Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 165 - 1. september 2009 Sum orðatakið sigur, so er ósiður at traðka á liggjandi mann,. Og hetta átti at verið við til at hildið mær aftur í at funnist at Javnað­ arflokkinum í hesum døg­ um, Men tá ið fyrst Jóan­ nes Ejdesgaard og síðani John Johannesen koma fram á skermin og siga at tað sum stendur í Òlav­ søkupakkanum um pen­ sjónir ikki er uppskot frá Javnaðarflokkinum, men bara eitt uppskot frá einum embætisbólki, so er tað beinleiðis ósatt. Jóannes Ejdesgaard arbeiddi í 8 mánaðir við at fáa semju um Ólavsøku­ pakkan. Og at enda fekk Jóannes ABC samgonguna samda um eitt orðaljóð, sum ljóðaði soleiðis.: ”løgtingið tekur undir við, at útreiðslukarmurin á løgtingsfíggjarlógini fyri 2010 verður 4.643 mió. kr. Løgtingið tekur eisini und­ ir við, at tey virskiskapandi tiltøk, bygnaðarlig tiltøk og rakstrartiltøk, ið nevnd verða í hjálagda uppskoti, nevnt Ólavsøkuuppskotið, øll verða framd. Hesi ”øll”, sum JE biður Løgtingið loyva sær at fremja, eru nógv í tali. Eitt av teimum er pensjóns­ nýskipanin. Og um hana sigur Jóannes Ejdesgaard í viðmerkingunum, at ”fíggj­ arlógin fer at merkja avleið­ ingarnar av eini nýggjari pensjónsskipan. Broyting­ arnar stava frá broyttari mótrokning, øktum skatta­ inntøkum, persónligari uppsparing, hægri pen­ sjónsaldri og lægri javning av almennum pensjónum. Allar inntøkur eru fult tiknar við frá 2010, t.v.s. at longu frá 2010 broytist mótrokningarskipanin, allar almennar pensjónir verða skattaðar, allir pen­ sjónistar fáa skattafrá­ drátt, lægri javning av almennum pensjónum, og í 2012 hækkar pensjónsald­ urin við einum hálvum ári. Tá tað verður tikið sum givið, at útreiðsluøkingin orsakað av hækkandi tali av pensjónistum, verður tikin við á fíggjarlógina, er tað ein sjálvfylgja so at taka við avleiðingarnar av pensjónsskipanini við á fíggjarlógina. Tað ber í sær, at í 2010 verða útreiðslurnar 25 mió. kr. lægri, og í 2014 verða tær 85 mió. kr. lægri. Tað er tó tann givna fyritreyt, at nýggja pensjónsskipanin verður samtykt og fær fullan virknað frá 1. januar 2010.” (sí talvu) Hetta var tað sum for­ maður Javnaðarfloksins mælti løgtinginum til at taka undir við. Eftir 1. viðgerð, og eftir eina jaliga viðgerð frá fram­ søgufólkinum hjá Javnaðar­ flokkinum, komu reaktión­ irnar úti í samfelagnum. Nú vaknar Javnaðarflokk­ urin og sigur seg als ikki taka undir við hasum pen­ sjónsuppskotinum. Og forrestin siga tey, at hatta er heldur ikki uppskot frá landsstýrinum. Hatta eru nøkur embætisfólk úti í fíggjarmálaráðnum, sum eru komin við hasum... Hallo hallo! Embætisfólk úti í fíggjarmálaráðnum eru komin við so nógvum: tey hava skrivað og roknað út um sjómannafrádrátt, um nettoskattaskipanir, um umhvørvisgjøld, um til­ feingisgjald og um mangt, mangt annað. Men Javnaðarflokkurin valdi pensjónirnar burturúr. Tað sleppa tit ikki uttanum. Tingmanningin hevur enntá samd atkvøtt ja fyri ólavsøkupakkanum hjá Jóannes, og teimum við­ merkingum sum snúgva seg um at spara í pensjónum. At man ikki kundu rokna út, at reaktiónirnar blivu so ógvusligar, og veljarakann­ ingin so vánalig. Tað er so nakað annað. Men takið í egnan barm, og latið embætisfólkini fáa frið. Takið heldur í egnan barm og latið embætisfólkini fáa frið! AnnitA á Fríðriksmørk Ár 2010 2011 2012 2013 2014 Sparing (mió. kr.) 25 30 65 75 85 Veljarakanningar eru altíð spennandi, men tær mugu ikki takast fyri annað enn tað, tær eru. Tær vísa eitt ávíst rák í samfelagnum, men heldur ikki meira enn