mikudagur 2. september 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 166 - 2. september 2009
Hóast hann legði
stóran dent á at tað
skuldi vera semja í
samgonguni um ólav
søkupakkan, ásannar
Jóannes Eidesgaard
nú, at ymsar orðingar
í honum ikki eru
politiskt viðgjørdar.
Kortini heldur hann,
at tað er margháttligt,
at summir tinglimir
ikki vilja kennast
við ávísar partar í
pakkanum
Ólavsøkupakkin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Politikarar eru ikki annað
enn menniskju og í hesum
føri haldi, at teir eru hoykn-
aðir undir trýstinum.
Tað heldur Jóannes Eides-
gaard, landsstýrismaður í
fíggjarmálum og formaður
javnaðarfloksins.
Tí heldur hann, at talan
fyri ein stóran part eftirrati-
onaliseringar, tá ið tinglimir
nú aftan á ikki vilja kennast
við summar partar í ólav-
søkupakkanum.
Tá ið ólavsøkupakkin var
fyri í Løgtinginum vístu
fleiri tinglimir á, at teir tóku
ikki- undir við ávísum pørt-
um í ólavsøkupakkanum.
Tað fekk Jóannes Eides-
gaard at kalla teir fyri lúri-
passarar, tí hann meinti, at
teir skuldu havt gjørt vart
við seg áður enn málið varð
lagt fram.
Hann sigur, at samgongan
hevur verið væl við í arbeið-
num at snikka ólavsøku-
pakkan til.
- Mesta arbeiðið havi eg
sjálvur, Jørgin Niclasen,
Kaj Leo Johannesen og
Johan Dahl gjørt. Men lítla
samgonga
hevur
eisini
verið við og har eru so for-
menninir fyri flokkarnar á
eisini við. Og at enda er
Ólavsøkupakkin viðgjørdur
í allari samgonguni.
Ikki ein semja
Tað er serliga parturin um
eftirlønir, sum hevur vakt
ans og fram og pensjónista-
feløg og onnur hava harð-
liga átalað ætlanina, sum er
kunngjørd í pakkanum um
at í 2012 skal pensjónsald-
urin hækka eitt hálvt ár og
at longu næsta ár skal hvør
króna, sum fyritíðarpensjón-
istar forvinna, mótroknast í
pensjónini.
Hvussu ber tað so til, at
tingmenn framvegis vísa
ávísum pørtum í Ólavsøku-
pakkanum frá sær, hóast
hann
er
viðgjørdur
so
nágreiniliga?
- Tað, sum stendur í Ólav-
søkupakkanum um pensjón-
ina, er tikið úr álitinum hjá
embætismannabólkinum
um eftirlønirnar og tað er tí
ikki eitt úrslit av eini semju
í samgonguni.
- Teir politikarar, sum
hava verið ímóti at broyta
pensjónirnar soleiðis, sum
tað stendur í Ólavsøkupakk-
anum, eru ikki ímóti at vit
fáa eina nýggja pensjóns-
skipan.
Annars situr ein politiskur
bólkur og viðgerð málið
um eina framtíðar penssjóns-
skipan.
Hóast Jóannes Eidesgaard
skuldsetti tinglimir fyri at
lúripassa, sigur hann sostatt,
at orðingarnar í Ólavsøku-
pakkanum um pensjónina
skulu ikki so takast bók-
staviliga.
Men hvussu ber tað til, at
tit máttu brúka fleiri mánaðir
upp á pakkan, tí tit skuldu
finna semju og hví stendur
tað so í pakkanum, at pen-
sjónsaldurin skal hækka eitt
hálvt ár í 2012 og at fyritíðar-
pensjónin skal mótroknast
frá fyrstu krónu, tá ið tað
kortini ikki er ein semja og tá
ið tinglimir kortini ikki taka
undir við tí?
- Ólavsøkupakkin nevnir
nøkur viðurskifti úr álitin-
um um nýggja eftirlønar-
skipan. Málið er, at vit
skulu hava eina nýggja eftir-
lønarskipan og tað er ikki
vist, at tað endar við tí, sum
nú er frammi, tí tað er hetta,
sum politiski bólkurin nú
snikkar til.
Men skilir tú a summi
halda tað er ørkymlandi, at
tit skuldu brúka fleiri mán-
aðir upp á Ólavsøkupakkan
fyri at finna semju, men tá
ið tað kortini ikki er ein
semja, sum stendur í pakk-
anum.
