Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 221 - 15. november 2001 Nr. 221 - 15. november 2001 13 Sylverius Jacobsen valevni Javnaðarfloksins Góðu landsmenn og kvinn- ur. Um eg nú spyrji tykk- um: eru vit føroyingar ein tjóð, so finst neyvan ein einasti tykkara millum, sum ivast í tí. Og hetta er eisini av av grundarstein- unum fyri politiska virk- seminum hjá Javnaðar- flokkinum, at Føroyar eru tjóð, og at tað er ikki bara okkara rættur, men eisini okkara skylda, sjálvi at gera av, hvussu vit skipa okkara samfelag inneftir og viðurskiftini úteftir við onnur lond. Hetta er ikki ein rættur vit biðja donsku stjórnina, ST ella nakran annan um. Hesi tjóðarrætt- indi eiga vit, eisini í tí ríkis- felagsskapi, sum vit eru ein partur í. Hóast aðrir gera tað til sína politisku missi- ón at skapa rumbul og hurlivasa burtur úr okkara støðu sum tjóð, so er tað kortini fullkomiliga greitt, at tað sum vit vilja, tað av- gera vit sjálv, og eingin forðar okkum í tí. Um tað t.d. nú var so, at fjøldin av Føroya fólki stóð aftan fyri eitt politiskt ynski um at fara úr Ríkisfelagsskapin- um og skipa okkum sum sjálvstøðugt ríki, ella skipa okkum sum ein sjálvstøðug tjóð innan fyri ríkisfelags- skapin, so forðar eingin okkum í tí. Tað kann verða júst so, sum vit sjálv vilja. Tað var júst tað, sum eisini varð staðfest samtykt á fólkatingi tann 10. mai 2001, sum meir enn 90% av tinglimunum atkvøddu fyri. Tað er okkara mál og tað er eisini okkara ábyrgd at virka fyri, at Føroyar koma at standa á egnum beinum, búskaparliga og politiskt. Tað er so sjálvsagt, at tí hava vit brúk fyri altjóða samstarvi, og vit hava brúk fyri norðurlendskum sam- starvi. Men serliga hava vit brúk fyri einum tøttum samstarvi í ríkisfelagsskap- inum. Her hava vit í dag stórar ítøkiligar fyrimunir á t.d. útbúgvingarøkinum, sum sjálvandi fyrst og fremst er av veldugum týdningi fyri okkara unga fólk. Og vit hava fyrimunir á arbeiðsmarknaðinum, á tí sosiala økinum, á sjúkra- hús- og heilsuøkinum. Í øllum hesum málum o.ø. við tykist tað okkum skila- leyst av avsiga okkum hesi rættindi, við at avsiga okk- um samstarvið í ríkisfe- lagsskapinum. Í Javnaðarflokkinum eru vit fullgreið yvir, at tað verður eitt strævið og tógv- ið stríð at vinna Føroyum búskaparligt sjálvbjargni við einum minkandi ríkis- stuðli, samstundis sum vit skulu ikki bert varðveita, men eisini betra um tað føroyska vælferðarsamfe- lagið. Tí hava vit brúk fyri góðum og tøttum samstarvi í ríkisfelagsskapi – eisini fyri at eiga møguleikan at finna einstakar og solidar- iskar loysnir, tá tær ytru umstøðurnar, náttúran ella marknaðurin ikki eru okk- um til vildar. Hetta samstarvið vil Javnaðarflokkurin fremja í einum broyttum og meira rúmsáttum ríkisfelagsskapi ímillum sjálvstøðug og javnbjóðis lond. Avgerð og ábyrgd er okkara FÓLKATINGSVALIÐ 2001 Birgir Mohr Valevni Javnaðarfloksins Javnaðarflokkurin sigur: Fólkið fyrst og fremst – samstarv við aðrar flokkar her á landi og við danir fyri at finna loysnir – ikki klandur og konfrontatións- politikk á fólkatingi! Fólkið fyrst merkir, at Javnaðarflokkurin vil ikki ofra vælferðina fyri at framskunda fullveldið ella loysingina, tá tað er ein óneyðuga høgur prísur at gjalda fyri eitt fullveldi á pappírinum, sum vit álíka væl ikki megna at umsita