hósdagur 15. november 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 • hósdagur • 15. november 2001 • 75. árg.
Ein av best umtóktu
ensku bilunum, Rover
75, ið hevur fingið
nógvar heiðurslønir
síðan hann kom á
marknaðin, er nú
komin sum station-
vognur. Bilurin er
sera elegantur, bæði
uttan og innan við
nøtutræpanelum og
leðursetrum
BILAR
Magnus Gunnarsson
Tað vóru nógv sum ristu á
høvdinum tá BMW seldi
Rover til eitt samtak av
enskum vinnulívsmonnum.
Tey kundu ikki hugsa sær at
teir kláraðu eina uppgávu
sum BMW verksmiðjan
hevði latið frá sær. Men tey
sum ivaðust, blivu so sanni-
liga gjørd til skammar. Tað
vit síggja frá Rover í dag,
eru bilar, sum uttan trupul-
leikar kunnu kappast við
BMW og aðrar luksusbilar.
Nútímans og í
elegantan gamlan stíl
Seinasta nýggja frá Phoe-
nix í Onglandi er Rover 75
sum stationvognur. Ein
elegantur luksusbilur við
allari hugsandi útgerð. Eins
og í sedan útgávuni er in-
strumentborðið bæði nú-
tímans og í gamlan stíl.
Eisini leðursetrini minna
ikki sørt um tað sum vit
minnast frá teimum gomlu
ensku
luksusbilunum.
Kvaliteturin í bilinum er
allan vegin ígjøgnum á
høgum støði. Rover 75 fæst
í útgávunum Classic, Club
og Connoisseur, ið er tann
best úrgjørdi. Motorstødd-
irnar eru 1.8, 2.0 og 2.5
litur, motorurin á hesum
bilinum er ein 2.0 litur V6
við 150 hk.
Arbeiðsligur og
tryggur
Rover 75 Tourer er gjørdur
sera arbeiðsligur, sum til
dømis at rúturin í baklúkuni
kann latast upp, og dúrk-
plátan yvir rúminum til
eykahjólið verður hildin
uppi av eini gassfjøður, so-
leiðis at man sleppur frá at
halda í plátuni, meðan lutir
skulu takast úr ella leggjast
í rúmið undir viðføris-
rúminum. Bilurin hevur til
dømis síðuairbag, ABS
bremsur við elektroniskum
bremsufordeilara, og klár-
aði hann seg sera væl í
Euro NCAP crasch testun-
um. Sum standard hevur
Connoisseur automatiskt
klimaanlegg og polenfiltur,
sentrallás við fjarstýring,
el-síðurútar, startsperru við
passivari aktivering, og hita
í setrunum. Annars hevur
bilurin alla útgerð, sum
man kann vænta sær av
einum bili í hesum klass-
anum.
Rover 75 Tourer V6
Connoisseur
Rover 75 Tourer V6
Connoisseur
Motorurin
2.0 litur V6 24V 150 hk
0-100 km/t
10.8 sek
Bensinnýtsla
10.4 km/l
Dekkstødd
205/65-15
Stødd og vekt:
Longd
479.0 cm
Breidd
178.0 cm
Hædd
144.0 cm
Eginvekt
1525 kg
Totalvekt
2050 kg
Prísur
kr.358.000
Søluumboð
P/f D.B. Bilar
J. Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tel.310600
Derek Brockie frá D.B.Bilum sýnir her bilin fram. Leggið
til merkis at rúturin í baklúkuni kann latast upp
Rover 75 Tourer er ein elegantur luksus stationvognur. Hesin bilurin hevur ein 2.0 litur V6 motor við 150 hk.
Mynd: Alan Brockie
Instrumentborð við nøtutræpanelum og leðursetur eru
við til at seta sín serliga enska dám á bilin
Dúrkplátan yvir rúminum til eykahjólið verður hildin
uppi av eini gassfjøður
15
14
Nr. 221 - 15. november 2001
Amerada Hess borar
framvegis, og søgurn-
ar um, at okkurt
áhugavert er funnið
og verður kannað,
hava fingið meiri ferð
á seg. At borað verður
longur niður enn
ætlað sigst eisini at
verða fyrireiking til
komandi boring á
bretskum øki næsta
ár, nú eitt møguligt
felt gongur tvørtur
um markið
OLJULEITING MILLUM
FØROYAR
OG HETLAND
Analysa – Jan Müller
– Tað hevur stóran týdning
fyri Føroyaøkið og eisini
fyri Atlantmótið sum heild,
at Amerada Hess samtakið
ger eitt fund nú. Verður har-
afturímóti henda triðja bor-
ingin á føroyska land-
grunninum turr kann tað
minka um áhugan uppá
stytri sikt. Hetta sigur Rúni
Hansen, leitistjóri hjá
Statoil í Føroyum.
