týsdagur 1. september 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 1. september 2009
13
Stuttligt at Bjørn Kalsø er
blivin so íðin politiskur
debattørur, tí soleiðis var
ikki tey fýra árini hann sat
sum landsstýrismaður i
fiskivinnumálum í fyrru
ABC-samgonguni. Nú í
seinastuni hevur hann ser-
liga átikið sær at rættleiða
meg í fjølmiðlunum, og tað
er sjálvsagt í lagi.
Tó haldi eg at hann fer út
um siðiligt mark í sínum
seinasta lesarabrævi, sum
ikki var annað enn skitið
persónligt briksl, og leggi
tí ikki í svara tí aftur –
burtursæð frá tí hann sigur
um pensjónirnar.
Tí tað er ein óreingiligur
veruleiki, at pensjónirnar,
við fólkapensjón, viðbót til
ávísar pensjonistar og
Samhaldsfasta hækkaðu úr
7.800 til 10.300 kr/mán
fyri stakan pensjonist og úr
12.370 til 16.970 kr/mán
fyri pensjonistahjún, uttan
aðrar munandi inntøkur.
Hetta hendi í tíðarskeiði-
num 2004-08.
Síðani tá er bert ein
broyting hend: nevnliga at
eftir uppskotið frá Rósu
Samuelsen varð regulering-
in av allari fyritíðarpensjón-
ini, eins og viðbótin í fólka-
pensjónini minkað úr 4
niður í 3%.
Av tí at viðbótin bert er
ein góður triðingur av fólka-
pensjónini, og grundupp-
hæddin, sum er knappliga
2/3 av fólkapensjónini, als
ikki verður regulerað, so
merkir ein minking av
reguleringini av viðbótini úr
4 niður í 3%, at regulering-
in av samlaðu fólkapensjón-
ini minkar úr 1,7 til 1,2%.
At framstilla tað sum ein
bata, er tað reina bluff.
Bjørn bluffar
um pensjónir
løgtingsmaður
Hans Pauli
strøm
Eg havi fyrr skrivað til
John Johannesen, har eg
segði, at eg fór at fylgja
honum og hansara val
lyftum víðvíkjandi tónleiki.
Í mun til John Johanessen,
so havi eg hildið orð.
Tað er onki, sum er so
irriterandi og respektleyst,
sum tá maktgreðingar
útnytta naivitetin hjá fólki,
so teir sleppa at valdinum.
Eitt gott dømi upp á hetta
fyribrigdi er John Johanes-
sen. Hann lovaði, at hann
skuldi vera tingsins rødd
hjá tónleikinum, men hóast
sín unga aldur, so tykist tað
sum at John líður av alz-
heimers, tí so skjótt hann
slapp at valdinum, so sveik
minnið hjá manninum.
Lat okkum líka uppfríska
minnið hja John: »Tá Javn-
aðarflokkurin aftur tekur
við landsins leiðslu verður
ein tónlistagrunnur skipað-
ur við 5 mió til at menna
tónlistina bæði sum lista-
og vinnugrein... um tú vilt
stuðla hesi ætlan, so set X
við John Johannessen, Javn-
aðarflokkurin«, orðarætt
siterað av heimasíðuni hjá
Javnaðarflokkinum.
Er tað okkurt, sum eg
ikki havi fingið við, ella er
reglubrotið omanfyri ikki
sjálv definitiónin upp á eitt
brotið lyfti?
Timburmaðurin
John Johannessen
Hetta svarar til, at eg skal
byggja mær eini hús. Eg
seti eina lýsing í bløðini,
har eg seti nøkur krøv til
tann, sum skal byggja míni
hús. Eina viku seinni, so
bjóðar John seg fram.
Hann skal nokk byggja
húsini, men tá tvey ár eru
liðin, so hevur John fram-
vegis onki gjørt, hóast
hann lovaði, at hann nokk
skuldi byggja húsini. Sam-
stundis sum hann onki
hevur gjørt, so havi eg
goldið honum fulla løn í
tvey ár. John hevur fingið
sær leiklutin sum snúltari.
Hini arbeiða, og John etur
burturav.
Niðurstøðan viðvíkjandi
arbeiðsinnsatsinum
hjá John
Tíðin hevur prógvað, at tú
ikki megnar at røkja títt
starv. Tað er onki samsvar
millum orð og handling.
Tú ert ikki til at stóla uppá,
hevur svikið tínar veljarar
og hildið føroyskt tónleika-
lív fyri spott í áravís. Tíðin
er komin, har tú leggur
kongin og letur nýtt lív
sleppa framat.
