Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 166 - 2. september 2009 Føroyanevndin tryggj­ ar, at kunningin um føroysk viðurskifti er nóg góð á Fólka­ tingi, metir Mogens Jensen, limur í Før­ oyanevndini. Men nevndin er bert í Føroyum annaðhvørt ár. Høgni Hoydal, fólkatingslimur, held­ ur nevndina vitja nóg ofta, hóast danir vita øgiliga lítið um Føroysk viðurskifti NevNdarvitjaN Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Annað hvørt ár er Føroya­ nevndin í Føroyum og kunnar seg um viðurskiftini. Hetta hendir í hesum døg­ um, og mangt og hvat er á skránni. Tó dugir Edmund Joensen, formaður í nevnd­ ini, ikki reiðiliga at seta orð á, hvat nevndin fær burturúr at vera í Føroyum. Men tað ger Mogens Jensen, fólka­ tingsmaður fyri danska Javnaðarflokkin og limur í Føroyanevndini. ­ Tað er ikki ofta, at Før­ oyanevndin hevur nakað serligt at gera, men tá við­ urskifti stinga seg upp, sum hava við Føroyar at gera, so er tað okkum, hini í flokk­ unum venda sær til. Vit eru satt at siga serfrøðingarnir fyri flokkin í føroyskum viðurskiftum, sigur Mogens Jensen. Nóg ofta Spurningurin er tí, um tað er nóg mikið at vera í Før­ oyum annaðhvørt ár og kunna seg um føroysk viður­ skifti, tá mann skal vera serfrøðingur fyri flokkin. Tað heldur Høgni Hoydal, fólkatingslimur og ting­ maður fyri Tjóðveldi. ­ Føroyanevndin er nóg ofta í Føroyum og kunnar seg. Men sum heild vita danir og eisini fólkatings­ limir øgiliga lítið um Før­ oyar, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir tó á, at seinastu árini hevur nógv verið gjørt niðri í Danmark við at kunna fólkatingslimir um viðurskiftini í Føroyum, og hvørja ferð evni, sum hava við Føroyar og/ella Grøn­ land at gera, gera seg gald­ andi á Fólkatingi, so skipa umboðini fyri oyggjarnar soleiðis fyri, at málini fáa viðgerðina, tey hava tørv á. Soleiðis hevur ikki altíð verið, metir hann. Eisini staðfestir fólka­ tingslimurin fyri Tjóðveldi, at ein av batunum er, at ymisku flokkarnir í Dan­ mark hava fingið sær ávís framsøgufólk í føroyskum viðurskiftum, og tí vita hesi betri um Føroyar. Tó vísir Høgni Hoydal á, at fólkatingslimir nýta heilt nógva tíð at kunna um grundleggjandi viðurskifti um Føroyar, og tí fer tað við nógvari orku. Lýsa fyri Føroyum Mogens Jensen greiðir eis­ ini frá, at eitt av málunum við at vitja Føroyar fyri nevndina, er at kenna land­ ið, og læra tað at kenna við eini góðari uppliving. ­ Vit eru sjálvandi eisini góðir sendiharrar fyri Før­ oyar, tá vit koma niður aftur til Danmarkar. Tá vit koma heim aftur tosa vit altíð um, hvussu vakrar oyggjarnar eru, tað góða her og so fram­ vegis, og hetta hevur jaliga ávirkan fyri hugsanina um Føroyar á Fólkatingi, sigur danski fólkatingslimurin. Hann staðfestir eisini, at tað er sjáldan, at Føroya­ nevndin hevur nakra bein­ leiðis ávirkan. Kunna um alt Hóast Mogens Jensen, fólkatingsmaður, heldur at tað at vitja Føroyar serliga er ein jalig uppliving, so kunnar Føroyanevndin um øll viðkomandi føroysk viðurskifti. ­ Vit fara í Norðoyggjar, eftir uppskoti frá føroysku limunum í nevndini, og har fara vit at hyggja at infra­ kervinum, og hvussu ein undirsjóvartunnil hevur ávirkað økið, greiðir Edmund Joensen frá. Spurdur, leggur hann tó afturat, at tað ikki er soleiðis, at tað negativa ikki verður viðgjørt, og tí verður støðan í fiskivinnuni sjálv­ andi eisini uppi at venda. Afturat hesi vitjan í Norð­ oyggjum, vitjar Føroya­ nevndin løgmann, uttan­ landsnevndina, vinnumála­ ráðið og ávísar fyritøkur í Norðoyggjum og Eysturoy. Á fundunum í Føroyum verður eisini støðan við hækkaðu ferðaavgjøldunum viðgjørd, og ferðin hjá teim­ um 11 sum eru við, kostar danska statskassanum um­ leið 130.000 krónur. Ráðgeva Fólkatingi um Føroyar Annaðhvørt ár vitjar Føroynevndin á klettunum, men Edmund Joensen, formaður, hevur ilt við at vísa á ítøkilig úrslit av hesi vitjan fyri 130.000 krónur Mynd: Jens Kristian Vang Nýtt uppskot úr Iran Iransku myndugleikarnir hava orðað eitt nýtt uppskot og eru til reiðar at taka tingingarnar um landsins kjarnorkuverkætlan uppaftur. Tað sigur BBC frá iranska sjónvarpinum. Tíðindini kunnu hava samband við, at ST­trygdarráðið umhugsar at herða tiltøkini ímóti Iran fyri at noyða landið aftur til samráð­ ingarborðið. Barack Obama, forseti, hevur sagt, at Iran skal gera eftir altjóða kravinum um samráðingar í seinasta lagi í hesum mánaðinum. Altjóða kjarnorkustovnurin IAEA sigur at Iran sýtir fyri at lata stovninum neyðugar upplýsingar um kjarnorkuverkætlanina, hóast landið hevur játtað at gera tað.