Tað er greitt, at øll eygu í
oljuheiminum í løtuni eru
vend móti brunninum hjá
Amerada Hess, tí verður
talan um eitt fund kann tað
verða við til at varðveita
áhugan hjá oljufeløgunum
fyri økinum. Verður hin-
vegin einki fund gjørt nú
kann tað hava við sær, at
oljufeløgini ikki fara at
skunda sær so nógv at bora
hinar brunnarnar, sum tey
hava bundið seg til men
heldur venda aftur til tekni-
borðini og gera sítt heima-
arbeiði heilt av nýggjum.
Og tað kann fara at taka
væl av tíð.
Í føroyskum øki hava fel-
øgini bundið seg til at bora
8 brunnar áðrenn 2006. Og
fara vit yvir um markið inn
á bretskt øki so hava olju-
feløg bundið seg til at bora
einar 10 brunnar har, áðr-
enn 2005 ella so. Tað merk-
ir, at ikki færri enn 15 leiti-
brunnar tilsamans standa á
boriskráunum hjá oljufel-
øgunum á Atlantsmótinum
tvs. bæði á føroyskum og
bretskum øki næstu fimm
árini.
Sosialurin skilur, at tað
kann ganga báðar vegir við
áhuganum fyri at skunda
undir hesar boringar ella
bíða við teimum. Enn eitt
turt hol í tí besta partinum
av føroyska økinum fer at
gera tað torført hjá leiti-
stjórunum í feløgunum at
sannføra budgetleiðslurnar
um, at milliardir av krónum
skulu brúkast á Atlantsmót-
inum komandi árini heldur
enn at brúka tær aðrastaðni
í verðini, har møguleikin
fyri at finna olju og gass er
nógv størri.
Hinvegin, fer boringin
hjá Amerada Hess at geva
úrslit, so er givið, at tað
verður lættari at fáa pengar
til boringarnar longu í
næsta ár ella í 2003. Tað
verður líkasum skumpið, ið
skal til fyri av álvara at
vekja áhugan fyri økinum.
Tá tað so víst verður til,
hvussu nógvir brunnar hava
verið boraði bæði vestan
fyri Hetland og í Norðsjón-
um, áðrenn olja varð funn-
in, so er tað ein sannleiki
við modifikatiónum tvs. at
hann er rættur til eitt vist.
Tí eygleiðir man alt økið
sum eina heild, so eru
longu nógvir brunnar bor-
aðir gjøgnum árini, og olju-
ídnaðurin sær helst, at tað
verður gjørt eitt kommerci-
elt fund á sama støði sum
Foinaven ella Schiehallion
skjótt. Einki slíkt fund er
gjørt nú í fleiri ár, hóast
fleiri nýggir brunnar eru
boraðir.
Báðumegin markið
Ein orsøk til at so stórur
áhugi er fyri júst brunnin-
um hjá Amerada Hess er
tann, at struktururin tvs.
tann parturin av undir-
grundini, sum borað verður
eftir og í, gongur inn á
bretskt øki. Sovereign Ex-
plorer liggur so tætt bretsk-
um øki, at okkurt av akker-
unum er fest í bretskan hav-
botn.
Keldur blaðið hevur tos-
að við siga, at ein orsøk til
at Amerada Hess nú borar
nakrar hundrað metrar und-
ir ætlaða málinum Marjun
er tann, at upplýsingar hig-
ani kunnu fáa stóran týdn-
ing fyri boringina hjá Hess
í bretskum øki næsta ár. Tað
er nevniliga so, at Amerada
Hess, Dong, British Gas og
møguliga eisini Atlants
Kolvetni hava fingið ein
lisens frá bretskum mynd-
ugleikum, sum liggur beint
hinumegin markið. Tað er
so einki dulsmál, at strukt-
ururin, sum Amerada Hess
borar í á føroyska land-
grunninum í løtuni, gongur
inn í tað loyvið. Tvs. at
víðkaða boringin okkara
megin markið í løtuni væl
kann vera ein týðandi
brikkur í fyrireikingini til at
bora á bretska økinum
næsta ár.
Ein onnur orsøk til at
borað verður longur niður
enn ætlað tvs. niður á einar
4300 metrar heldur enn
niður á 3900 metrar er tann,
at teir tevja gass og vóna, at
olja er undir. Men allar
royndir at fáa hetta váttað
hava einki úrslit givið.
Bæði hjá Hess og Olju-
málastýrinum eru teir tætt-
ir. Men keldur, sum fylgja
væl við gongdini, siga fyri
blaðnum, at borurin hjá
Sovereign hevur fatur í
onkrum
áhugaverdum.
Spurningurin er so um tað
er kommercielt tvs. um
talan er um fund, sum er í
rakstrarligum nøgdum.
Um so er, at boringin
verður turr, men kortini
kann geva týðandi positivar
upplýsingar, sum kunnu
gera, at Amerada Hess fer
at bora hinumegin markið á
vári 2002, so kann hetta
eisini fáa týdning fyri hini
oljufeløgini, ið standa til at
skula bora bretsku megin
markið í næsta ár ella
seinni. Eitt av feløgunum er
Statoil, sum saman við
Phillips og Veba hevur
fingið tillutað ein lisens
beint uppat markinum.