Hervið er bólturin á tíni
hálvu. Nú hevur tú møgu-
leikan at vísa tínar dygdir
og vísa á, at mín niður-
støða er skeiv.
John Johannesen hevur
ikki uppiborið sín sess
Hergeir
staksberg
Tunaði meg inn á Lindina
eitt kvøldið og kom fram á
eina sending, ið eg ikki
kann minnast navnið á,
men orðini ið har fullu teir
fáu minuttirnar, stendur
enn fast í minninum. Tað
bleiv tosað um fíggjarstøð-
una í USA og um tað so-
kallaðu avkristnanina, sum
tað so fínt eitur, hóast tað
er eitt fullkomiliga óbíbil-
skt orð, og sum nærum er
ógjørligt at tulka, so
verður tað javnan havt á
lofti og hálovað av
mongum.
Í sendingini kom fram,
at fíggjarkreppan var
íkomin eina av gudloysi
og ólýdni móti Guds
boðum og fylgjan av
hesum var, at ameriku-
íbúgvar arvaðu hesa
skuldina vegna synd og
ólýdni sítt. Um hetta er
sannleikin, so er illa statt
hjá amerikuíbúgvum, tí so
verða teir harðari raktir av
Guds hond enn aðrar
tjóðir.
Haldið ikki sjálvur at
hetta argumentið heldur,
mest tí at fíggjarkreppur
hava altíð verið og fara
altíð at koma so leingi
heisin heimur stendur, og
so leingi tað verður keypt
og selt og fíggjarhjólini í
heiminum mala.
Men, sannlíkindini eru
fyri, at hetta væl kann
verða tann síðsta kreppan
av sínum slag, tí givið er,
at heimurin er vælvitandi
um vandarnir, ið lúrað
fyri framman. Um ein
fylgir við í heimspolitikki
ella lesur bíbliuna, so er
lítil vón fyri, at hesin hart
kroysti vesturheimurin
hevur langa livitíð.
Amerikanar hava síðstu
100 árini verið ímyndin av
vesturheiminum, sum ein
"sokallaður" stóribeiggi,
ið hevur bjargað neyðars
Europa frá kúgan og hevur
Europa við hjálp frá USA,
varðveitt fríheitina. Soleið-
is hava USA verið fremstu
stríðsmenn fyri frælsishug-
sjónini og eru ímyndin av
demokrati. Men nú tykist
lítið um USA í heimspoli-
tikki og vælhugsandi er at
USA kemur møguliga at
trekkja seg eisini
herðnaðarliga næstu árini.
Um ein "kristin" ynskir
at verða so harður og døm-
andi viðvíkjandi USA at
Gud straffar teir fram um
allar aðrar tjóðir, so má
ein eisini verða objektivur,
tí at um USA er so
gudleyst og skal bøta so
hart longu nú, hvat so við
teimum avrikunum, ið teir
hava framt, t.d so brúkti
Ísraels Gud, USA til at
hjálpa fólkið Guds aftur til
sítt egna land sum við
lyftið er Ísrael.
Alt hetta tosið um kristn-
an og avkristnan, er eitt
religiøst og menniskjaupp-
hugsað hugtak, ið tú onga-
staðni finnur í Skriftini frá
Gudi. Tjóðir kunnu ikki
verða ella blíva kristnar, ei
heldur kann ein tjóð av-
kristnast. Dómur Guds,
Guds fullkomni og rættvísi
dómur er goymdur Degi
Harrans.
Í Ezekiel kap. 30 og
vers 3 »Tí nær er dagurin,
ja, nær er dagur Harrans;
DAGUR við skýggjum,
dómstíð skal hann vera
tjóðunum. Um Harrin Gud
skuldi dømt og gjørt upp
við syndina her og nú, so
hevði Orð Guds ( Ezk.
kap.30 og v.3) ikki verið
eftirfarandi. Tí hevði
Harrin gripið inn í støðu
tjóðanna og fólksins so
hevði ongin sloppið
undan. So spurningurin
má tí verða. Hevði TÚ
viljað, at Harrin gjørdi
upp í tínum lívi beint nú
og dømt syndin í tær og
rundanum teg??
Helst ikki, og her kemur
frelsuboðskapurin inn, at
tann ið trýr á Sonin kemur
ikki til dóms, men gongur
yvirum frá deyðanum til
LÍVIÐ, og lívið er Jesus
Kristus (Jóhs kap.14v6)
Dómur merkir deyði og
deyði merkir skilnaður frá
Gudi. So ein kann ikki
bæði verða frelstur og
dømdur (livandi/deyður)
somu tíð.
