Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 166 - 2. september 2009 Fleiri fosturtøkur Í fjør vóru heldur fleiri fosturtøkur í Íslandi enn árið fyri. Tøl hjá landslæknanum vísa, at í fjør fingu 955 kvinnur við íslendskum ríkisborgararætti, fosturtøku har. Í 2007 var talið 905. Sambært hagtølunum vóru 13,8 fosturtøkur fyri hvørjar 1.000 kvinnur í aldrinum 15-44 ár ímóti 13,9 í 2007. Í fjør valdu meiri enn 500 íslendingar eina viðgerð, sum gjørdi teir lívssørar. Talan var um 181 kvinnur og 339 menn. Samanborið við árið fyri var talið á monnum, sum valdu at lata seg gelda, størri, meðan kvinnurnar vóru lutfalsliga færri. A.P. Møller selir partabrøv Danska stórfyritøkan A.P. Møller - Mærsk A/S hevur gjørt av at selja so mikið av felagsins B-partabrøvum, at tað kann geva felagnum 9,2 milliardir krónur í kassan. Felagið sigur í einari fráboðan, at partabrævasølan skal geva fyritøkuni størri fíggjarligt rásarúm og betri møguleikar at gera íløgur, har tað kann vísa seg at vera skilagott, tá kreppan hasar av. A.P. Møller - Mærsk væntar, at kreppan á altjóða fíggingarmarknaðinum fer at ávirka altjóða búskapin tey næstu árini. Tað kann millum annað hava við sær, at tað verður torført at fáa vanlig bankalán til at fíggja rakstur og íløgur. Trygd Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í dag grætur eingin um hana. Sunnukvøldið bórust tíð- indi um at ein ung genta var yvirkoyrd við tunnils munn- an í Kollafirði. 13 ára gamla Maria Ronnadóttir úr Havn er henda góðveðursdagin farin ein túr á súkklu úr Havn inn móti Sundi, og víðari móti Kollafirði. Komin út úr tunlinum, ætlar hon sær yvir um vegin, har vinkonan stend ur og bíðar eftir henni við busssteðgistaðið. Hon snar ar út á vegin, men so brestur brádliga. Maria verður slongd av súkkl uni, upp á motor- hjálm in. Ryggurin brestur móti forrútinum, sum knas- ar undan trýstinum, høvdið brestur niður í kantin á bil- tekjuni, har hon er harðast, hjálmurin á høvdinum fer í sor, og Maria verður slongd í luftini aftur um bilin, har hon lendir á vegnum. Maria minnist einki frá hendingini. Tá hon kemur til vit aftur, liggur hon á vegnum og nógv fólk standa um hana. Vinkonan stóð hinumegin vegin og sá alla hendingina. Tær hava tosað saman um hendingina, og vinkonan sigur, at tað sá út júst sum tú sær í film- unum. Lítil avgerð – stórur munur At Maria og vinkonan í dag kunnu tosa um hendingina er helst bert hjálminum at takka. Læknar og løgregla eru sannførd um, at var Maria ikki í súkkluhjálmi henda dagin, hevði hon við vissu verið deyð. Hjálmurin vardi høvdið, tá hon langaði tað í kantin á biltekjuni. Rúna á Heygum, mamma Mariu, greiðir frá, at hon javnan hevur mint Mariu á at nýta hjálmin, tá hon fer upp á súkkluna, men at tað er ofta so sum so, við hvussu væl lurtað verður eftir boðunum. Hetta er ein kendur trupulleiki, serliga millum tannáringar. - Henda dagin súkklaðu vinkonan og Maria ein longri túr, og helt vinkonan kanska tað vera best, at tær lótu seg í hjálmin, greiðir Rúna frá. Slapp við smærri snuddum Sjálv minnist Maria einki frá hendingini. Tey, ið komu á staðið hava greitt frá, at hon sjálv gekk yvir til bussteðgistaðið, áðrenn hon small um. Hon varð flutt á sjúkrahúsið, men eftir at hon var kannað væl og virðiliga, kundu læknarnir staðfesta at hon einki hevði brotið, og at hon var sloppin við einum heilaskjálvta og smærri snuddum. Súkkluhjálmin hjá Mariu hava tey nú heima, har tey kunnu varðveita hann sum áminning um, hvat kundi verið hent, um Maria ikki mintist til at spenna hjálmin um høvdið. Hjálmurin hjá Mariu er eitt gott prógv um, hvønn mun ein slíkur hjálmur kann gera, hóast hann er lítil, lættur og kann tykjast alt annað enn robustur. Maria kann, takkað verið hjálminum, skjótt aftur fara aftur til vanliga gerandis- dagin uttan varandi mein, og í dag grætur eingin um hana. Maria Ronnadóttir slapp ótrúliga væl frá hendingini, har hon varð yvirkoyrd á súkklu við tunnilsmunnan í Kollafirði. Súkkluhjámurin er í sori, men eigur í dag lívið í henni. Hon fer neyvan aftur á súkklu uttan hjálm aftur (mynd: Jens Kristian Vang) Ongantíð aftur uttan hjálm Ein lítil avgerð kann gera stóran mun. Tað má 13 ára gamla Maria Ronnadóttir úr Havn sanna. Sunnukvøldið var hon yvirkoyrd á súkklu á Landsvegnum. Høvdið tók fast og hon var slongd upp um bilin. Maria slapp tó við heilaskjálvta og smærri snuddum, takkað verið súkkluhjálminum