Herfyri segði aljtóða leiti-
stjórin hjá Statoil Rolf
Magne Larsen við Sosialin,
at teir fylgja boringini hjá
Amerada neyvt, tí hon kann
fáa týdning fyri boringina
hjá Statoil í bretskum øki
næsta ár. Tað er Philips,
sum er fyristøðufelag har.
BP brunnur turrur?
Í løtuni er BP við at leggja
seinastu hond á boring sína
í
Assyntøkinum,
beint
hinumegin markið. Borað
verður við West Navion,
sum eftir boringina kemur
yvir aftur á føroyskt øki at
seta endaliga proppin í
Svínoyarbrunnin. Sosialur-
in hevur frætt, at brunnurin
skal vera turrur, men tað
hava vit ikki fingið váttað.
Annars hevði BP stórar
vónir til brunnin. 70%
sannlíki vóru fyri at gera
fund. Verður hesin brunn-
urin turrur eins og Svínoy-
arbrunnurin, so er tað eitt
stórt afturstig ikki bert fyri
BP og Shell men eisini fyri
Atlantsmótið sum heild. BP
skal hava bundið seg til at
bora 3 ella 4 brunnar í hes-
um loyvinum tað fekk í 19.
rundu, men er tann fyrsti og
»besti« brunnurin turrur, so
kann tað seinka allar hinar
boringarnar.
Tað er tí greitt, at Ame-
rada brunnurin á føroya-
økinum nú er ein tann
»seinasta« vónin at fáa vent
gongdini á øllum Atlants-
mótinum, sum nú hevur
brúk fyri einum fundi – fyri
rætt og slætt at varðveita
áhugan hjá oljufeløgunum
at bora fleiri brunnar í
næstu framtíð.
Eisini feløg sum Texaco
og Conoco fylgja væl við
boringini í Føroyum, tí tey
hava eisini fingið tillutað
leitiøki tætt uppat markin-
um. Tey standa somuleiðis
til at skula bora við markið
næsta ár.
Gongur alt hetta tann
skeiva vegin, so er tó tann
møguleiki eftir, at Agip og
Føroya Kolvetni kunnu
gera fund, tá tey fara at bora
á vári næsta ár. Feløgini
arbeiða miðvíst og stútt við
at gera fyrireikingar til ta
boringina og hava m.a.
fingið til vega nýggjan og
týðandi seismikk.
Tað er greitt, at hóast
turrir brunnar á Atlants-
mótinum í ár og møguliga
eisini næsta ár, fara at fáa
oljufeløgini at venda budg-
ettum sínum og heldur
hyggja eftir øðrum økjum í
heiminum at brúka sínar
pengar, so liva enn vónirnar
um, at Atlantsmótið kortini
goymir nógva olju og gass,
og at tað bara er ein spurn-
ingur – við tí nógvu nýggju
vitanini, sum er fingið til
vega nú – at finna røttu
støðini at seta borin í.
Kanska Agip verður felag-
ið, sum best kann heysta
ágóðan av hesum.
Tað er greitt, at tað fyri
bretskar myndugleikar hev-
ur alstóran týdning, at
nýggj fund verða gjørd, nú
íløgur verða gjørdar í rør-
leiðingar í økinum og nú
farið verður undir at út-
byggja stóra Schiehallion-
feltið og seta hol á risastóra
Clairfeltið. Verða bara turr-
ir brunnar í økinum í næstu
framtíð verður hetta tí so
sanniliga ikki bara eitt vón-
brot fyri føroyingar men
ikki minst fyri bretska olju-
ídnaðin verður tað eitt øgil-
igt afturstig.
Ein kann við vissu siga,
at Atlantsmótið er á einum
vegamóti – fyri ikki at siga
einum avgerandi vegamóti.
Atlantsmót á vegamóti
Vit síggja hvussu tætt upp at
markinum leitiloyvini liggja.
Strukturin ella økið, sum
Amerada Hess borar í í
løtuni, gongur helst eisini inn
á bretskt øki, har felagið
longu hevur fingið lisens.
(Sirkulin) Tí verður gitt, at
víðkaða boringin hjá
Sovereign Explorer í løtuni er
við eini komandi boring á
bretskum øki fyri eygað.
Phillips og Statoil hava lisens
sunnan og vestan fyri tann
hjá Amerda.
Vit síggja, hvussu tætt uppat
markinum øll loyvini bretska
stjórnin gav oljufeløgunum
fyrr í ár liggja. Øll eygu eru í
løtuni vend móti boringini
føroysku megin markið og
henni hjá BP í 204/18, ið er
so nær markið, at tey
umborð á Sovereign Explorer
síggja West Navion bora
hinumegin markið
C
M
Y
K
14