hósdagur 15. november 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 221 - 15. november 2001
Nr. 221 - 15. november 2001
23
Heini O. Heinesen,
fólkavalevni
tjóðveldisflokksins
Síðani Erlendur Paturrsson
sat á fólkatingi hevur ongin
tjóðveldisrødd verið at
hoyrt á fólkatingi. Um Er-
lend stóð virðing og dansk-
ir politikarar minnast hann
enn. Hann talaði tann
greiða boðskapin, sum enn
í dag brennur sum heitur yl-
ur í okkara hjørtum og sum
fekk danir at skilja, hvat
stoltleiki og sjálvsvirðing
hevur at siga fyri eina tjóð.
Í dag eru vit nærri enn
nakrantíð at náa málinum
um at stovnseta tjóðveldið
Føroyar. Alt er tilreiðar. Tað
snýr seg bert um at hava
politikarar, ið tora at standa
við síni orð og sum tala
greitt fyri bæði føroyingum
og dønum.
Tí er umráðandi, at fáa
eina tjóðveldisrødd á fólka-
ting, sum talar Føroya fólks
søk.
Fólkatingsumboðini hig-
artil hava við fáum undan-
tøkum bert verið finnur í
einum innanríkispolitiskum
donskum talvi og hava har-
við forðað fyri føroyska
tjóðveldinum. Umboðini
frá hinum føroysku flokk-
unum gerast partar av
donskum flokkum – ofta
stjórnarflokkum – og aftur-
fyri stuðla danskir flokkar
og stjórnir teirra politikki í
Føroyum.
Hetta skapar ikki virðing
og gevur onga fatan millum
danskar politikarar fyri
rættindunum hjá føroysku
tjóðini. Úrslitið er millum
annað, at danska fólkating-
ið enn ikki hevur viðurkent
sjálvsavgerðarrættin
hjá
føroyingum, og at ongin
danskur flokkur tykist hava
aðra mynd av føroyingum
enn, at vit eru krevjandi
ábyrgdarloysingar í einum
donskum landsluti. Har er
onki broytt síðani 1946, tá
fólkaviljin og fólkarætturin
vórðu sett til viks.
Tí má sláast fast, at um
hinir flokkarnir í Føroyum
aftur fáa umboð á danating,
so kunnu tey framhaldandi
forða fullveldismálinum og
kunnu enntá støðga tí við at
stuðla donskum flokkum
afturfyri at binda Føroyar í
danska ríkið. Tey kunnu
enntá eftir eini løtu spæla
av við sjálvsavgerðarætt
føroyinga við at virka fyri
eini nýggjari skipan í
danska ríkinum. Tá er alt
føroyskt tjóðskaparstríð til
fánýtis.
Mong dømi er um hetta
gjøgnum tíðirnar. Tá ein
meiriluti á Løgtingi frá
1923 og frameftir kravdi
føroyska málið sum undir-
vísingarmál í skúlanum —
noktaði stjórnin hesum
heilt fram til 1938 – og hon
varð stuðlað av føroyskum
umboðum á danatingi.
At fólkatingsumboð frá
øðrum flokkum verða brúkt
at seta kílar í millum før-
oyskar flokkar, hava vit
aftur ásannað seinastu 4 ár-
ini. Umboðini á fólkatingi
hava als onki gjørt til tess at
skapa virðing fyri tí sjálv-
sagda og ediliga máli, at
føroyingar
taka
fulla
ábyrgd av egnum landi.
Annað
umboðið
hevur
seinastu 4 árini verið avger-
andi atkvøðan hjá donsku
stjórnini og hevur kortini
góðtikið, at danska stjórnin
noktar at viðurkenna føroy-
ingar sum tjóð og noktar at
viðurkenna okkara tjóðar-
mál.
Tí heiti eg á øll, sum hava
frælsið brennandi í hjarta-
num, at fara á fólkatingsval
og velja Tjóðveldisflokkin.
