mikudagur 2. september 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 166 • 02. september 2009
Í
røðini Hendur ið Sleptu hava vit
havt fleiri greinir um ættina hjá
Símun uttan fyri Garðar í Hoyvík.
Tað er so heppið, at tað er nokk
so nógv skrivað niður um ættina.
Oldurabbasonur Símun uttan fyri
Garða, Sverri Joensen, hevur
skrivað ættarsøguna í bók, sum
tó ikki er komin út alment. Við
loyvi frá Sverra skal her verða
gjørdur ein samandráttur av tí,
sum hann hevur skrivað um abba
sín Símun á Høgabóli. Hetta er
ein hugtakandi lýsing av einum
manni, sum saman við konuni
hevði so nógvar menniskjansligar
dygdir, og sum var ein av okkara
fremstu framburðsmonnum.
Pápi Símun var Jógvan
Simonsen, ein slóðari innan
okkara fiskiskap. Hann var tann
fyrsti sum lat fiskiskip byggja
uttanlands. Jógvan doyði í 1885.
Á sjúkraleguni bað hann systrina
Malenu, ið var gift við Jógvani
Petersen á Høgabóli, um at taka
sær av Símuni. Sum hann segði:
“Komi eg fyri meg aftur, skal eg
løna tær væl, men skal eg hiðani,
skal Várharra løna tær.”
Tað gjørdist eisini hetta seinna,
sum kom at verða galdandi. Tey
átti eingi børn sjálvi, og tá ið
foreldrini hjá Símuni vóru deyð,
tóku Jógvan og Malena hann
til sín sum teirra egna barn. Tey
fostraðu eisini tvey onnur børn
upp, Knút og Biritu av Vollanum,
sum høvdu mist pápan.
Símun gekk fimm ár í skúla
úti í Saltnesi hjá Jóannesi í
Skúla. Hann fór til skips í 1896
við Delphinen, skipið, sum pápi
hansara hevði latið byggja í síni
tíð. Inntøkan hetta árið var 200
kr. Her var hann við í trý ár. Í 1899
fór hann við Oliviu við Pola í Dali.
Tá forvann hann 500 kr, og var
hetta nógv tá.
Í 1900 var Símun heima. Hann
tók tey gomlu húsini á Høgabóli
niður og bygdi eini nýggj, og
hetta eru húsini, sum enn standa
á Høgabóli. Símun skuldi vera
ein stak góður og kvikur smiður.
At smíða ein leyp úr heilum træi
var mett at vera dagsarbeiði hjá
manni, men Símun smíðaði tveir!
Tann 8.november 1900 giftist
Símun við Jóhonnu, dóttir Johan
í Hoyvík, sum var hálvbeiggi
pápa hansara. Tískil vóru tey
hálvsystkinabørn.
Í 1901 og 1902 var Símun aftur
við Oliviu. Árini 1903 og 1904 var
hann við til at smíða húsini til
nýggju sleipistøðina á Skála.
Vinnuliga virksemið
byrjar
Á heystið 1904 fór Símun á
skiparaskúla hjá Djurholm. Nú er
tað, at hansara vinnuliga virksemi
byrjar.
Ein sunnudag, Símun er í kirkju
á Nesi, kemur Fríðrik Petersen,
próstur, til hann og sigur, at
reiðarin Tummas F. Thomsen
á Tvøroyri hevði biðið seg
útvega sær ein álítandi mann
á Skálafjørðinum at keypa sild
til agn til hansara skip. Símun
játtaði, men Thomsen vildi fyrst
síggja mannin. Símun fór suður,
og tað var eisini beinanvegin
leyst og liðugt.
Gjørt var av, at Símin skuldi
byggja teimum hjá Thomsen
eitt íshús inn í Saltangará. Hann
skuldi keypa sild og frysta hana
og skuldi so lata skipunum sild til
agn. Afturfyri skuldi hann fáa eitt
oyra av hvørji sild í løn.
Tískil gavst Símun á skipara
skúlanum. Hann fór beinanvegin
undir at byggja íshúsið fyri
Thomsen, og tað var liðugt at
taka í nýtslu í 1905. Í 1914 keypti
hann tað sjálvur og helt fram við
virkseminum.
Sjálvur royndi Símun nógv eftir
sild á Skálafjørðinum. Hann átti
gørn og nótir bæði til sild og
brisling.
Í fyrstuni vóru bert árabátar
nýttir, men so fekk Símun
Skipasmiðjuna á Skála at byggja
sær ein motorbát við 9 hk Gideon
motor. Báturin fekk navnið
Jóhanna eftir konuni. Kostnaðurin
var kr. 4.000. Nú var møguleiki at
fara nógv víðari at royna. Símun
tók framvegis eisini ímóti sild frá
øðrum monnum.
Tá ið Jóhanna var bygd varð
Hans Tausen, sum arbeiddi á
Høgabóli tá, sendur til Havnar
at ganga á motorpassaraskúla.
Hann tók prógv í 1912. Tað var
fyrstu ferð, at slíkt prógv kundi
takast í Føroyum.
Báturin var brúktur til nógv
annað enn sildaveiðu, sum til
dømis at føra vøru úr Havn og at
føra fisk umborð í farmaskip.
Íshús og ísframleiðsla
Tá ið íshúsið var komið, fingu
flestu húsini í bygdini sær íshyljar
til framleiðslu av ísi. Táið frost
var, bar til at taka ís oman av
hyljunum fleiri ferðir um dagin, og
ísin avreiddu tey til Símun. Sum
tað skilst hevur verið
kaldari tá um veturin
enn vit kenna til í dag!
Símun á Høgabóli:
Framburðsmaður sum fáur
Símun á Høgabóli fekk eina ringa byrjan í lívinum. Sjey ára gamal misti hann bæði foreldrini, men
hann kom inn á Høgaból í Saltangará til fastrina og mann hennara at vaksa upp. Skjótt vísti tað
seg, at knotur vóru í hesum lítla, og hann bleiv ein tann fremsti framburðsmaður á Skálafjørðinum
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Jógvan og Malena á Høgabóli tóku Símun til sín, tá ið foreldrini doyðu
Brúðarmynd av Símuni og Jóhonnu
➘