Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 166 - 2. september 2009 Minni opium í Afghanistan Sambært einari nýggjari frágreiðing hjá ST dyrka bøndurnir í Afghanistan ikki so nógv opium longur, soleiðis at framleiðslan er 10 prosent minni í ár enn í fjør. ST sigur, at framleiðslan er minkað mest í landspartinum Helmand. Hesin landsparturin hevur leingi verið háborgin hjá Taliban, og ST vil vera við, at pengar frá opium- handli fíggja kríggið hjá rørsluni. Opium verður brúkt til rúsevnið heroin, og umleið 90 prosent av øllum heroini í heiminum kemur úr Afghanistan, skrivar Reuters. Øll skjøl á borðið Bretsku myndugleikarnir hava gjørt av at almannakunngera øll skjøl í sambandi við avgerðina at lata libyska Ali Mohmed al Megrahi leysan úr einum fongsli í Skotlandi. Al Megrahi var dømdur lívlangt fongsul fyri at hava sprongt eitt amerikanskt flogfar uppi yvir skotska býnum Lockerbie í 1988. Men herfyri gjørdu skotsku myndugleikarnir av at lata hann leysan, tí hann er illa sjúkur av krabbameini. Avgerðin hevur vakt stóran ans, og fleiri leggja bretsku myndugleikiarnar at hava tengt leyslatingina av einum sáttmála við Libya um olju. Tað hevur stjórnin avsannað og hevur tí valt at leggja øll skjøl fram.