týsdagur 1. september 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 1. september 2009
15
viðmerkingar
Fríggjadagin hevði
Marjun A. Simonsen eitt
lesarabræv í Sosialinum,
sum legði á uppskotið hjá
Sjúrða Skaale um at gera
vissar, eftir mínum tykki
skilagóðar, smábroyt
ingar í alfabetinum
Allar broytingar eru til tað
verra. Hetta er saktans
niðurstøðan í skrivingini
hjá Marjuni. Men fakta er,
at at kalla eingin dugir at
skriva (stava) rætt føroyskt,
einamest tí at skriftmálið
er so ævinliga langt frá
talumálinum. Man skal
vera magistari í filologi
fyri at kenna orðanna
uppruna, fyri at vita um
tað einaferð fyri 500 ella
800 árum skrivaðist so ella
so. Hesa vitan hava kanska
eini 10 fólk. Tí er nærum
ógjørligt hjá vanligum
fólki at skriva reint før
oyskt eftir akademisku,
etymologisku hammer
haimbsku rættskrivingini,
sum ein íslendingur gjørdi
fyri hann.
»Heimsatlas« sum
faklig fyrimynd?
Marjun framhevjar
Heimsatlassið, sum
Skúlabókagrunnurin útgav
á sinni. Har »eru øll
heimsins lond latin í
føroyskan málbúnað«.
Hatta var einki framstig,
men heldur størsta mál
spillingarroynd innan fak
mál í nýggjari tíð. Hatta
tiltakið var gjørt av væl
meinandi, men ókønum
fólki, uttan nakra fakliga
vitan, ella atlit til, hvat
annars fer fram á altjóða
øki um skriving av staða
nøvnum í atlassum og
annars.
Gekkaskortar heldur
enn rein andlit?
Hví skulu staðanøvn, per
sónnøvn og onnur serlig
nøvn bronglast í ein »før
oyskan« búna. Hvat er rætt
ella gott í tí? Eitt staðanavn
er sum eitt andlit, tú kennir
tað aftur. At lata tað í
annan búna, er at geva tí
ein gekkaskort ella kanska
burka. Er tað tað, tit vilja?
Koyrir tú við einum
GPSara í Svøríki og tastar
Stokkhólmur inn, hvar
manst tú so enda? Hví vil
atlassið ikki brúka tað
rætta navnið, sum sjálvandi
er Stockholm?
Bara tvey dømi. Í Chile
er høvuðsmálið spanskt,
sum hevur tað latínska
alfabetið sum grundarlag,
eins og øll onnur
vestureuropeisk lond og
mál. Hví skal hetta landið
hava ein ljótan gekkaskort
um vakra andlitið og kall
ast Kili. Meiningsleyst,
ópraktisk, frekt.
Og hví skal onkur ama
tørur sita og spæla sær og
umseta og týða nøkur hiss
ini staðanøvn í stóru Verð?
Hví skula Cap Verde oyggj
arnar kallast Grønhøvda
oyggjar í hesum merkiliga
Heimsatlassi? Hví ’før
oyskar’ hann ikki øll
oyggjanøvn. Sum Sulawesi
og Sumatra, Lampedusa og
Lesbos, Graciosa ella Gran
Canaria? Øll staðanøvn –
uttan undantak hava ein
týdning, eina meining, men
tað gevur onga meining at
’lata tey í føroyskan búna.’
Tað fer at virka sum ein
burka.
Baksláttur vegna
dummheit?
Hatta idioti’ið kann vend
ast ímóti føroyingum. Sum
einaferð ein canadiari, við
nøkrum føroyskum hjálpar
um, skrivaði vísindaliga
grein um fiskivinnu í Før
oyum. Har skrivaði hann
um virkir í Contrary Point,
Gentle Bay og Midway.
Hann nevnir eisini Whale
Cove, South Bay, Pig Bay,
South Point og Pirate
Cove. Bókin er uttan virði,
tí eingin veit hvat hann
tosar um, eingin kann
finna leið eftir hesum
tápuligu gekkaskortunum.
Fak ella pseudofak?
Fakmál tað verði seg
fysikk, kemi, matematikk
ella hvat sum helst skulu
ikki »nationaliserast«. Hví
læra eina »føroyska«
matematikk (’støddfrøði’ er
bara lænt úr íslendskum,
sum alt hitt skramblið) í
Hoydølum, sum eingin
annar forstendur? Sum
onga aðrastaðni kann brúk
ast? Sum bara er til fortreð
og stríð? Hví skula føroy
skir studentar læra mate
matikk av nýggjum, tá teir
koma til Danmarks Tekn
iske Universitet, DTU, ella
Massachussets Institute of
Technology, MIT, at lesa?
Tað er bara meinings
leyst. Og kemst av, at ein
romantisk, nationalistisk
klika hevur sett seg á mál
ið, og oyðileggur faklig
heitina av ófakligum
grundum.
