Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 221 - 15. november 2001 Nr. 221 - 15. november 2001 17 Null-hugsjónin er grundað á ein nýggj- an hugburð, tá um ferðslutrygd ræður. Eitt nú at eitt mistak ikki skal verða revsa við deyðanum, og at hava serligt fyrilit fyri teimum, sum eru ringast vard í ferðsluni FERÐSLUTRYGD Magnus Gunnarsson Vit vita, at einki menniskja er lýtaleyst. Tað eru heldur ongar lýtaleysar maskinur. Vegirnir eru mangan hálir á vetri. Seyður er á vegnum. Gáloysnir, bráðræsnir og vánaligir bilførarar, vána- ligir bilar, mjørki, ringt sýni, skitnir rútar, rús- drekkakoyrarar, ella eitt gamalt fólk, ið fer yvir um vegin o.s.fr. Tílíkir til- burðir, ið eingin kann vara seg fyri, eru í hundraðtali. Ferðslutrygd skapa vit í felag Alt hetta er tvinnað saman í eina heild. Tað verður sagt, at tað er sum at telva við hin versta sjálvan. Tað er tí ikki sannlíkt, at vit kunnu forða fyri, at vanlukkur henda. Men harafturímóti eigur alt at verða gjørt, sum gerast kann, til tess at minka um avleiðingarnar av eini vanlukku. Vit mugu minnast til at ferðslutrygd skapa vit í felag. Brot úr fyrilestri hjá Petur J. Sigvard- sen, starvsnevndarformanni í RFF ÚT AT KOYRA Mazda 6 Á Tokyo Motor Show, var ein nýggjur Mazda 6, ið kemur at avloysa 626. Bilurin kemur til Evropa næsta ár, og verður á bilaframsýn- ingini í Geneve í mars. Kelda: Motor Magasinet Nissan stjórin Charlos Ghosn, maðurin sum bjargaði Nissan undan húsagangi, og segði 21.000 starvsfólk- um upp í 1999, ætlar sær at halda á sum stjóri í Nissan til 2006, tá sátt- málin gongur út. Hann hevur nógvar uppgávur eftir at loysa. Kelda: Motor Magasinet Citroën í Japan Citroën hava stovnað sítt egna felag í Japan, har teir eru í ferð við at skriva sáttmálar við japanskar bilhandlarar um sølu av Citroën bilum í Japan. Væntandi fer hetta at økja munandi um søluna. Kelda: Motor Magasinet Opel er við at gera nýggja Vectra C kláran til at koma á marknaðin næsta ár. Bilurin verður at síggja á altjóða bilaframsýninginií Genève í mars 2002 BILAR Magnus Gunnarsson Hóast bilurin alment verður sýndur fram næsta ár, vísa Opel longu nú myndir av nýggja Vectra. Um tvey ár er æltanin at koma við einum praktiskum bili, sum minnir um ein stationvogn, og verður bygdur yvir Vectra plattformin. Hesin bilur kemur at hava sítt egna navn og verður ein annarleiðis bilur enn sedan og hatchback útgávan. Opel brúka tað at kalla bilarnar alfabetiskt, sum til dømis var fyrsti Vectra sum kom á marknaðin ein Vectra A, síðan kom B, og nú kemur Vectra C. Ferðslutrygd skapa vit í felag Opel Vectra C – tann triði í Vectra røðini Vectra C sedan minnir nakað um Opel Astra sedan úr hesum vinklinum Her er eitt spiónfoto av Vectra C hatchback. Merkið í kølaragittarinum er kamuflerað eins og forlyktirnar Kristian Magnussen løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Tað, sum m.a. eyðkennir demokratiið, er, at tað er ein gongd, ein proses, har úrslitið ikki er givið frammanundan. Ein demo- kratisk sjálvstýristilgongd mennist ikki, um nøkur fá ótarnað sleppa at snikka veruleikan til soleiðis, at hann passar til eitt framm- anundan givið avmarkandi úrslit. Summi fólk makta ikki eina demokratiska gongd, ið ikki arbeiðir fram ímóti einum ávísum úrsliti, men er ein proses. Hesi gerast ofta fundamentalistisk í síni fatan av politikki og politiskum møguleikum. Tey liva í teirra einfaldu verð við teirra einsporðaða boðskapi, ið fyrigyklar fólki, at tey umboða av- gjørda og fullkomna rein- leikan og sannleikan. Úti í heimi uppliva vit, at menniskju gerast funda- mentalistisk av armóð og fátækradømi, meðan vit herheima uppliva, at fólk gerast fundamentalistisk av materiellari yvirflóð. Tað er hugvekjandi, at teirra eld- hugur ikki eisini røkkur til at stríðast fyri betri korum, møguleikum og suvereni- tetinum hjá tí einstaka. Hvørja ferð heimligu fundamentalistarnir rena seg ímóti, tá veruleikin ikki svarar til teirra fatan av honum, hála teir nýggjar sjálvuppfunnar trupulleikar og tilhoyrandi konfronta- tiónir inn á politiska stríðs- vøllin. Tað seinasta er, at vit eru í vanda fyri at missa okkara