mikudagur 2. september 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
10
nr. 166 • 02. september 2009
Prísurin fyri ísin var fjórðings
oyra fyri pundið. Ísurin var borin
í leypi, og tað kundu vera eini
300 pund í leypinum. Dømi er um
mann, sum bar 9.000 pund av ísi
ein dag. Tá avreiddu hann fyri kr.
22,50. Vanlig dagløn var 2 krónur,
so hetta var ein rokdagur.
Ísurin varð malin í eini maskinu,
so hann gjørdist sum sukurmolar
til støddar. Maskinan var drivin
við hond. Salt varð blandað uppí
ísin, og hetta gjørdi, at hann frysti
munandi betri. Eitt lag av ísi varð
stoytt í botnin á frystipannuni, so
varð sild løgd omaná og so aftur
ísur. Morgunin eftir var sildin
fryst, tikin úr pannuni og løgd í
goymslurúmið, har kuldin kom
frá tí saltblandaða ísinum. Hann
bráðnaði so, og fylt mátti vera í
aftur hvønn morgun. Seinni fóru
teir at brúka kava fyri ís.
Skipini komu inn til Símun
at fáa sær agn. Prísurin varð
avgjørdur av útboði og eftirspurn
ingini. Var nógv sild til, kundi
prísurin vera eitt ella tvey oyra
fyri sildina. Undir fyrra krígnum
kom prísurin upp í eina krónu
fyri sildina, og var hetta ein
risaupphædd.
Símun fær sær handil
Tann 8. mars 1908 lat Símun
handil upp á Høgabóli. Hann
handlaði fyrst fyri Jens Evensen í
Havn, men hann fór seinni sjálvur
at handla. Hann tók eisini fisk
frá skipum, sum hann turkaði til
klippfisk. Eisini fór at hann at taka
ímóti sild til saltingar at flyta út.
Við øllum hesum virksemi kom
at tørva atløgupláss til skip og
bátar. Einasta pláss at leggja at
var drátturin til gamla neystið á
Høgabóli. Símun gjørdi tí í 1909
eina atløgubryggju norðanvert við
handilin, so deksfør fingu lagt at.
Hon var øll lagað av gróti bæði
undir og yvir vatnskorpuna. Ein
tjúkkur timburstokkur var boltaður
inn móti bryggjukantinum. Hann
mundi vera einar 45 metur. Teir
sum stóðu fyri hesum valaarbeiði
vóru Jákup á Sýnuni og Wenzil á
Glyvrum.
Hetta var fyrsta bryggja til
deksfør á Skálafjørðinum. Tí
kom mjólkabáturin Ruth eisini
at leggja at her, og tað gjørdu
seinnu mjólkabátarnir alla sína
tíð.
Stutt eftir bygdi Símun eina
brúgv afturat niðan fyri handilin.
Hon var eisini laðað av gróti, og
var einar tvær ferðir longri enn
tann fyrra brúgvin, sum eisini
var djúpari, so sluppir kundu
leggja at. Her vóru tað aftur
Jákup og Wenzil, sum stóðu fyri
arbeiðinum.
Í tjúgunum fór Símun eisini at
selja timbur. Til hetta bygdi hann
hús við handilin, kallað Viðhúsið.
Seinast í tjúgunum gjørdi
Símun eitt fiskastykki norðanfyri
handilin. Tað var um 2.500
fermetur. Í 1930 fór hann undir
at byggja eitt nýtt turkihús
niðast við sjóvarmálan sunnan
fyri handilin. Áðrenn tað hevði
hann havt eitt hús at turka fiskin
í við petroleumsovnum. Her varð
turkað tað, sum ikki eydnaðist at
turka um summarið.
H.C.W. Tórgarð hevði teknað
og stóð fyri byggingini av nýggja
turkihúsinum, sum byrjaði sítt
virksemi í 1931.
Turkihúsið var í trimum hædd
um. Ovasta hæddin varð nýtt til
seglarbeiði og skipsútgerð.
Tá var einki el, men turkihúsið
hevði motor, so hetta var eitt
tíðarhóskandi virki. Tey løgdu
fiskin upp á tremmur og settu
tær inn í rúm, sum vóru kallað
kømur. Tað vóru fýra kømur við 64
stáplum, so har rúmaðist nógvur
fiskur. Petroleumslampur góvu
ljós at byrja við. Men so fingu tey
eina dynamo og fingu elljós frá
henni. Hitan fingu tey frá einum
ketli, ið varð kyndur við koli og
koksi
Stutt eftir bygdi Símun eitt
hús uppí turkihúsið til at goyma
fisk í. Hetta varð eitt tað fremsta
turkihúsið tá á døgum. Tað var
ført fyri at turka 1.000 tons
um árið. Í 1938 turkaðu teir á
Høgabóli 550 tons, sum var
munandi meira enn onnur virki
har á leiðuni.