her og nú. Sjálvstýri og sjálvbjargni eru tilgongdir, sum fylgjast, og sum hava ment seg í Føroyum síðan vit fingu heimastýrislógina í 1948. Tá eingin hóttir okkum úr Danmark, so er eingin orsøk til at framskunda sjálvstýristilgongdina meira, enn vit orka at gjalda, uttan at tað fer at kosta okkum vælferðina hjá fleiri ættarliðum av føroy- ingum. At avseta pening til full- veldið her og nú ella loys- ing, so leingi vit ikki megna at gjalda eina sømuliga fólkapensión? Hví frásiga okkum pening úr Danmark uppá fleiri hundrað milli- ónir krónur um árið, so- leingi vit ikki megna at gjalda fyri eitt virðiligt støði undir: Sjúkrahúsverk- inum, Almannaverkinum, Skúlaverkinum, sam- ferðslukervinum o.s.fr.? Javnaðarflokkurin sigur nei til hendan politikkin! Javnaðarflokkurin sigur fólkið og tess vælferð fyrst. Og við fólkið meina vit tey, sum liva í dag. Vit, sum liva í dag, krevja eitt rímuligt vælferðarstøði, og vit vilja fyrst síðan hava ein varlig- an sjálvstýris- og sjálv- bjargnispolitikk. Ongin í Danmark hóttir okkum føroyingar ella okk- ara vælferð. Nei, hóttanin kemur úr Føroyum frá tí politikki, sum landsstýris- samgongan førir í løtuni. Hesin politikkur endar ikki væl, og eigur tí at verða skiftur út við ein betri poli- tikk. Latum okkum til hetta valið siga eitt greitt nei til fullveldispolitikkin – til loysingarpolitikkin! Gerið hetta við at velja Javnaðarflokkin. Javnaðar- flokkurin sigur: fólkið fyrst – fólksins vælferð fremst. Gott val. Ongin í Danmark hóttir Føroyar! Hví skulu núlivandi føroyingar tá gjalda ein ovurprís fyri fullveldið? Jákup Lamhauge Valevni Sambandsfloksins Í tíðindasendingunum hós- kvøldið frættist, at álvar- samt stríð hevur tikið seg upp millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin – ja ein fekk næstan fatan av, at krígsstøða hevur tikið seg upp millum hesar flokkar – spurningurin var bara nær skotriðurnar fóru at hoyr- ast. Onki er at ivast í, at Fólkaflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin standa í eini sera spentari støðu upp undir fólkatingsvalið – hesir flokkar kunnu ikki koma uttan um, at teir ikki hava Føroya fólk aftan fyri seg í fullveldismálinum – hetta siga mongu veljara- kanningarnar, sum verið hava um henda álvarsama spurning. At tað má svíða sárt hjá hesum báðum flokkum, at Føroya fólk ikki tekur undir við høvuðsmáli teirra sein- astu árini – nevniliga full- veldismálinum, er eyð- vitað, og tí ræður nú um at finna snildar leiðir til tess at vinna veljarafjøldina aft- ur til fólkatingsvalið. Alt bendir nú á, at hesir flokkar hava gjørt avtalu um at vera ósamdir í val- stríðnum upp til fólkatings- valið fyri á hendan hátt at skapa falskan spenning millum veljarar teirra – samstundis sum hetta skal vera við til at leiða huga føroysku veljaranna burtur frá hinum flokkunum – alt skal síggja út sum valstríð- ið einans er millum Fólka- flokkin og Tjóðveldisflokk- in – tað er bert fyri hesar flokkar, at fólkatingsvalið fer at snúgva seg um. Havandi í huga politisku gongdina seinastu árini, meðan Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ímóti viljanum hjá stórum meiri- luta av Føroya fólki hava brotið niður stóran part av aldargamla ríkisfelagsskap- inum og nú framhaldandi við ódámligum snildum royna at vinna veljara- fjøldina til fólkatingsvalið, so er tíð at rópa hart varskó til Føroya fólk um at vera á varðhaldi. Allir samríkishugaðir føroyingar mugu nú standa fast saman um at verja borg – Fólkaflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin mugu ikki fáa loyvi at bróta meira niður enn teir higartil hava gjørt. Samríkismenn og -kvinn- ur, takið lógvatak saman við Sambandsflokkinum, so flokkurin aftur fær sæti á Fólkatingi og harvið møgu- leika at menna samstarvið aftur í ríkisfelagsskapinum. Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin farnir í eljustríð??? Jógvan Sundstein fólkatingsvalevni Fólkaflokksins Í valstríðnum til fólkatings- valið hevur sambands- flokkurin sett upp 3 høv- uðsspurningar. Teir eru: Ríkisfelagsskapurin, Per- sónligt frælsi og Vælferðin. Formaður flokksins segði í útvarpsorðaskifti, at ríkis- felagsskapurin var fortreyt- in fyri, at vit her á landi kundu hava persónligt frælsi og nøktandi vælferð. Eg skal tí loyva mær at spyrja sambandsflokkin: 1. Hvat er ríkisfelagsskap- urin (sum føroyingar ongatíð hava limað seg í)? Er hann synonymur við donsku ríkisveiting- arnar? Ella við rættindi til útbúgvingar og heilsuhjálp í Danmark? Hesi rættindi kunnu vit hava í fleiri øðrum lond- um. 2. Kunnu føroyingar ikki njóta persónligt frælsi, uttan at vera í rikisfe- lagsskapi við Danmark? Hvat við t.d. norðmonn- um, íslendingum, finn- lendingum? Hesar tjóðir hava áður verið saman við øðrum londum, men eru nú fult sjálvstøðugar. Hava hesar tjóðir ikki persónligt frælsi? Ella eru føroyingar eitt so niðurundirkomið fólka- slag, at teir ikki klára sjálvir at skipa fyri per- sónligum frælsi í sínum egna landi? 3. Er føroyska vælferðin bert grundað á ríkis- felagsskapin ella er hon grundað á tað, sum føroyingar sjálvir megna? Um svarið er tað fyrra, hví skulu vit so sjálvir royna at skapa búskaparligan vøkstur? Danir rinda jú kortini? Hvussu ber tað til, at flestu lond um okkara leiðir, sum ikki eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, hava eitt betur vælferðarsamfelag enn Danmark? Spurningur til Sambandsflokkin FÓLKATINGSVALIÐ 2001 Thomas Arabo Fólkatingsvalevni Javnaðarflokksins Samráðingarnar um full- veldisætlanina hava verið millum Føroya Landstýri og donsku stjórnina. Eitt úrslit fyrilá, men Føroya Landsstýri tordi ikki at taka av. Soleiðis er tað, og ikki nyttar at senda Fólkatings- umboð niðuraftur at trevsa uppaftur í einari miseydn- aðari ætlan, ið harafturat ikki hevur breiða undir- tøku. Nú ræður um at velja umboðan, ið kann saðla um og fáa framdrift í málið, tí greitt er, at alt ella einki politikkurin hevur sligið feil. Týdningarmikið er, at tann vongurin í føroyskum politikki, ið trýr uppá at menna Føroyska samfelag- ið eftir samhaldsføstum virðum, arbeiðir saman. Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin arbeiddu væl saman eitt nú í sjeytiár- unum, har nøkur av stórstu stigunum á sjálvbjargnis- leið vóru tikin, hóast yngra ættarliðið í Tjóðveldis- flokkinum einki gott sær millum 1948 og 1998. Vit - og ikki minst nýggja leiðsl- an í Tjóðveldisflokkinum - mugu minnast til, at tað ikki eru meira enn 30 ár síðani, at hvør skúlatekning skuldi góðkennast av ríkis- umboðininum. Einki er komið av sær sjálvum tey seinastu 50 árini. Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin sótu eisini saman við róðrið, tá nøkur av tyngstu tøkunum í kreppuni vóru tikin. Eg trúgvi uppá eina semju millum Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin, tí tað má vera betur hjá full- veldismonnum at koma hálva leið heldur enn onga leið. Við at halda fast um eina ætlan, ið ikki ber til, tryggjar Tjóðveldisflokk- urin saman við Sambands- flokkinum, at vit ongan veg koma á sjálvbjargnisleið. Við at velja Javnaðar- flokkin til Fólkatingsvalið tryggjar tú eina hóvliga leið eftir einum samhaldsføst- um leisti. Vit vilja royna at samla vinstravongin aftur, tí tað gagnar bert høgra- vonginum, at vinstrivong- urin í føroyskum politikki ikki stendur saman. Karsten Hansen Fólkatingsvalevni Tjóðveldisflokksins Hvussu skjótt gloyma fólk? Ella rættari: Hvussu skjótt vilja sambands- og javnað- arpolitikarar hava fólk at gloyma? Fyri fýra árum síðani grettu hesir flokkar ikki eitt orð um pensiónir, eldra- røkt, sjúkrahús og skúlar. Alt var niðurpínt, hóast teir brúktu allan blokkstuðulin við rubb og stubb. Ongin hevði ánilsi av, hvar vit flutu fíggjarliga og búskap- arliga. Ikki ein landsrokn- skapur varð gjørdur fleiri ár aftur í tíðina. Hinir flokkarni kundu ikki gretta orð um nakrar sum helst betringar, tí har vóru ongir pengar at fíggja teir við. Síðani Tjóðveldisflokk- urin tók við fíggjarligu leiðsluni í landinum hava vit fingið fullfíggjaðar landsroknskapir og ruddað upp í roknskapunum heilt aftur til 1995. Síðani tjóðveldisflokkur- in tók við fíggjarliga stýris- vølinum hava vit bert brúkt uml. 380 mió. av donskum blokkstuðli um árið til at reka hetta samfelagið. Og kortini eru ongantíð størri sosialar og samfelagsligar betringar gjørdar í landin- um. Almannøkið hevur fingið 300 mió. krónur afturat og hevur ongantíð fingið so stóra játtan. Sjúkrahúsøkið hevur fingið 114 mió. kr. afturat. Og nýtt landssjúkrahús verður smíðað - sum ein og hvør kann síggja. Mentan, skúli og gransk- ing hava fingið 180 mió. kr. afturat - og hetta er tað hægsta nakrantíð. Pensiónir og lestrarstuðul eru hækkaði meira enn nakrantíð fyrr. Barsils- skipan, nýggj dagpeninga- lóg fyri tímalønt og avtøka av øllum karensdøgum er framt. Fakfeløgini, sum fyri 4 árum síðani ikki høvdu fingið lønarniðurskurðin í ríkisfelagsskapinum aftur, hava fingið betrað sáttmál- arnar meira enn nakrantíð í Føroya søgu. Hartil eru skip, tunnlar og vegir bygdir eftir einari langtíðarætlan, sum okkara egni búskapur kann bera. Nú hava vit møguleika at halda fram við einum veru- ligum búskapi og betra eldraøkt, bústaðir til brekað og mangt annað, sum hevur verið forsømt í heimastýr- inum. Vit hava verið vælsignað frá skaparanum og hava tikið við tí ábyrgd okkum er givin. Alt hetta er møguligt, orsakað av einum dugna- ligum vinnulívi og dugna- ligum arbeiðsfólki bæði hjá tí privata og almenna. Tað er gjørt við einum neyvum fíggjarpolitikki uttan at brúka meira blokkstuðul. Hetta er gjørt við full- veldispolitikki. Nú kappast andstøðu- flokkarnir um at sleppa framat at brúka teir pengar og teir møguleikar, sum bara ábyrgdin við full- veldispolitikkinum hevur skapt. Nú vilja teir á fólkating at kæra sína neyð og ætla at biða danir fíggja sín ábyrgdarleysa politikk. Tað fer at koyra hetta landið lúkst á heysin aftur - og so fær palliba