sjálvsavgerðarætt sum tjóð, tí at hesin, sam- bært teir, bert kann nýtast einaferð. Hetta er tað reina tvætl. Sjálvsavgerðarættur er fyrst og fremst ein spurningur um sjálvfatan. Sjálvsavgerðarætturin er ómissandi so longi føroya fólk og Føroyar eru til, óansæð hvat vit nýta hann til, í hvørjum samhangi vit nýta hann og hvussu ofta. Á fólkatingsvalinum hava vit møguleikan at seta bæði sjálvstýris-, fólka- floks- og tjóðveldisfunda- mentalistunum stólin fyri hurðina. Dragna vit í síðsta enda, so er í øllum føri mín fatan tann, at tað er ivasamt um vit makta demokratiið. Vilhelm Johannesen fólkatingsvalevni javnaðarflokksins Eitt dømi um fruktagott samstarv millum danskar og føroyskar politikkara, millum danska og føroyska javnaðarflokkin, er 60 millióna grunnurin, sum nú eitur Ílegging-argrunnurin fyri Føroyar. Hesin grunnur sá dagsins ljós meðan javnaðarflokk- urin hevði politisku leiðsl- una í Føroyum, meðan danski javnaðarflokkurin hevði politisku leiðsluna í Danmark, og meðan javn- aðarflokkurin átti annað tað føroyska fólkatingsum- boðið. Her fingu vit eitt ítøkiligt úrslit av góðum samstarvspolitikki. Hesin grunnur hevur í nærum 40 ár fíggjað stóran part av útbyggingini á samferðslu- og samskiftis- økinum í Føroyum. T. d. kunnu vit nevna útbygg- ingarnar hjá SEV, út- byggingarnar hjá telafon- verkinum og havna- vega- og tunnilsgerðirnar. Sam- anbrestis-politikkurin, sum tjóðveldisflokkurin og borgarliga fullveldissam- gongan standa fyri, gevur ongar loysnir og ongi úrslit. Fyrst í hesum samgongu- skeiðnum fingu veljararnir lyfti um ikki minni enn tvær fólkaatkvøður, men nú kunnu vit staðfesta, at ongin fólkaatkvøða verður yvirhøvur. Borgarliga full- veldissamgongan helt ikki orð. Hon leyp frá lyftunum, sum hon gav veljarunum fyri skjótt fýra árum síðani, og tí kann ongin longur hava álit á hesum flokkum. Men nú hevur so danski forsætismálaráðharrin giv- ið føroysku veljarunum orðið. Á fólkatingsvalinum næsta týsdag hava tit møguleika fyri at vraka fullveldispolitikkin hjá borgarligu fullveldissam- gonguni. Og tað er sera einfalt. Tað gera tit við at greiða atkvøðu fyri javnaðarflokkinum. Ein partur av politikkinum hjá fullveldissamgonguni er, at samgongan nú, nærsagt í óðum verkum, ætlar at gera nakrar fyrilitaleysar yvir- tøkur. Nakrar yvirtøkur, ið hvørki eru umhugsaðar ella fyrireikaðar, og sum hædd ikki er tikin fyri á fíggjar- lógaruppskotinum. Nakað annað er, at frá 1. januar komandi, verður heildarveitingin úr ríkis- kassanum, eftir ynski frá borgarligu fullveldissam- gonguni, skerd við 366 mió. kr. um árið. T. v. s. at vit framyvir skulu blaka 1 mió. kr. yvir borð hvønn einasta dag í árinum. Álvara-tos, er stundin ikki komin, at hesir flokkar fáa stólin settan fyri hurðina? Tað kunnu tit gera við at greiða atkvøðu fyri javnað- arflokkinum á valinum komandi týsdag. Fyrst í greinini nevndi eg eitt ítøkiligt dømi um úrslit av góðum samstarvi. Tað var 60 millióna greunnurin. Eg kundi eisini nevnt fleiri onnur dømir. T. d. undir- grundarav-taluna frá sep- tember 1992 og loysnina av bankamálinum og lands- kassans skuld til ríkiskass- an, har umboð fyri danska og føroyska javnaðar- flokkin løgdu loysnina væl til rættis, áðrenn danska stjórnin og landsstýrið settust við samráðingar- borðið. Eg skal enda við at heita á allar veljarar, um at fara mannsterk á val og seta krossin fyri javnaðarlistan ella eitt av valevnunum á lista javnaðarfloksins, tí tá velja tit samstarv og loysnir, heldur enn klandur og stríð og framhaldandi samanbrestir. FÓLKATINGSVALIÐ 2001 BILATORGIÐ Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag Fyrivarni verður tikið fyri villum TOYOTA CARINA 2.0 GLI Árg Mar-97, Km 70.000. Aut. gear. Kr. 120.000. NISSAN MICRA Árg Jan-99, Km 24.000. Aut. gear. Kr. 100.000. AUDI A4 SEDAN Árg Jul-96, Km 68.000. Kr. 150.000. VW GOLF III Árg Apr-94, Km 236.000. Kr. 73.000. TOYOTA CARINA TURBO DIESEL Árg Mar-97, Km 89.000. Kr. 132.000. - TOYOTA COROLLA 1,6 Árg Mar-85, Km 256.000. Kr. 32.000. Bilasølan v/ Øssur Johannesen tel 315354 - www.audi-vw.net Makta vit demokratiið? Úrslit av samstarvi C M Y K 17 16