Koyr burt….
»Skal hetta arbeiði nú fara
fyri skeyti?« spyr Marjun
við einum leiðandi spurn
ingi um nevnda atlass. Mítt
svar, og túsund við mær
veit eg, er JA: Lat hatta
makkverkið fara á Sand
víkahjalla, heldur í dag enn
í morgin. Hatta var ein
skeiv og ógongd leið.
Einki er meira natúrligt,
enn at seta tað vanliga
latínska alfabetið í hásæti,
at hava tey neyðugu ískoyt
ini, so sum onnur lond
eisini hava. Hví stremba
ímóti eini ódaðahraun í
heimsins uttasta útjaðara,
heldur enn at taka eina
blomstrandi europeiska
mentan til sín av álvara?
Lat málið liva og trívast í eini nútíðarverð
Rolf Guttesen
Skulu vit hava eitt dynam
iskt samfelag, er neyðugt
at fáa nøkur størri
nátúrlig øki við breiðari
samfelagsstrukturi
Einki er yvir at dylja, at
seinastu framherjarnir fyri
at fáa eitt valdømi ígjøgn
um løgtingið, Edmund
Joensen og Jóannes Ejdes
gaard, fingu sín vilja við
einum valdømi við hjálp
frá útjaðaratingmonnum,
sum antin høvdu egin
áhugamál at verja, ella var
hetta bara vanligur naivi
tetur. Rætt ella skeivt fer
søgan at tulka og viðgera.
Vanligt dynamiskt
samfelag er nú einaferð
uppbygt soleiðis, at so
mangir tættir sum gjørligt
eru umboðaðir í einum øki:
privati sektorurin, útbúgv
ingarmøguleikar so mangir
og langir sum tilber, barna
ansing, livandi mentanarlív
við ítrótti og øðrum frítíð
armøguleikum og almennir
stovnar og umsitingar fyri
at øki gerast undirbygd.
Landsstýriskvinnan í
mentamálum hevði á orði
ein dagin, at vit klára ikki
fíggjarliga, tað sum londini
uttan um okkum eru før
fyri. Hetta er verulig stað
festing. Hinvegin, eftir at
sentralisman seinnu árini
hevur tikið dyk á seg, eru
so mong, sum ikki eru
vakin fyri hesum veruleika,
tí sæst dagliga, at almennu
stovnarnir í høvuðsstaðn
um ikki hava skilt, at
peningur ikki er til alt.
Eftiransingarstovnar eru
bygdir omaná eina økta og
fløkta almenna skipan, og
sum danskur politikari
segði, “kontrolørar til at
ansað eftir kontrolstovn
um”. Samstundis, økjast
útreiðslurnar skjótt til
almenna bygnaðin, meðan
vinnan á sjógvi og á landi í
støðugum millumbilum
liggur undir hóttafallum.
Reiðarí og Visjón 2015
Ein helt einaferð fyri, at
“øll reiðararí í Føroyum
vóru farin falitt”, tá letur í
einum ungum spøkum,
sum var har: “Ja, men er
tað ikki tey, sum halda
okkum uppi? Hvussu
hongur hetta saman?” –
Hetta átti at verið nakað
fyri okkara frøðingar!
Nakað annað er so, at hetta
bert lutvíst er rætt, tí
tíbetur eru tað reiðarí, sum
hóðraðu undan.
Okkara almennu loft
miðlar gera nógv burturúr,
at nú er umráðandi, at
vega og tunlaætlanir skulu
“leggjast á ís”, tí ivasom
vitanarvinna við lands
kassapeningi skal økjast,
nú nærkast jú tann stóri
dagurin, “Visjón 2015”!. –
Hvar vóru okkara sam
ferðsluviðurskifti ídag, um
vitanarvinnukreftirnar fyrr
høvdu fingið sín vilja? Vit
høvdu hvørki Norðoya
tunnilin ella Vágatunnilin
og enn minni nakað annað.
Dynamiska samfelagið
Skal víðkast um eitt
dynamiskt samfelag, er
neyðugt, at skapa nøkur fá
nátúrlig størri øki við
einum breiðari samfelags
strukturi út um landið.
Ofta verður tosað um, at
flyta stovnar. Hinvegin
verður oftast gloymt, at
meðan tosað verður um
hetta, verður máað undan
vælvirkandi stovnum úti
um landið, og roynt at
takað støði undan teimum.
Sigast má, at Edmund
Joensen og Jóannes
Ejdesgaard fingu sín vilja,
hesin vilji varð skorðaður
undir av tingfólki úr útjað
aranum. Vit hava enn bara
sæð brotpart av doyvandi
fruktunum, so kunnu John
Johannesen og aðrir tosað
um “baklandið úti um land
ið”, men tað fer spakuliga í
søguna, um ikki sjónlig og
skjót broyting er at hóma.
