Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 166 - 2. september 2009 Ingvard Fjallstein hugleiðir í sambandi við áarføri í Sundalag­ num í augustmánaði ÁARFØRI Ingvard Fjallstein Skálá er áin, sum rennur oman ígjøgnum dalin sunn­ an fyri tunnilin oman fyri Norðskála. Uppi í tí ovasta dalinum oman fyri og sunnan fyri tunnilin, uppi í Barmi, samlast fleiri smærri áir í eina hampuliga á. Ein av teimum kemur úr Lokkafels­ durinum og oman ígjøgnum Lokkafelsgjógv. Flestu av hinum koma úr lendinum undir Stórarókshamri. Úr Barmi rennur áin oman av brúnni niðanfyri, har hon longur niðri fer niður í eina gjógv í einum vøkrum fossi. Í hesa gjógv renna eisini áirnar, sum koma av Skarðinum undir Nøvini. Niðri í Tippi rennur Skálá saman við Tippisá, sum kemur av Skála­ skarði (Norðskálaskarði). Hendan samanrunna áin fer síðani undir landsvegin oman í Skálagjógv og haðani oman í Antarvað. Til seinast gongur leiðin oman í ósan, Móstøðu­ na, sum í farnum døgum var verd eina mørk í jørð. Tey seinast 20 árini havi eg gingið hundraðtals túrar fram við ávísum pørtum av hesi rættuliga sjálvsomu á. Nakrar ferðir havi eg eisini gingið fram við henni úr ósanum og niðan til smæstu løkirnar. Hóast eg ikki eri barnvaksin í hesum økinum, so er hendan áin í mínum huga ein perla í føroyska landslagnum. Um stutta tíð verður hon bert ein skýggi av sær sjálvum, tí hon skal brúkast til at minka um CO2 útlátið. Hóast eg frammanundan eigi hundraðtal talgiltar myndir av ánni, havi eg valt at brúka tveir dagar afturat til myndatøku við betri tøkni. Í summar hevur áin verið bæði lítil og skitin, so tað hevur ikki verið serliga hugaligt at taka myndir av henni. Men sunnudagin 2. august bragd­ aði. Tað hevði regnað nakað um náttina. Eg fór mín van­ liga morguntúr henda sunnu­ morgunin, tá eg til stóra gleði sá, at áin var rættuliga fitt og toluliga rein. Seinni dagurin varð fríggjadagin 21. august. Tað hevði regnað illa um náttina, og tað regnaði framvegis um morgunin. Koyrdi fram við ánni og sá, at hon var rættuliga stór, men havi sæð hana størri. Vindur og regn eru ikki bestu umstøður at taka myndir í, men eg helt ikki, at eg kundi lata hendan møguleikan fara framvið. Tað var einki annað at gera enn at pakka fototólið væl inn í ein góðan kláran plast­ posa, so bara linsugluggin var berur, og síðani at lata seg í regnklæðir. Síðani varð farið avstað úr ósanum, Móðstøðuni, við Norðskála og fram við ánni niðan í Barm. Í fyrstani var toluliga turt, og tað bar væl til at taka myndir við innpakk­ aða tólinum. Men so brast hann á aftur við regni og vindi. Tá var trupult at taka, tí fyrst skuldi hyggjast ígjøg­ num einar regnvátar brillur, og síðani ígjøgnum ein regn­ vátan plastposa. So var regn á linsuglugganum, sum mátti turkast. Til seinast var bara einki líkinda at turka við. Fýra og ein hálvan tíma seinni var eg aftur við hús. Var vátur inn á skinnið, so tað var bara at fara beint í kjallaran, og lata seg úr hvørjum tráð. Men eg hevði fingið flestu av myndunum, sum mær tørvaði. Nakrar av myndunum eru at síggja á www.varvasteinur.net Tvær ferðir Skálá í august Fekk 150 ára fongsul Ein dómstólur í tí miðamerikanska landinum Guatemala hevur dømt ein mann 150 ára fongsul fyri dráp. Sambært úrskurðinum var tann dømdi leiðari í einum drápsmannaliði, sum beindi fyri seks bøndrum fyri meiri enn 20 árum síðani, tá borgarakríggj var í Guatemala. Teir seks bøndurnir, sum vóru av upprunafólkinum, vórðu burturfluttir og fyribeindir. Mannarættindafelagssk apir siga, at dómurin er úrslitið av einum áralongum stríði fyri at revsa teir, sum myrdu ósek fólk í borgarakrígnum í áttatiárunum, ið kostaði umleið 200.000 mannalív. Yvirmenn skulu takast Í Kili hevur ein dómstólur givið boð um, at 129 fyrrverandi trygdaryvirmenn skulu handtakast. Teir eru undir illgruna fyri at hava verið við til at burturflyta og myrða vinstrasinnað fólk í teimum árunum, tá einaræðisstýrið hjá Augusto Pinochet ráddi í landinum. Sambært úrskurðinum arbeiða teir 129 yvirmenninir í herinum, flogvápninum og løgregluni, men allir hava arbeitt fyri ta loyniligu løgregluna Dina fyrr. Tíðindastovan AP skrivar, at ongantíð áður hevur ein dómstólur givið boð um so nógvar handtøkur í sambandi við uppgerðina við Pinochet­tíðina.