Jesus sigur í Jóhs. evan-
gelium kap.16 vers.11 at
høvdingin yvir hesum
heimi ER dømdur, og tí
kann heimurin ið sjálvum
sær ikki frelsast, og høvd-
ingin yvir hesum heimi er
Antikrist og Antikrist kann
ikki frelsast undan dómi
Guds, tí hann er longu
dømdur, tí Harrin Gud
dømdi syndina og heimin í
Edens urtagarðið og stað-
festi dómin á Golgata
krossi, Tá vísti Jesus seg
sum sigursharra og vann
okkum (menniskjum) eina
æviga endurloysing í
blóði sínum. Tí er Guds
Sonarblóð einasta bjarging
ið kann frelsa út úr hesum
dømda heimi.
Dagur Harrans skal
avgera lagnuna hjá USA
og øllum øðrum tjóðum,
og ikki ófullkomin menn-
iskju, ið ikki enn síggja
inn í fullkomnu mynd
Guds.
Skal enda við einum
Orðið úr Fyrra Timoteus-
arbrævið kap.2 frá v. 1 til
4.. »Eg áminni nú fyrst av
øllum um, at bønir, ákall-
anir, forbønir, takkargerðir
verða hildnar fyri øllum
menniskjum, 2. fyri kong-
um og øllum, ið høgt eru
sett- fyri at vit kunnu liva
stilt og friðarligt lív í
øllum gudsótta og
siðprýði.3. Hetta er Gudi,
Frelsara okkara, gott og
tekkiligt, 4. Honum, sum
vil, at ØLL menniskju
skulu verða frelst og koma
at kenna sannleikan«.
Haldi at øll bíbliutrúgv-
andi skuldu hildið seg til
hesi orð og biðið fyri
mannaættindum og yvir-
latið dómin til tann, ið er
tann einasti, ið er førur
fyri at døma rættvísan
dóm.
Dómur Guds yvir heimin
Hardi becH
Tórshavnar Musikkskúli
vil ikki hava mín son
Ringdi til Musikkskúlan í
morgun (sum eg havi gjørt 100
ferðir áður), og fekk at vita, at nú
er sonurin nr. 107 á bíðilista.
Hann var skrivaður upp fyrst í
2005, og hevur sostatt staðið á
bíðilista í næstan 5 ár. Á
musikkskúlanum tora tey einki at
siga um útlitini. So eg veit í
skrivandi stund ikki, um hann
nakrantíð fer at sleppa inn.
Sonurin, sum er 10 ár, hevur
havt ein frálíka dugnaligan ungan
mann sum privatlærara í gittar-
spæli. Nú hevur lærarin hjá
honum valt at fara út í heim at
útbúgva seg víðari innan tónleik,
og tað hevur ikki eydnast okkum
at finna ein nýggjan.
Havi skilt, at nógv foreldur
skriva teirra børn upp á allar
hugsandi listar, longu meðan
mamma og barn enn liggja á føði-
deildini. Tað er mær ein gáta,
hvussu hesi fólk kunnu vita, at
akkurát hetta lítla barnið fer at
tíma at spæla klaver ella
trummur ella okkurt heilt triðja.
Eg eri tíverri ikki vælsignað við
tí gávu, tað man vera at síggja
inn í framtíðina. Skrivaði hann
upp, tá eg varnaðist, at hann
hevur bæði árræði, hug og eitt
viðføtt talent, men tað var also 5
ár ov seint. Kanska skuldi hetta
við tilmelding til musikkskúlan
verið broytt, soleiðis at børnini
kunnu verða skrivaði upp, tá tey
eru 5 kanska 6 ár. Tá hava
foreldrini ein møguleika fyri at
vita, um barnið vísir áhuga fyri
hesum ella hasum. Og listarnir
hjá musikkskúlanum verða
automatiskt styttri.
Valdi til seinasta val at seta
kross fyri einum øðrum valevni,
enn eg annars plagdi at gera. Tí
hesin politikkarin tosaði so
sannførandi um, at hann fór at
arbeiða hart fyri, at tann nýggi
musikkskúlin fór at standa
liðugur innan fyri tvey ár – eg
breyt gomul persónlig mørk, og
valdi hann. So nú má eg spyrja
Heðin Mortensen: Hvussu
gongur við musikkskúlanum?
Verður hann liðugur um eitt gott
ár?? Kennir tú nakran privat-
lærara vit kundu ringt til?? Og
vil kommunan gjalda sín part av
undirvísingini?
Og til seinast Heðin: Eru øll
ikki líka fyri lógini her í
kommununi, tá øll gjalda skatt,
men bert summi sleppa at brúka
tilboðini, sum kommunan
hevur??
súnfríð
gieHm
viðmerkingar