hósdagur 15. november 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 221 - 15. november 2001
Nr. 221 - 15. november 2001
21
Atli Hansen
fólkatingsvalevni
sambandsflokksins
Tað kann ikki endurtakast
nóg ofta, at bæðið hetta
fólkatingsvalið og kanska
serliga komandi løgtings-
val, vera val millum sam-
band og loysing. Samgong-
an hevur proklamerað, at
hon vil loysing og fær hon
politiska makt til tað, so
verður loyst og so vendist
ikki aftur.
Nógv hevur verið gjørt
burtur úr at lýsa tær
búskaparligu avleiðingar,
sum kunnu standast av at
skunda eina loysing ígjøg-
num. Eingin kann neyvt
siga, hvat íð fer at henda,
men at fylgjurnar vera
ógvusligar, eru tey flestu á
einum máli um.
Men eisini á nógvum
øðrum økjum fara dra-
matiskar broytingar at vera
- eitt nú viðvíkjandi okkara
ríkisborgaraskapi. Og hvat
vil tað so siga?.
Sum limir í einum ríkis-
felagsskapi hava vit ein og
sama borgararætt sum hinir
limirnir í felagsskapinum.
Hesin borgararættur stað-
festir nøkur rættindir, sum
vit til eina og hvørja tíð
kunnu gera brúk av. Hetta
merkir m.a., at vit kunnu
flyta til annan part av
ríkinum og frá fyrsta degi
hava sama rætt sum íbúgv-
arnir har - eisini valrætt. Vit
kunnu brúka allar undir-
vísingarskipanir, fáa sama
lestrarstuðul, brúka sjúkra-
húsverkið, allar sosialar
skipanir herundir fólka- og
avlamispensiónir, arbeiðs-
loysisskipanina o.s.fr.v.
Og hvat hendir so, um
samgongan fær gjørt álvara
av at loysa?
Nyrup hevur greitt sagt,
at so missa vit okkara
danska ríkisborgaraskap.
Danmark kann ikki levera
ríkisborgaraskap til allar
borgarnar í einum øðrum
landi - Føroyum. Vilja vit
melda okkum út úr fe-
lagsskapinum, so hanga vit
í leysum lofti hvat íð hesum
viðvíkur. Ein undarligur
tanki at hugsa sær.
Tað er tí umráðandi fyri
okkum, sum ganga inn fyri
ríkisfelagsskapinum,
at
standa saman og og arbeiða
fyri at víðka skaran av
teimum, sum siga nei til at
missa tey rættindini, sum
vit hava vunni okkum gjøg-
num okkara danska ríkis-
borgaraskap.
Sigi ja til ríkisfelags-
skapin og nei til loysingina.
Veljið Sambandsflokkin.
FÓLKATINGSVALIÐ 2001
Finnleif Guttesen
fólkatingsalevni fyri
Sambandsflokkin
Suðringum,
Norðingum,
Sandingum og útoyggjum
annars.
Við verandi samgongu,
soleiðis sum hon hevur
hóreiggja sær í ríkis-
felagsskapinum og við tí
vísta politikki, kann ikk
vantast framstig hjá og í
útjaðarinum.
• Vilja tit hava ein útjaðara
og útoyggja politik sum
gagnar hesum oyggjum,
so at øll vit sum vilja bú-
leikast á teimun, kunnu
hava og fáa eina virðiliga
framtíð á hesum vøkru
oyggjum?
• Vilja tit, at vælferðin hjá
teimun gomlu og veiku á
hesum oyggjum, skal
tryggjast og betrast?
• Vilja tit hava útbygt
vegakervi og tunnlar og
hesum oyggjum, sum eru
frá
fimti
og
seksti
árinum, so at ferðslan og
trygdin blívur munadi
betri hjá øllum?
• Vilja tit hava eitt tíðar-
hóskandi
ferðamanna-
skip at sigla millum Suð-
uroy og miðstaðarøki, so
at tað verður høgligari at
ferðast um suðuroyar-
fjørð?
