrjaði hjá Auto Service í
1979. Tá var fyritøkan flutt í
nýggjan
virkisbygning
á
Hálsi. Hann hevur arbeitt
mest sum plátusmiður og
lakkerari, og var hann í mong
ár verkførari á tí deildini. Í
dag starvast hann sum húsa-
vørður og á mekaniska verk-
staðnum.
Eisini Páll Danielsen hev-
ur arbeitt í fyritøkuni í
mong ár. Komandi ár kann
hann halda sín 30 ára starvs-
dag. Páll byrjaði hjá Auto
Service á Hálsi, og hevur
hann selt bilar øll árini.
Fyrstu árini vóru tað einans
Nissan og Peugeot bilar teir
seldu. Í dag selur Auto Ser-
vice eisini bilmerkini Opel,
Saab og Chevrolet. mg
Rundir starvsdagar hjá Auto Service
Starvsfólk sum kunnu halda rundar starvsdagar hjá Auto Service, f.v.: Páll Danielsen, Erhard Olsen, Erling Olsson og
Ingibjartur Durhuus
Mynd: Heðin Weihe