FÓLKATINGSVALIÐ 2001
Í hjørtum okkara býr frælsið
Elisabeth Joensen
(Betta),
fólkatingsvalevni
Sambandsfloksins
Vit hoyra frá fullveldis-
monnum, at nú hava vit ein
framúr góðan møguleika at
koma burtur úr ríkisfelaga-
skapinum. Nú hava vit tað
lagaligu løtuna, at skipa
Føroyar sum eitt fullveldis-
ríki. Víst verður á, at lands-
kassin hevur havt umleið
500 mió. kr. í yvirskoti um
árið, seinastu árini.
Vit mugu tíverri ásanna,
at myndin er ikki so ljósa-
reyð. Tað, sum mangan
verður gloymt, tá tosað
verður um tað stóra yvir-
skotið er, at uppi í hesum
talinum er 1 milliard. kr. úr
danska
statskassanum.
Taka vit hesa milliardina
burturúr, so vísir landskass-
in ístaðin eitt hall uppá 500
mió. kr. um árið. Hetta sig-
ur ikki so lítið um, hvussu
stóran týdning stuðulin úr
Danmark hevur.
Góður byrur
Um vit kanna, hvør orsøkin
er til yvirflóðina av peningi
í landskassanum júst nú, so
síggja vit, at fiskivinnan
hevur gjørt tann stóra mun-
in. Fiskiskapurin hevur ver-
ið sera góður og fiskaprísir-
nir óvanliga høgir. Afturat
hesum kemur, at alivinnan
hevur klára seg sera væl og
kasta nógvan pening av sær
til samfelagið.
At tað hevur gingist so
væl, eiga vit at vera takk-
som fyri, men hetta eru
viðurskifti, sum vit lítla
ávirkan hava á. Søgan sigur
okkum, at her henda broyt-
ingar alla tíðina. Vit hoyra
tíðindi um, at prísurin á
rækjum og laksi er nógv
lækkaður, og støðan hjá
hesum vinnum gerst hættis-
lig, um ikki vend kemur í
skjótt. Vit mugu ásanna, at
okkara búðskapur er við-
kvæmur.
Rættindi og stuðul
Sum kunnugt eru fiskirætt-
indi hjá øðrum tjóðum
grundarlagið undir einum
parti av okkara fiskivinnu.
Okkara politikarar, úr øll-
um flokkum, hava roynt at
gera sítt besta fyri at varð-
veita hesi rættindi. Hvussu
hetta hevur eydnast, eru
helst fleiri meiningar um,
men nøgdirnar av fiski eru
vorðnar smærri, sum árini
eru gingin.
Tá tosað verður um rætt-
indi og stuðul, so eiga vit
ikki at gloyma, at tey týdn-
ingarmiklastu rættindini,
eru tey vit eiga í ríkis-
felagsskapinum. Tíverri er
lítil áhugi fyri at verja hesi,
ja sitandi samgonga arbeið-
ir miðvíst fyri at forkoma
hesum rættindum og fáa
teir sín vilja, fara teir at
siga nei takk til 1/3 av
blokkinum í 2002.
Veljarin skal vita, at tá
peningur fer at resta í,
vegna tann politik sum nú
førdur verður, tá verður far-
ið til skattaborgaran.
Mín áheitan til tykkum,
sum fara á væl 20. novem-
ber, er tí: Hjálpi okkum at
halda fast við tey rættindi,
vit eiga hjá øðrum og ikki
minst okkara rættindi í
ríkisfelagsskapinum?
Velji Sambandsflokkin !
Verji rættindi okkara !
Eyðgunn Samuelsen,
valevni hjá
Javnaðarflokkinum.
Javnaðarflokkurin bjóðar
seg fram til hetta fólka-
tingsvalið undir heitinum
samstarv og loysnir og
hetta er júst tað, ið vit hava
staðið fyri í verki í farna
valskeiðið bæði í Føroyum
og á fólkatingi.
Samgonguflokkarnir
hava verið ósamdir um
óteljandi mál heima í Før-
oyum, tað seinasta nýggja
er at teir nú klandrast um
hvør skal bera hetta stríð
niður á fólkating.
Javnaðarflokkurin
vil
niður á fólkating fyri at
kunna halda áfram við sam-
starvi og finna loysnir til
frama fyri fólkið ið býr í
Føroyum.
Men lat okkum gera tað
heilt greitt, at tað er á Før-
oya Løgtingi at føroyskur
politikkur skal viðgerðast
meðan røðarapallurin á
Christiansborg skal nýtast
til at viðgera mál ið enn eru
felags millum Føroyar og
Danmark.