• Vilja tit hava ein und-
irsjóðartunnil um Lor-
víksfjørð, so at sambandi
millum
Norðoyggjar,
miðstaðarøki og restina
av Føroyum blívur mun-
andi betri.?
• Vilja tit varveita Føroya-
grunnin í Norðoyggjum
og hvør fíggjaði grunnin?
• Vilja tit hava ein und-
irsjóðartunnil um Skop-
unarfjørð, so at sambandi
til miðstaðarøki og rest-
ina av Føroyum blívur
munandi betri?
Taka tit undir við hesum,
siti so ikki heima 20. no-
vember, men fari á val og
seti krossin við eitt av
umboðum Sambandsflok-
sins, hetta merkir eisini
eina atkvøðu fyri frælsið.
Hvat verður av okkara ríkisborgararættindum, um samgongan
gjøgnumførir loysingina?
Hans Jørgensen
fólkatingsvalevni
Javnaðarfloksins
Tað nyttar ikki at billa fólki
inn, at nakar annar enn vit
sjálvi avgera framtíð okk-
ara. Vit kunnu fara úr
ríkisfelagsskapinum. Men
vit kunnu eisini átaka
okkum fulla ábyrgd og
fullan kostnað av landi
okkara innan ríkiskarm-
arnar. Loysingin er loysn
samgongunar. Sjálvstýri í
ríkisfelagsskapi er okkara
loysn.
Sjálvsavgerðarrættin
hava vit. Tað er eingin
heimsins tjóð ella ríki, sum
forðar okkum at taka
okkara egnu avgerð. Tí er
tað so mannminkandi alla
tíðina at billa fólki inn, at
danir og Nyrup niðurbinda
okkum og hava tikið sjálvs-
avgerðarrættin frá okkum.
Syndarligasta avleiðingin
av politikki samgongunar
er, at meðan keglast verður
um fullveldi, verður soli-
dariska
skipanin
tagað
sundur og oyðiløgd.
Fólk stara seg blind í
fullveldiskeglinum, og tá
fullveldið skal ganga fram
um alt annað, so er vandi á
ferð. Lat meg siga tað
greitt, at fyri mær er full-
veldisætlan landsstýrisins
er stórlætisørskapur. Tað er
stórlætisørskapur at taka
vælferðina og lívsfrælsið
frá vanliga føroyinginum.
Javnaðarflokkurin er ein
frælsisflokkur
Okkara politikkur er at
skapa fortreytir hjá tí
einstaka føroyinginum at
liva eitt frælst lív saman við
øllum hinum her á landi.
Alt annað enn solidari-
tetur og umsorgan fyri
hvørjum
øðrum,
vekir
andstygd í okkara huga-
heimi.
· Tá vit uppliva, at sam-
gongan einki ger fyri at
bøta munandi um pen-
sjónina til teirra, sum
bygdu framkomna sam-
felag okkara, so kalli eg
einvísu minkingina av
heildaveitingini uppá 356
mió kr fyri stórlætis-
ørskap.
• Tá eg upplivi, at okkara
gomlu liggja hjálparleys,
einki heim hava at fara í,
tá heilsan ikki loyvir
teimum eitt sámuligt lív
heima hjá sær sjálvum,
so kalli eg einvísu mink-
ingina av heildaveitingini
uppá 356 mió kr fyri
stórlætisørskap.
• Tá
vit
uppliva,
at
heilsuverkið fúnar burtur
og ikki fær loyvi at virka
alt árið, at sjúk fólk verða
víst av sjúkrahúsinum, tí
deildir lata aftur, sam-
stundis sum onnur bíða í
mánaðir
fyri
at
fáa
neyðuga viðgerð, so kalli
eg einvísu minkingina av
heildaveitingini uppá 356
mió kr fyri stórlætis-
ørskap.
• Tá vit uppliva, at skúla-
verkinum vantar umstøð-
ur at virka á nøktandi
stigi, og uppvaksandi
ættarliðið harvið verður
verri fyri enn gott er, so
kalli eg einvísu mink-
ingina av heildaveitingini
uppá 356 mió kr fyri
stórlætisørskap.