Til hetta sigur Jóannes
Eidesgaard, at tað kanska
var skeivt at áseta tøl á í
sambandi við pensjónirnar,
men 25 milliónir krónur er
so tann upphædd, sum sam-
gongan hevur sett sær fyri
at spara á pensjónsøkinum
næsta ár.
- Semjan í Ólavsøkupakk-
anum er, at vit skulu spara
umleið 25 milliónir á pen-
sjónsøkinum næsta ár, men
ongin semja er um, hvussu
vit gera tað. Og tað, sum
stendur um, at pensjóns-
aldurin skal hækka og at
tað skal mótroknast frá
fyrstu krónu, er ikki annað
enn úr embætismannaálitin-
um um eina nýggja pen-
sjónsskipan, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Kortini fegnast hann um,
at lítlar og ongar atfinningar
hava verið ímóti stórum
pørtum av pakkanum.
Ólavsøkupakkin skal ikki
ordiliga takast fyri fult
Jóannes Eidesgaard sgur nú, at tað, sum stendur í
Ólavsøkupakkanum um pensjónir, er ikki ein semja í
samgonguni og skal tí ikki takast fyri fult
Tað er ikki fremjandi
fyri samstarvið í sam
gonguni at tingmenn
nú eru farnir at renna
undan ólavsøku
pakkanum
Ólavsøkupakkin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit hava gjørt nakrar
avtalur í ólavsøkupakkanum
og tað er óheppið fyri
samgonguna, at einstakir
politikarar nú leypa frá.
Tað staðfestir Jákup Mikk-
elsen, formaður fyri Fólka-
flokkin á tingi.
Hann staðfestir, at flokk-
arnir áttu at verið væl kunn-
aðir um ólavsøkupakkan,
eisini um ætlanirnar í pen-
sjónini.
Hann sigur, at í Fólka-
flokkinum hava tey lagt
stóran dent á at kunna ting-
limirnir fyri at tryggja, at
flokkurin
stóð
aftanfyri
semjuna.
Hvussu aðrir flokkar hava
arbeitt, dugir hann ikki at
siga, men í øllum førum
kann staðfestast, at nú eru
bæði politikarar úr Sam-
bandsflokkinum og Javnað-
arflokkinum farnir at renna
undan ólavsøkupakkanum.
Jákup Mikkelsen staðfest-
ir, at tað hevur staðið nógv
á fyri at finna ymsar semjur
í ólavsøkupakkanum og tað
eru summir partar av hon-
um, sum smakka illa.
- Men tað endaði so við
eini semju, eisini um pen-
sjónir og tað semjuna stend-
ur Fólkaflokkurin við.
- At tinglimir úr øðrum
flokkum nú ikki vilja kenn-
ast við tær semjur, sum sam-
gongan hevur gjørd í pakk-
anum, men spæla fríspæl,
er ikki fremjandi fyri eitt
politiskt samstarv.
- Tað er ov veikt, leggur
hann afturat, tí tað er í and-
søgn við tað, sum flokkur
teirra hevur avtalað.
- Samgongan hevur gjørt
nakrar politiskar avtalur og
tað stendur Fólkaflokkurin
við. Hóast vit hava sæð ein-
staklingar gera vart við seg,
vita vit ikki annað enn at
semjan enn er galdandi.
Kortini heldur hann, at
samgongan eigur eisini at
hava styrki til at broyta smá-
lutir, verður tað neyðugt.
Tí gongur hann eisini út
frá, at tey uppskot, sum
landsstýrið fer at leggja
fram, fáa undirtøku.
Ikki gott fyri samgonguna
Bilbumba í Athen
Ein bilbumba brast uttan fyri virðisbrævamarknaðin í grikska høvuðs-
staðnum Athen í morgun. Eitt fólk og átta bilar fingu skaða. Løg-
reglan í Athen sigur, at ein blað í býnum fekk boð um bumbuna, áðr-
enn hon brast. Um somu tíð brast ein bumba uttan fyri eina almenna
skrivstovu í býnum Tessaloniki, men hon gjørdi ikki stórvegis skaða.
Tíðindastovurnar skriva, at tær báðar bumburnar hava uttan iva sam-
band við, at nógvir grikkar hava ilt við at gloyma, at løgreglan skjeyt
tveir unglingar í desember í fjør. Báðir menninir doyðu av skotunum,
og tilburðurin elvdi til ógvusligan ófrið í Athen og aðrastaðni.