Fyri at koma burturúr
naggatødnini og saman-
brestunum millum føroysk-
ar og danskar myndugleikar
vilja vit virka fyri einari
breiðari semju bæði á
fólkatingi og løgtingi fyri
sjálvstýrislógini. Tað er
bráðneyðugt at fáa eina
skjóta og góða loysn á
ríkisrættarligu støðuni, so
vit aftur kunnu fara í holt
við tann verðuliga politikk-
in í Føroyum.
Tey átroðkandi málini ið
snúgva seg um fólksins
vælferð hava alt ov longi
verið sett til viks.
Vit kenna øll trupulleik-
arnar : tey eldru mangla
røktarheimspláss, eftirlønin
er alt ov lág, heilsuverkið er
niðurslitið, fyri bert at
nevna nøkur óloyst mál í
hesum valskeiðið.
Lat ongan iva vera, Javn-
aðarflokkurin vil seta fólk-
ið fyrst ! Lat okkum nýta
hetta fólkatingsvalið til at
vísa at fólkið skal setast
fyrst !! Lat hetta valið vera
eina nýggja byrjan við ein-
um virðiligum samstarvi
millum Føroyar og Dan-
mark og ein politik í Føroy-
um har vit fólkið kemur
fyrst.
Tí fara vit øll, menn og
kvinnur á val og velja Javn-
aðarflokkin og vit byrja
tann 20. november !! Gott
val.
Fólkið fyrst !
FÓLKATINGSVALIÐ
- LESIÐ VALGREINAR ÓKEYPIS Á INTERNET-SOSIALINUM
Fólk søkist
Søkt verður eftir fólki til bókhaldið at byrja beinan-
vegin.
Viðkomandi má vera væl royndur innan bókhald og
má kunna arbeiða sjálvsøtðugt.
Ringið ella skrivið til:
Berg Motors
Staravegur 1-3 100 Tórshavn
Tlf. 313 535
Eykapolitistur
Eitt starv sum eykapolitistur hjá politinum í Mið-
vági er leyst at søkja.
Tænastutíðin er 6 tímar um vikuna – vanliga um
kvøldið. Samsýningin er í løtuni 2.939,48 kr. um
mánaðin.
Umsóknarblað fæst á politistøðini í Miðvági.
Umsókn verður at senda til Føroya Landfúta,
postboks 3018, FO-110 Tórshavn innan 23. no-
vember 2001.
Føroya Landfúti
Tórshavn hin 8.november 2001
M. Nepper-Christensen
Mekanikari
Søkt verður eftir mekanikara til lastvognsverkstaðið
at byrja beinanvegin.
Viðkomandi má vera royndur innan hetta øki.
Ringið ella skrivið til:
Berg Motors
Staravegur 1-3 100 Tórshavn
Tlf. 313 535
Maskinførari
Søkt verður eftir maskinførara. Stóra koyrikortið er
ein fyrimunur.
Sp/f í Djúpagili
tlf. 215921 aftaná kl. 19.00
Sjúkrasystrar og
sjúkrasystralesandi
Limafundur verður mánakvøldið 19. novemb-
er 2001 kl. 19.30 í Tilhaldinum í Tórsgøtu.
Evni: Arbeiðsumhvørvið við Jan Villemose, sálar-
frøðingi.
Tann 5. desember 2001 verður opið hús í hølum
okkara í Lucas Debesar gøtu 14 frá kl. 19.00.
Sjúkrasystrafelag Føroya
Kømur ynskjast
Søkt verður eftir tveimum verilsum við atgongd
til køk og bað.
Tlf. 315060 · Fax 314194
Fútastova
Gávuna til hann/hennara
sum eigur alt
Vit hava opið: mánadag-fríggjadag 11-17.00
leygardag 10-14.00
Keyp av
seyðaskinnum
Seinasta freist at lata seyðaskinn til okkum í ár er 1.
desember.
Búnaðardepilin
FO-410 Kollafjørður
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
- hv¿nn hsdag
Við Sosialinum
Í BÝIN
C
M
Y
K
23
22