Eg kundi hildið fram.
Veruleikin er, at gribbarnir
(teir borgarligu) hava góðar
dagar.
Stutt sagt: ein og hvør
ætlan, sum brýtur niður
vælferðarmynstrið, og sum
elur sjálvgóðsku og "sektin
á hvat annar fær, eg skal
nøra at mær" hugsuna-
háttinum, er fyri mær av tí
ónda.
Tað er henda niðurbrót-
ingin, sum fer fram í kjal-
arvørrinum av harðrendu
fullveldisætlan
lands-
stýrisins.
Vit fara at biðja teg venda
hesi gongd við at geva
Javnaðarflokkinum
tína
atkvøðu 20. november.
Stórlætisørskapur byggir ikki land
Framtíðin hjá útjaðaranum
Høgni Hoydal
Valevni Tjóðveldisfloksins
Í danska fólkatinginum sita
meira enn 170 limir. Tey
umboða danska fólkið og
velja eina stjórn, sum um-
boðar tey í øllum viður-
skiftum. Tað virða vit og
fegnast um vegna danska
fólkið. Tey hava fult fólka-
ræði sum tjóð. Tey hava
fullveldi.
Men sum støðan er í
løtuni, so gera tey eisini av
nógv viðurskifti, sum raka
okkum føroyingar.
Tey gera av, hvør sleppur
inn og út úr Føroyum. Tey
gera av, hvør skal revsast,
hvør er dómari og hvat
løgreglan kann gera. Tey
gera av, hvør sleppur at
giftast og skiljast og hvørji
rættindi tú eg hava í
Føroyum. Tey gera av,
hvussu eftirlitið er við
okkara bankum og fíggj-
arstovnum og áleggja treyt-
ir, sum frá degi til dags
kunnu broyta lívið hjá
okkum í Føroyum. Hetta
kendu allir føroyingar undir
bankakreppuni, tá tær veik-
astu herðarnar fingu rokn-
ingina fyri spekulasjón og
ábyrgdarloysi.
Skilja hvørki mál, søgu
ella Merkið
Men tey skilja ikki okkara
mál. Kenna ikki okkara
søgu ella livikor. Nærum
ongin kennir okkara flagg -
okkara Merki. (Ein teirra,
sum varð spurdur í donsk-
um sjónvarpi um hann
kendi Merkið, varð Ole
Stavad, danski vinnumála-
ráðharrin. Hann kendi ikki
okkara flagg. Men sami
Ole Stavad, var tann fyrsti
at koma til Føroya á fund
hjá føroyska javnaðarflokk-
inum í Skopun at siga
føroyingum, hvat vit høvdu
at gera. Um vit vildu taka
fulla ábyrgd av landnum, so
fóru danir at hótta við
pengum beinanvegin, segði
hann longu í 1998).
Og fólkatingið viður-
kennir ikki føroyingar, sum
eitt fólk - sum eina tjóð - ið
er javnbjóðis og javnsett. Tí
eru viðurskiftini so óvirði-
lig og tí ber ongantíð til at
samráðast sum fólk, tá
føroyingar samráðast við
danskar myndugleikar. Vit
hava ikki fult fólkaræði í
Føroyum.
Ein fræls rødd fyri tjóðina
Tjóðveldisflokkurin vil, at
okkara Merki skal veittra
millum hini. Tjóðveldis-
flokkurin vil, at vit føroy-
ingar taka fulla ábyrgd av
øllum okkara viðurskiftum,
Tjóðveldisflokkurin vil, at
tað er Føroya fólk, sum
gjøgnum meira enn 40
ættarlið hevur bygt hetta
land, ið hevur alt fólka-
ræðið í Føroyum. Og so
samstarva vit við Danmark,
sum sjálvstøðug lond -
virðiliga og javnbjóðis.
