Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hann hevur ikki spælt fyrstudeildar hondbólt í hálvt triðja ár, men sunnu- dagin verður Bárður Johannesen eftir øllum at døma á Kyndils liðnum, sum skal royna seg móti Tjaldri HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað er ikki frítt, at við- haldsfólkini hjá Kyndli eru eitt sindur vónsvikin av úrslitunum, sum lið teirra hava fingið higartil í vetur. Bæði kvinnur og menn halda til heilt niðarliga á stigatalvuni, og meðan hetta ikki er so heilt for- kunnugt hjá kvinnunum, so er talan um eina full- komuliga nýggja støðu hjá mansliðnum. Bulurin burtur Ikki tí. Sagt varð undan kappingini, at nú skuldi eitt nýtt lið byggjast upp, og at hetta fór at taka sína tíð, men sjálvt ikki tey mest svartskygdu høvdu roknað við einum botnsessi, eftir at øll liðini høvdu hitst eina- ferð. Alt hevur tó sínar orsøkir, og soleiðis er eisini í hesum føri. Kyndil hevur uttan iva verið óhepnasta liðið í ár, tá tosað verður um skaðar, og lazarettin hjá felagnum sær í løtuni soleiðis út: Róar Nielsen (knæskaða), Heini Bendtsen (knæskaða), Ragnar Simonsen (bruna í hælsinuni), leikandi venjar- an Jónleif Sólsker (skaddur í økslini) og Janus Einar Sørensen (hálsbruna og pínu í rygginum). Hartil kann sigast, at Hanus Jen- sen, sum í fjør veruliga fór undir hondbóltin aftur, enn ikki hevur fingið vant, eins og Niels Viggo Niclassen hevur ein eyman, tó at hann helst fær spælt kortini. Allir hesir leikarar vóru undan kappingarárinum avgjørt at rokna millum teirra, sum skuldu vera bulurin á liðnum, sum nýggir leikarar skuldu stuðla seg uppat, men tá hesir eru skaddir, er einki at siga til, at úrslitini ikki eru av teimum bestu. Bárður við aftur Neyð lærir tó nakna kvinnu at spinna, verður sagt, og í Kyndli verður eisini leitað eftir loysnum upp á hendan trupulleikan, sum má sigast at vera sera átrokandi. Ikki minst nú botnuppgerðin móti Tjaldri stendur fyri framman. Heilt konkret, so hevur hendan leitanin fyribils givið úrslit í, at Bárður Johannesen, ið fyri trimum árum var liðskipari hjá silvurliðnum hjá Kyndli, nú er farin undir venjingina. Bárður hevur annars verið - ja, gita – drigist við ein skaða í fótinum seinastu mánaðirnar, men tykist nú vera um at koma fyri seg aftur. Ikki leikbannaður Hjá teimum, sum hava hugt at seinastu dystunum hjá Kyndli, kemur tað kanska ikki heilt óvart á, at Bárður nú aftur verður at síggja á vøllinum. Kropsliga og sálarliga sterki spælarin hevur sein- astu dystirnar verið at sæð á beinkinum, har hann hevur givið venjaranum og vin- manninum, Jónleifi Sól- sker, eina hjálpandi hond. Her fekk hann fyri hálv- ari aðru viku síðani reytt kort, tá Kyndil tapti fyri StÍF, men hóast hetta, so er hann ikki leikbannaður til dystin móti Tjaldir. Reglur- nar fyri leikbann eru nevn- liga soleiðis háttaðar, at tað ikki er tað sama, hvørt tað er ein leikari ella ein sonevndur official, sum fær reyða kortið. Fær ein official reytt kort, skulu dómararnir skrivliga boða HSF frá hesum, og kann sambandið tá gera av, at viðkomandi skal hava leikbann. Er talan um leikara, skal hesin hava leikbann, og tað er so ein ávísur munur ímillum hesar orðingar. Kyndil hevur ikki fingið nærri boð um hendingina, og tískil er Bárður, sum annars fylti 28 ár í gjár, tøkur sunnudagin. Nr. 221 • hósdagur • 15. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Komandi tvær vik- urnar skulu hópin av dystum í Coca- Cola kappingini í hondbólti avgreið- ast HONDBÓLTUR Jákup Mørk Hondbóltslandskappingi n fyri veturin er longu komin fjórðings leið, og nú verður so eisini farið í holt við steypakapp- ingina. Tað sonevndu Coca-Cola kappingina. Eftir at veikaru liðini í landinum hava spælt dystirnar í fyrsta um- farinum, verður nú farið undir annað umfar, har liðini í bestu mans- og kvinnudeildunum eisini skulu taka lut. Lutakast um, hvussu liðini skulu hittast, var um vikuskiftið, og niðan fyri sæst, hvørjir dystir verða á skránni hetta umfarið. Sum lesarin helst sær á dystaryvirlitinum, so kemur ikki fyri, at tvey lið úr bestu deildini skulu spæla ímóti hvørj- um øðrum. Hetta kemst av, at Hondbóltssam- bandið hesi fyrstu um- førini tilskilar sær rætt til at styrkismeta liðini, soleiðis at sleppast kann undan, at eitt nú Neistin og VÍF hjá monnum ella VÍF og Stjørnan hjá kvinnum bresta saman alt fyri eitt. Ikki fyrr enn til hálvfinalurnar verður talan um reint lutakast. HSF ásetur ikki leik- dagar fyri dystirnar í øðrum umfari, men tó verður álagt feløgunum at hava avgreitt dystirnar áðrenn 1. desember. Dystirnir eru hesir: Kvinnur: Sóljan I – Neistin III Stjørnan III – Stjørnan I Tjaldur III – Kyndil I Kyndil III – Neistin I VÍF II – VÍF I Kyndil II – Tjaldur II VB II – VB I Neistin II – StÍF I Menn: StÍF I – VB II VÍF I – Kyndil II Kyndil a III – H71 I Neistin a III – KÍF I Tjaldur I – H71 a III Neistin I – VÍF II Kyndil I – KÍF a III StÍF II – Neistin II Tey stóru koma til Seinnu árini hevur talan verið um nakrar sera spenn- andi steypafinalur hjá bæði kvinnum og monnum, og nú verður av álvara farið í holt við Coca-Cola kappingini fyri hendan veturin Kyndil grevur fólkið fram Her sita teir báðir á Kyndils beinkinum á heysti 1998, men sunnudagin verða Bárður Johannesen og Hartvig Joensen mótstøðumenn á vøllinum, tá Kyndil og Tjaldur skulu stríðast fyri at sleppa undan botnsessinum. C M Y K 18 Nr. 221 - 15. november 2001 19 Í dag kemur nýggj barnafløga út. Terji Rasmussen stendur fyri útgávuni, sum bæði umfatar tónleik, søgu og spøl til telduna TÓNLEIKUR Pop.fo Terji og kettlingarnir. Soleiðis rópast nýggj fløga til børnini, sum kem- ur út í dag. Maðurin aftanfyri útgáv- una er Terji Rasmussen, sum fólk ivaleyst kenna frá bólkum sum Frændum, Føstufressum og Moirae. Nú roynir hann seg við tónleiki til børnini. Hetta hugskot hevur hann havt í fleiri ár, men nústani er tað vorið veruleiki. Terji hevur skrivað 9 av teimum 12 sangunum á fløguni. Tveir eru týddir úr donskum, og ein hevur James Olsen syrgt fyri. - Fløgan er ikki lætti- soppi. Eg havi roynt at gjørt tónleikin soleiðis, at øll kanska ikki svølgja bitan beinanvegin, men hann skal smakka nokk so væl í longdini, sigur Terji Ras- mussen. – Tað er eingin orsøk at undirmeta børnini sum