tað. Ofta kunnu tulkingarnar av veljarakanningum vera rættiliga skemtiligar, og tí fyribrigdinum hava vit eisini møtt í hesi vikuni, nú Fynd kom við eini kanning. Løgmaður var sjálvsagt væl nøgdur við kanningina, fyrst og fremst tí at sam­ gongan stóð seg væl, og so stóð okkara egni flokkur seg eisini sera væl. Kaj Leo Johannesen segði, tá hann bleiv formaður í Sam­ bandsflokkinum, at hans­ ara mál var at fáa ein stóran flokk, sum hevði ávirkan og sum kundi samstarva við allar flokkar. Sjálvandi er tað gleðiligt, tá hesin málsetningurin verður uppfyltur. Men so verður løgmaður, av fjølmiðlunum, spurdur, hví tað gongur so væl hjá Sambandsflokkinum, og hann svarar, at tað er fyrst og fremst ríkisfelagsskapi­ num fyri at takka, at fólk velja Sambandsflokkin. Tað svarið átti ikki at komið óvart á nakran. Tobbi kemur inn á vøllin Men nú kemur ilt í Tór­ bjørn Jacobsen, løgtings­ mann, sum í eini blaðgrein vísir á, at “Sambands­ leiðin” (Sambandsflokk­ urin og Javnaðarflokkurin) við sínum 42 prosentum, er stóri taparin í kanning­ ini, meðan “Politiska tjóð­ skaparrørslan” (allir hinir flokkarnir) við 58 prosent­ um, eru vinnarar. Tjóðveldi hevur annars lagt stóran dent á at lýsa Fólkaflokkin sum eitt slag av sambandsflokki, men nú sigur hann knappliga tað øvugta, fyri at fáa “kabalina at ganga upp”. Viðmerkingin hjá Tobba hevur annars til endamáls at seta kílar í samgongusam­ starvið, og hon er skriva við tí vanliga forhánisliga tónalagnum, sum vit hava sæð so ofta fyrr. Hann leggur Sjónvarpið undir at vera farið út á gøturnar at leita eftir nøkrum sam­ bandsfólkum, sum skuldu undirbyggja orðini hjá løgmanni. Men Tobbi gloymir, at størsti kritikk­ urin av andstøðuni í sjón­ varpsinnslagnum hetta kvøldið, kom frá Zachariasi Wang (eg visti ikki, at hann var blivin sambandsmaður). Fakta Líkamikið hvussu Tobbi roynir at tulka veljarakann­ ingina, so kemur hann ikki uttanum, at samgongu­ flokkarnir fáa 1,5 prosent í framgongd, sum gevur ein tinglim afturat. Helst er tað hetta, sum nívir hann. Hvat samgongublokkum viðvíkur, so er tað ikki Kaj Leo Johannesen, sum hev­ ur splittað nakra “politiska tjóðskaparrørslu” í Føroy­ um, men tí arbeiðinum hevur fyrst og fremst leiðsl­ an í Tjóðveldi syrgt fyri. Tjóðveldi er stóri taparin Fyri trimum árum síðani var Tjóðveldisflokkurin so smartur, at hann fekk Gallup at gera eina veljara­ kanning í sambandi við 60 ára dagin fyri fólkaatkvøð­ uni í 1946. Ístaðin fyri at spyrja beinleiðis, hvat fólk søgdu um spurningin sam­ band/loysing, so varð spurt, hvør skuldi hava evsta avgerðarrættin í Føroyum. Skuldu tað vera danskir myndugleikar ella føroyska fólkið? Sjálvandi svaraði ein stórur meiriluti, at fólkið skuldi hava avgerðarrættin. Og so sendi Tjóðveldis­ flokkurin tíðindaskriv til fjølmiðlarnar har sagt varð, at 81 prosent av fólkinum tók undir við føroyskum avgerðarrætti, og hetta bleiv so víðari tulkað sum, at ein stórur meiriluti av fólkinum tók undir við at skipa Føroyar sum “frælsa tjóð”. Um vit nú trúgva hesi trý ára gomlu kanningini hjá Gallup við Tjóðveldisflok­ sins tulking, og samanbera við nýggjastu kanningina hjá Fynd við tulkingini hjá Tórbirni Jacobsens, so hevur “politiska tjóðskapar­ rørslan” mist heili 23 prosent av undirtøkuni eftir bara trimum árum. Tað skuldi verið rættiliga áhuga­ vert – ikki minst fyri Kaj Leo Johannesen, løgmann. Samgongustevið er gott Tað sum eg kenni til, so hevur samgongustevið hjá verandi samgonguflokkum verið gott. Flokkarnir standa saman um at fremja tey mál, sum vit hava sett okkum fyri í samgongu­ skjalinum. Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, fyri at røkka hesum málunum, og satt at siga, so dugi eg illa at síggja nakað alternativ til verandi samgongu. Tobbi tulkar eina veljarakanning løgtingsmaður Helgi AbrAHAmsen Henrik Old finst í bløðunum um dagarnar at einum politiskum viðmerkjara í tíðindunum í útvarpinum. Viðmerkjarar verða ofta vigaðir av lurtarum, og tað er eisini í lagi. Ein viðmerkjari kemur nevniliga við síni kvalificeraðu meting av eini aktuellari støðu fyri síðani at gera eina analysu út frá teimum fortreytum, ið tøkar eru. Tað er sostatt ikki ein ævigur sannleiki, ið ein viðmerkjarari kemur við ­ men sum nevnt ein kvalificerað roynd at útgreina, hvat fyriferst. Tá Kringvarpið letur ein viðmerkjara koma til orðanna er tað, tí at vit meta viðkomandi hava nakrar fakligar førleikar, ið kunnu gagnnýtast í okkara tíðindaflutningi og samfelagskjakinum annars. Í hvørjum einstøkum føri royna vit sjálvandi at tryggja okkum, at viðkomandi viðmerkjari einans tekur støði í sínum fakligu førleikum og ikki hevur nakra fjalda dagsskrá. Tað er sjálvandi lætt hjá einum lurtara at viga viðmerkjaran, granska í hansara fortíð og út frá hesum gera sínar egnu niðurstøður. Men tá Kring­ varpið brúkar ein viðmerkjara í okkara tíðindum, so er tað tí, at vit hava álit á, at viðkomandi tekur støði í fakligum førleikum og ger sínar viðmerkingar út frá hesum. Og ikki minst gera vit tað, tí vit meta viðmerkjaran hava eitt seriøst íkast til at lýsa aktuella málið. Tað var eisini støðan henda dagin í síðstu viku, ið Henrik Old sipar til. Eri eftirhondini so vanur við skitnar taklingar og ósaklig álop frá Høgna Hoydal, at tað rínur ikki við longur. Tí ivaðist eg eisini, um eg yvirhøvur skuldi brúka orku og avís­ pláss at svara seinasta herindinum. Men hann skal kortini fáa eitt stutt svar, so hansara lygnir ikki standa ósvaraðar. Tì Høgni Hoydal veit væl, at eg segði sannleikan í Degi og Viku hóskvøldið, hóast honum sjálvsagt hevði dámt væl, um veru­ leikin var ein annar. Líka­ mikið hvat Høgni Hoydal annars roynir at siga, so veit hann væl, at uppskotið til sokallaðan pensjónsreform, er eitt embætismannaupp­ skot, sum búskaparfrøðing­ urin og varamaðurin á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin, Kári Petersen, hevur staðið fyri at gera. Høgni Hoydal veit væl, at politiska viðgerðin av uppskotinum ikki er liðug, og at tað ikki er lagt fyri tingið, sum hann annars roynir at geva fatan av í grein síni. Hetta veit hann, hóast hann royndir at reingja veruleikan og gera meg til lygnara. Í hesum sambandi kundi Høgni Hoydal hóskandi upplýst nær Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri pensjónsreform fyri tingið, og hvar nummar hetta tingmálið hevur? Kanska Høgni Hoydal eisini kann upplýsa, hví Tjóðveldi í løtuni er mann­ aður við tveimum umboð­ um í einum arbeiðsbólki saman við øllum hinum politisku flokkunum at viðgera embætismanna­ uppskotið nærri politiskt? Tí hann sigur jú, at málið longu er lagt fyri tingið av Javnaðarflokkinum. Harmiligt, at formaðurin í einum av størstu politisku flokkunum í Føroyum, skal draga føroyskt politiskt kjak á eitt so lágt støði. Ynski Høgna Hoydal eitt gott tingár við vón um sakligt politiskt kjak. Hetta uppleggið er gjørt sum grundarlag at hava undir einari víðari polit­ iskari viðgerð. Aftursvar til Henrik Old Tíðindaleiðari, Kringvarp Føroya Jón briAn HvidtFeldt Høgni manipulerar aftur JoHn JoHAnnessen viðmerkingar