Tað hevur ongantíð verið
meira týdningarmikið enn
nú, at ein óheft og fræls før-
oysk rødd dugir at greiða
donskum politikarum og
danska fólkinum frá hes-
um. Tað hevur ongantíð
verið meira týdningarmikið
enn nú, tá vit eru á veg móti
fullum sjálvræði og ábyrgd,
at vit fáa eina rødd á fólka-
ting, ið kann skapa virðing
fyri føroyingum og tjóðini.
Sum kann vísa á, at síðani
vit fóru at seta blokk-
stuðulin til viks, hava vit
fingið eitt sunnari og meira
samhaldsfast samfelag í
Føroyum.
Hetta kann bert eitt tjóð-
veldisumboð gera. Og tí
heiti eg á allar føroyingar,
ið vilja sjálvsvirðingina og
javnstøðuna um at fara á
val og velja Tjóðveldis-
flokkin ella eitt av teimum
góðu valevnunum á listan-
um.
Sámal Petur í Grund
Valevni Sjálvstýrisfloksins
Søguliga sæð, so hava vit
sum Føroyingar verið ein
inntøkukelda
fyri
tað
kongadømi sum vit hava
verið partur av.
Tað
kann
staðfestast
longu í fornaldarsøgu okk-
ara, hvar umboðsmenn fyri
kongsveldi jú kravdu skatt
upp í Føroyum og fóru av
landinum við honum.
Eisini einahandilstíðin í
miðaldarsøgu okkara, hvar
ymiskir forvaltarar sendu
pening av landinum er
staðfesting um hesa sann-
roynd.
Einahandilstíðin er ikki
av, hóast forvaltararnir eru
fluttir av landinum. Enn
sita forhandlarar í Dan-
mark, sum hava einahandil
uppá vørur sum koma
uttanlendis frá til Føroya.
Júst hvussu nógvur pen-
ingur liggur eftir í danska
samfelagnum,
av
teim
handlum sum føroyingar
gera við handilsmenn í
øðrum londum, er tað helst
eingin sum hevur eitt
nágreiniligt boð uppá.
Men at talan er um stórar
upphæddir er eingin í iva
um.
Til fólkatingsvalið hesa-
ferð er støðan greiðari í
ríkisrættarliga spurningin-
um enn nakrantíð fyrr.
Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin fara á
fólkatingi at virka fyri
framhaldi av eini skipan
sum líkist núverandi skip-
an.
Í
beinleiðis
útvarps-
sending sunnukvøldið 11.
novembur
komu
nøkur
sjónarmið fram, sum klárt
og tíðuliga boðaðu frá hvat
føroyingar kunnu vænta
sær, um hesir flokkar fáa
mann valdan á fólkating.
Umboð sambandsflok-
sins bar fram, at bæði
persónliga frælsið og væl-
ferðin vóru óloysiliga tengd
at ríkisfelagsskapinum.
Umboð javnaðarfloksins
bar fram, at javnaðar-
flokkurin vil verja virðini
sum liggja í ríkisfelags-
skapinum.
Vit sum hava aðra stevnu
enn áðurnevndu samríkis-
flokkar, ynskja at byggja
persónliga frælsið og væl-
ferð okkara á egnu virði,
herundir eisini tey virði
sum av røttum áttu at ligið í
føroyska samfelagnum.
Skulu vit bara lata Danmark gjalda
FÓLKATINGSVALIÐ 2001
Okkara merki skal veittra millum hini
Jógvan Arge
valevni tjóðveldisfloksins
til fólkastingið
Tjóðveldisflokkurin
fer
ikki at lata seg binda niður
á fólkatingi. Hann fer
heldur ikki at tiga, tá
sjálvsøgd føroysk tjóðar-
rættindi verða vanvird, og
hann fer at tala greitt og
mótmæla, at føroyingar
verða úthongdir sum ein
krevjandi útreiðsla fyri
statin.
Tjóðveldisflokkurin er til
reiðar at samstarva, men
bara á jøvnum føti, og hann
fer á fólkatingi at vísa á, at
hjálandaveldi sambært 40
ára gomlum ST-samtyktum
hava skyldu til at virka fyri,
at hjálond gerast búskap-
arliga óheft.