Teir báðir vunnu men
fruktirnar av “mine bange
anelser” síggjast longu,
væl skorðaðar undir av
okkara almennu loftmiðl
um, samstundis sum polit
ikarar nú kunnu syngja við
skaldinum mikla, Janusi
Djurhuus “Eg sovi mær
megi, eg sovi mær mátt!”
Teir vunnu - fruktirnar økjast nú støðugt
JóGvan við
Keldu
Í Degi og viku hóskvøldið
27. august slapp John
Johannesen, tingbólka
formaður í Javnaðar
flokkinum at føra fram
ósannindi
Ósannindi
John skuldsetti fyrst ein
embætismannabólk fyri at
vera komin við ætlaðu
sparingunum á pensións
økinum, síðan legði hann
afturat, at tað var Sambands
flokkurin, sum umsat pen
siónsmál. Sostatt vóru tað
embætisfólk og Sambands
flokkurin, sum høvdu
ábyrgdina av øllum verð
sins ólukkum, ímeðan
Javnaðarflokkurin bara
hevði staðið fyri betringum.
Nei John, Javnaðar
flokkuri eigur uppskotið í
pensiónsmálinum
John Johannesen veit
væl, at tað er floksfor
maðurin í Javnaðarflokk
inum, Jóannes Eidesgaard
og harvið Javnaðarflokk
urin, sum í Ólavsøkuupp
skotinum hevur skotið upp
sparingar á pensiónsøkin
um á 25 mió. kr. við at
hækka pensiónsaldurin og
við at mótrokna í pensión
ini frá fyrst tjentu krónu.
Tað er eisini Jóannes
Eidesgaard, landsstýris
maður í fíggjrmálum, sum
stendur fyri arbeiðnum, har
politisku flokkarnir saman
skulu gera eina pensións
skipan, sum allir flokkar á
Løgtingi og vónandi stórur
meiriluti av fólkinum
kunnu taka undir við.
Sambandsflokkurin fer
ið hvussu er at gera alt fyri
at fáa rættað uppskotið
soleiðis til, at skipanin
verður nøktandi og ikki
gongur veikastu pensionist
unum ov nær, soleiðis, sum
tað nú liggur í kortinum.
Javnaðarflokkurin ætlaði
at skerja blokkin við 117
mió. kr. og taka yvir fíggj
areftirlitið.
John nevndi einki um
ætlanirnar Javnaðarflokk
urin hevði í CHE samgong
uni at skerja blokkin við
117 mió. kr. og at taka yvir
fíggjareftirlitið, sum hevði
kollsiglt alt okkara peninga
kervi. John nevndi heldur
einki um at Sambands
flokkurin bjargaði Javn
aðarflokkinum frá sínum
egnu vitleysu ætlanum, tá
seinna ABC samgongan
varð skipað.
Kanónirnar venda tí
skeivt, tá skotið verður
eftir embætisfólkum og
Sambandsflokkinum.
Munnkurv?
Landsstýrismaðurin legði í
tíðindaskrivi munnkurv á
politisku skipanina pen
siónsnýskipanini viðvíkj
andi, tá politiska viðgerðin
varð sjósett. Men nú eru
javnaðarmenn sjálvir, fyrst
Hans Pauli og nú John, á
sjálvrósandi og lítið objek
tivan hátt, farnir at greiða
almenninginum frá, hvussu
fundirnir í Fíggjarmálaráð
num fara fram, og hvør
kemur við hvørjum á fundi
num. Somuleiðis verða
allar óbehagiligheitir
hongdar um hálsin á øðr
um, meðan Javnaðarflokk
urin verður lýstur sum tann,
ið skal bjarga skipanini.
Ótrúligt! Minnir mest
um eina roynd hjá Javnað
arflokkinum at stinga halan
millum beinini og forkoma
arbeiðnum við pensións
skipanini, sum teir sjálvir
varða av.
Sambandsflokkurin
krevur at avvarandi partar
verða hoyrdir leypandi
Kann tó leggja afturat, at
Sambandsflokkurin fer at
leggja dent á at tryggja, at
pensiónsmálið ikki bert fer
at verða viðgjørt í skýma
skotum millum politikarar
úti í Alberthall. Tað hevur
tí verið eitt avgerðandi
krav frá flokkinum, at
avvarandi partar leypandi
og so skjótt sum gjørligt
verða hoyrdir í málinum.
Soleiðis at partarnir við
teirra royndum og vitan
kunnu koma við gevandi
íkasti til arbeiðið, sam
stundis, sum broytingarnar
av somu orsøk verða betur
kjølfestar í fólkinum.
Rættleiðing til John Johannesen
løgtingsmaður
BJøRn Kalsø