Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 166 - 2. september 2009 40 ár við Gaddafi Í gjár varð skipað fyri hátíðarhaldi ymsastaðni í Libya í sambandi við, at landsins leiðari, Moammar Gaddafi, hevur sitið við valdið í samfull 40 ár. Gaddafi var bara 27 ára gamal, tá hann setti seg í tann libyska forsetastólin tann 1. september í 1969, tá herurin gjørdi uppreistur ímóti kongi og sendi hann til Egyptalands í útlegd. Fleiri afrikanskir leiðarar vóru í høvuðsstaðnum Tripoli í gjár og heilsaði Gaddafi á 40 ára degnum, men teir vesturlendsku leiðararnir kundu teljast á einari hond. Færri stuðla krígnum Amerikanska fólkið heldur lítið um kríggið í Afghanistan, og ein nýggj kanning hjá CNN vísir, at undirtøkan fyri krígnum hevur ongantíð verið so lítil sum nú. Í kanningini siga 57 prosent av teimum spurdu, at tey eru beinleiðis ímóti krígnum. 42 prosent taka harafturímóti undir við tí. Barack Obama, forseti, hevur lagt stóran dent á, at kríggið í Afghanistan hevur stóran týdning fyri amerikonsku trygdina. Men fólkið ivast. CNN-kanningin vísir, at 53 prosent av fólkinum styðja forsetan, men at tey flestu eru misnøgd við avrik hansara. Kvøldskúlin í Havn, sum er nógv tann størsti og fjølbroyttasti skúlin í landinum, byrjar sítt virksemið aftur nú síðst í september. Kvøldskúlin í Havn bjóðar fram sítt stóra úrval av lærugreinum á handaliga, listarliga og bókliga økinum. KVØLDSKÚLI Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útboðið er millum annað skeið at vera foreldur at tannáringum, Havnar søga, smíð fyri tvey ættarlið, motorlæra fyri kvinnur, fínari matgerð fyri menn og fleiri skeið í filmslist. Av teimum umleið 130 lærugreinunum eru einar 30 nýggjar. Serstakt hetta skúlaárið er, at kvøldskúlin hevur fýra lærugreinir á HF-stigi: Støddfrøði á B- stigi, evnafrøði á C- og B- stigi og enskt sum kravd 2- ára lærugrein, ið endar á B-stigi. Kvøldskúlin í Havn legði fyri í 1980´unum við 14 lærugreinum á HF-stigi, men tær vórðu allar spardar burtur. Henda sparingin stóðst av teirri ógvuliga meinsku 90´ara-kreppuni. Seinasta skúlaár, 2008/9, vóru tilmeldaðir einir 3.100 næmingar við umleið 15.000 lisnum tímum. Tær handaligu lærugrein- irnar skúlaárið 2009/10 enda við framsýning í Kolla- firði 21. mars og í Havn 27. og 28. mars 2010. Faldarin við teirri víð- fevndu skránni hjá Tórs- havnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla 2009/10 verð- ur borin í hvørt hús í Tórs- havnar Kommunu í næstum. Faldarin er eisini á heima- síðuni, www.kvoldskulin. fo, og her kanst tú melda teg til. Harafturat stendur skráin í Dimmalætting og Sosialinum nú um vikuskift- ið 4. og 5. september. 130 lærugreinir til einar 3.000 næmingar Fyri triðju ferð hava børn við likamligum menningartarni verið á serligum skeiði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi HeILSumáL Árni Joensen arni@sosialurin.fo Í fjør varð farið undir eina royndarverkætlan, sum hevði til endamáls at kanna, um børn við skerdum likam- ligum førleika kunnu fáa tað sama burturúr í Føroy- um, sum tey frammanundan høvdu fingið á viðgerðar- miðstøðum uttanlands, ser- liga í Svøríki og Skotlandi. Uppaftur onnur hava roynt aðrar viðgerðarhættir. Enda- málið við tilboðnum í Klaks- vík var at kanna, um arbeiðið kundi gerast bílig- ari í Føroyum, samstundis sum tað er ein stórur fyri- munur fyri foreldrini, at tey sleppa frá at fara av landinum við børnunum. Avrátt varð, at royndar- verkætlanin skuldi gerast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tað er sjúkrahúsið, sum sam- skipar karmarnar rundan um skeiðini í samráð við Almannastovuna, og nú havar tey júst havt tað triðja av fýra skeiðum, sum verk- ætlanin umfatar í fyrsta umfari. Erla Nielsen, fysiotera- peutur á Klaksvíkar Sjúkra- húsi, sum er við í verkætlan- ini, sigur, at summi foreldur eru væl nøgd við tað, sum børnini fáa burturúr í Klaks- vík, meðan onnur halda, at børnini fingu meiri burtur úr viðgerðini uttanlands. Sjálv heldur hon ikki, at tað er nakað løgið í tí, tí aðra- staðni so sum í Svøríki fáa børnini viðgerð á einari miðstøð, sum viðger júst slík børn. Harafturat er tað heldur ikki vist, at arbeiðið í Klaksvík er skorið eftir júst sama leisti sum aðra- staðni, sigur hon. Hesaferð hava 10 børn verið á skeiði í Klaksvík, men onkuntíð hava tey ver- ið 17 í tali. Til Klaksvíkar heldur enn av landinum Erla Nielsen, fysioterapeutur og Andrea Udvardi Sabroe, »petøkonductor« geva Valdimar Dalsgaard viðgerð Mynd: Jóannes Poulsen Lesið -so eru tit við!