So greiða stevnu hevur
ongin annar flokkur. Tá á
hevur staðið, eru føroyskar
fólkatingsrøddir tagnaðar á
Christiansborg. Vegna vant-
andi støðufesti og sjálvs-
virðing hava tær ikki viljað
sagt tað, sum sjálvsagt er.
Tvørrandi viljin til at tala
søk føroyinga hevur verið
ein meinbogi í føroyska
sjálvstýrisstríðnum. Men
við eini frælsari rødd á
fólkatingi fáa føroyingar
trygd fyri, at vend kemur í.
Hon fer at tala greitt fyri
føroyska sjálvstýriskravin-
um. Og hon fer at tala sak-
liga og siðiliga.
Tjóðveldisflokkurin
heldur, at føroyska tjóðin
kemur ikki úr stað, um
Føroyar og Danmark ikki
fara at samstarva á jøvnum
føti. Hetta er eitt sjálvsagt
og virðiligt mál at seta sær.
Men skal tað røkkast, má
hugburðurin í stórum parti
av politiska lívinum broyt-
ast.
Tað er onki politiskt
bragd at siga fólki, at alt
verður verri, um føroyingar
taka við ábyrgd. Tað hevur
onki veruligt politiskt inni-
hald at prædika dómadag í
løgtinginum
og
á
fólkatingi.
Forsagnir um undirgang
eru ikki annað enn ráða-
leysir pástandir út í tóman
heim. Tær elva ikki til
annað enn ræðslu og minka
um sjálvsálitið hjá tjóðini.
Tí er umráðandi, at røddir,
sum vilja taka við avbjóð-
ingum, tala søk føroyinga.
Valið 20. november er tí
einfalt. Ein fræls føroysk
rødd má veljast á fólkating.
Frælsar røddir tala greitt
Elin Lindenskov
Fólkatingsvalevni
Javnaðarfloksins
Kvinnur
eru
vanar
at
samstarva og at finna
loysnir - loysnir í staðin fyri
konfrontatiónir. Tí er tað
eisini ein kvinna, sum kann
nýta ávirkanina á Fólka-
tingi at loysa naggatódnina
millum Føroyar og Dan-
mark.
Eg bjóði meg fram sum
kvinnuligt valevni til fólka-
tingssessin, har eg fari at
nýta stóra orku upp á at
greiða dønum frá føroyska
fólkaynskinum um broyt-
ingar
í
viðurskiftunum
millum Føroyar og Dan-
mark.
Eg eri vís í, at tað ber til
at samstarva og at finna
loysnir. Sjálv havi eg
samstarvað við fleiri av
donsku
kvinnupolitikar-
unum, og er hetta ein stórur
fyrimunur.
Tað er eyðsæð, at tað
besta er, at bæði kynini eru
umboðað eins væl, har vit
velja umboð. Vit mugu
tíverri staðfesta, at før-
oyingar
velja
ov
fáar
kvinnur á ting og í komm-
unustýri - og at vit ongantíð
hava valt eina kvinnu á
Fólkating. Men í hesum
sambandi er vert at hava í
huga, at Javnaðarflokkurin
átti
fyrsta
kvinnuliga
løgmann, og at nummar 1,
3 og 4 á javnaðarlistanum
til býráðið í Havn seinast
vóru kvinnur. Til løgtings-
valið í 1998 vóru kvinnur
nummar 2 og 3 á javn-
aðarlistanum. Hetta ber boð
um bata.
Eg haldi, at tað er um-
ráðandi, at henda gongdin
heldur fram. Tí fari eg at
heita á teg:
- Far á val. Vel ein sterkan
Javnaðarflokk á Fólkating.
Vel samstarv og loysnir. Vel
eina javnaðarkvinnu!
Veljið kvinnu á Fólkating
C
M
Y
K
21
20
Lesið Sosialin
-tað loysir seg!