Fór nú eisini at
fáa sær skip
Á heysti 1924 keyptu Símun
og eldri sonur hansara Jógvan
sluppina Lizzie frá Klæmint á
Syðradali fyri 45.000. Hetta var
nógvur peningur tá á døgum.
Teir máttu taka lán, og Símun
setti alt í veð, sum hann átti.
Men hetta var heldur ikki nóg
mikið. Tað, sum nú restaði í,
lænti teir frá grannum sínum.
Hetta sigur nakað um tað stóra
álit, bygdarfólk teirra hava havt á
teimum.
Á vári 1925 fór Jógvan á
Suðurlandið við Lizzie á sínum
fyrsta túri sum skipari. Hann var
bert 23 ára gamal.
Hann førdi so Lizzie fram til
1935. Tá var so nógv virksemi
á Høgabóli, at Símun vildi hava
Jógvan í land at standa fyri
uttandura arbeiðinum. Esbern,
bróðurin, var á skrivstovuni.
Líka frá byrjan av varð reiðaríið
á Høgabóli kent sum eitt reiðari,
sum ikki spardi uppá proviant
og aðra útgerð fyri at manningin
skuldi hava best møguligar
umstøður. Hetta skrivar Hans
Jacob Ellingsgaard í bók síni:
“Tjúgu ár til skips.”
Tá ið turkihúsið var bygt, bleiv
ein brúgv gjørd beint undir turki
húsinum, so sluppir, skonnartir og
damparar kundu leggja at.
Brúgvin varð gjørd á tann hátt,
at betong varð fylt í hessianpos
ar, sum vórðu loraðir niður til
kavaran, sum so laðaði grundina
frá botni og upp undir vatnskorp
una. Síðani varð grót fylt í. Tað
sum var omanfyri vatn, varð síðan
stoypt í fulla hædd við formum.
Hesin fyrsti partur av Stóru
brúgv var gjørdur frammanfyri
dyrnar á fiskakjallaranum, so nú
lá væl fyri við lossing og lasting.
Nøkur ár seinni, undir krígnum
ella beint eftir kríggið, varð seinni
partur av Stórubrúgv gjørdur.
Stríðið fyri
havnabygging
Allar hesar brýrnar bygdi Símun,
og hann rindaði alt sjálvur. Hann
fekk ongan almennan stuðul.
Men hann hevði trupulleikar at
fáa neyðug loyvi at byggja. Hetta
kann undra, tá tað samstundis frá
1888 til 1939 var latin almennur
stuðul til 88 brýr og lendingar.
Allar bygdir runt Skálafjørðin
uttan Saltangará fingu slíkan
stuðul.
Miðskeiðis í 50árunum ognar
tók tað almenna allar brýrnar,
sum Símun hevði bygt, uttan
nakað endurgjald. Heldur var tað
hinvegin. Nú máttu virkið rinda
vørugjald fyri at nýta brýrnar, sum
tað sjálvt hevði goldið!
Virksemið á Høgabóli vaks
skjótt í 30unum. Umframt at
turka egnan fisk turkaðu teir
eisini fyri aðrar.
Í 1935 keyptu teir Galatheu.
Hon var heldur lítil slupp, 70
tons, og hon hevði ein 100 hestar
Tuxham motor, sum var nógv tá
í tíðini. Vanliga vóru motorarnir
2540 hk. Í 1937 keyptu teir
Verdandi, sum var nakað størri,
82 tons.
Símun dugdi væl at síggja
teir stóru framtíðarmøguleikar,
sum vóru á plássinum, um ein
skilagóð havnarbygging hevði
verið framd. Hann fór tí langt fyri
kríggið at slóða fyri at fáa bygt
eitt stórt og gott havnarlag, sum
kundi geva størri møguleikar fyri
ídnaði, og sum eisini kundi draga
virkisfýsnar menn til plássið.
Hetta var ikki lætt, tí
kommunala økið var stórt. Símun
sá fyri sær samstarv um eina
stóra, góða og trygga havn,
sum kundi miðsavna vinnuna í
best egnaða plássinum í øllum
landinum. Men menn, sum bert
høvdu áhuga í egnum plássum,
høvdu ein heilt annan hugburð
enn Símun. Tí fekk hann stóra
mótstøðu í hesum máli.
Húsini á Høgabóli
Virkið á Høgabóli í tjúgunum, áðrenn turkihúsið varð bygt
Virkið á Høgabóli fyrst í 30-unum. Nú er turkihús komið
Virkið á Høgabóli, sum tað kom at mennast
Dampari tekur fisk á Høgabóli miðskeiðis í 30-unum. Símun sæst á brúnni