brúkarar av tónleiki. Tí roynir hendan sløgan av vera eitt sindur avbjóðandi, tá tað ræður um tónleikin. Eisini til telduna Á fløguni eru 12 sangir, men hon rúmar eisini ym- iskt annað. Rógvi mús og tann stóri ljóti fressurin kallast ein søga, sum verður søgd á fløguni. Harafturat eru eisini telduspøl til børnini. Til eina sangin er ein annimatión gjørd, og hana kunnu børnini síggja á telduni. Fløgan kann sostatt bæði brúkast í vanliga fløgu- spælaranum og í telduni. - Vit mæla vaksnum til at seta seg við børnunum og læra tey at brúka fløguna, men hon er sera einføld gjørd, so tað er einki kynstur at brúka hana, sigur Terji Rasmussen. Fløgan er framleidd í Keypmannahavn, har Terji hevur sítt egna studio. Tað er 3’arin, sum gevur fløg- una út. Fríggjakvøldið verður konsert við gospelbólkinum I AM í Støkk-høllini á Glyvrum TÓNLEIKUR Pop.fo Fríggjakvøldið kl. 23.00 hevur gospelbólkuri I AM konsert á Glyvrum. Konsertin verður í Støkk-høllini, og har rúmast 220 fólk inn. Atgongumerkini til hesa konsertina verða seld í forsølu í Kiosk Vár í Saltangará, og tey kosta 80 krónur. Tey atgongumerki, sum ikki verða seld í forsølu, kunnu fáast við dyrnar, tá konsertin verður. I AM hevði fyri kort- um konsertir í Atlantis í Klaksvík, og hesar kon- sertir eydnaðust sera væl. Skráin á konsertini fríggjakvøldið verður lík henni í Atlantis. Rockbólkurin Týr ger framvegis upptøkur til nýggju útgávuna, og teir vóna at koma út við fløguni í hesum árinum TÓNLEIKUR Pop.fo Týr hevur farna mán- aðin brúkt nógva tíð í studio í Keypmanna- havn, har upptøkurnar til nýggja fløgu við bólk- inum fara fram. Tað hevur verið nevnt, at fløgan hjá teimum skal koma út fyrst í komandi ári, men nú stríðst bólkurin við at fáa upptøkurnar lidnar, so fløgan kann koma út fyri jól. - Vit eru ikki lidnir við upptøkurnar enn. Tað tekur einar tvær ella tríggjar vikur afturat, men vit ætla at gera alt fyri at fløgan kemur út fyri jól, sigur Heri Joen- sen, gittarspælari í bólk- inum. Upptøkurnar til Týr- fløguna fara fram í Toc- cata studio í danska høv- uðsstaðnum. Føroyski tónleika- framleiðarin Óli Poulsen ljóðblandar hesa vikuna tónleikin á nýggju útgávuni hjá Chase TÓNLEIKUR Pop.fo Ætlanin er, at nýggja fløgan hjá Chase skal koma á marknaðin seinasta dagin í november, men hvør tími er ein bardagi fyri at halda tíðarfreisina. Óli Poulsen hevur hesa vikuna ljóðblandaa tónleik- in á fløguni, og hann skuldi eftir ætlan verið liðugur við hetta arbeiðið í vikuni. Húsin er snikkaður til, og tá tónleikurin er liðugt ljóð- blandaður, skulu fløgurnar framleiðast. - Tað skal lítið til fyri at seinkað útgávuni, men enn tykist tíðarætlanin at halda, sigur Edmund Jacobsen, sangari í bólkinum. Chase hevur tiki tón- leikin upp til fløguna sein- astu vikurnar, og hesar upptøkur eru gjørdar í Danmark og í Føroyum. I AM konsert á Glyvrum Týr vónar at fløgan kemur til jóla Terji og kettlingarnir Terji Rasmussen hevur lagt nýggjastu føroysku barnafløguna til rættis. Fløgan kann bæði brúkast í fløguspælara og í telduni Óli Poulsen ljóðblandar Chase Chase vónar, at tíðarætlanin fyri útgávuna heldur 19