aftur rokningina. Og tað fer aftur at skapa vanvirðing fyri føroying- um. Eg havi fundast nógv við mínar norðurlendsku starvsfelagar - fíggjarmála- ráðharrar úr øllum hinum londunum. Teir hava alstóra virðing fyri tí ótrúligu broyting, sum er farin fram í føroyska búskapinum seinastu 4 árini. Ein tjóðveldisrødd á fólkatingi fer at skapa somu virðing millum danir og danskar politikarar - tá tingini verða søgd, so tey venda rætt. Einki gott hent millum 1948 og 1998? Tjóðveldisflokkurin borgar fyri búskaparligum tryggleika Jóannes Eidesgaard fólkatingsmaður Tað er ikki dagur frá Guði, at tjóðveldisfólk ikki harm- ast um, at danir ikki vilja viðurkenna okkara sjálvs- avgerðarrætt. Men hetta er ikki bara skeivt, men hetta er ein beinleiðis villleiðing av fólki, og tað uttan mun til, um hetta verður sagt av lærdum ella leikum. Í valstríðnum hava vit enntá fingið at vitað frá Tjóð- veldisflokkinum, at hann, um hann fær umboðan á Fólkatingi, er til sølu til ta stjórn, sum vil viðurkenna henda sjálvavgerðarrætt, sum vit frammanundan eiga. Teir selja teirra polit- isku sál til lægstbjóðandi. Tá tjóðveldisfólk tosa so nógv um henda góða sjálv- avgerðarætt, so lat okkum fyrst hyggja at, hvat hesin rættur inniber. Hann merk- ir, at tað eru føroyingar sjálvir, sum við t.d. einari fólkaatkvøðu gera av, hvussu viðurskiftini verða skipaði við eitt nú loysing, framhaldandi samstarvi ella kanska onkrum heilt øðrum. Og hesin rættur kann sjálvandi brúkast meira enn einaferð. Hann er ómissandi. Fólkatingið samtykti 10. mei í ár næstan einmælt, at tað er føroyingar sjálvir, sum gera av, hvussu fram- tíðar viðurskiftini verða millum londini, uttan mun til, um talan verður um fullveldið ella framhald- andi samstarv í ríkisfelags- skapinum. Hetta merkir, at Fólkatingið hevur viður- kent okkara sjálvsavgerðar- rætt. Men annars er sjávsav- gerðarrætturin okkara ein sjálvsagdur rættur. Hesin rættur er ómissandi, so leingi sum Føroya fólk og Føroyar sum land eru til. Hesin sjálvavgerðarættur er fyrst og fremst ein spurn- ingur um sjálvsfatan. Hann kemur frá hvørjum einstøk- um av okkum, og vit upp- fylla øll saklig kriterier fyri at eiga henda sjálvavgerð- arrætt, sum eingin kann taka frá okkum. Hetta vita allir føroyingar - kanska burtursæð frá tjóðveldis- fólki, sum eru teir einastu føroyingar, sum ikki vilja trúgva hesum uttan so, at danir siga okkum, at soleiðis og soleiðis er tað. Hugsið tykkum til, at baskararnir fóru at spyrja spaniólar, um teir áttu ein sjálvsavgerðarrætt! Harumframt so eiga vit eisini sjálvavgerðarættin sambært altjóða fólkarætti. Sambært keldum, sum m.a. tjóðveldisfólk vísa til, so sigur kendi íslandski fólka- rættarfrøðingurin, at har er eingin ivi. Men hvat er so trupul- leikin góðu tjóðveldisfólk? Jú, eg skilji tykkum part- víst. Hetta er seinasta hálmstráið, sum tit nú krøkja tykkum í, tí alt annað er farið. Fullveldið forkomu tit sjálvir, tí tit tordu ikki, tá tilboðið við 4 árum lá á borðinum. So í neyðuni taka tit hetta fram aftur og aftur og vóna harvið, at fólk skulu trúgva tykkum. Men hetta er bara ikki so. Tit mugu royna okkurt annað. Og hvat skal eitt umboð frá Tjóðveldisflokkinum gera á Fólaktingi? Jú, júka uppí saman um, at teir vilja hava danir at viðurkenna ein rætt, sum teir hava viðurkent, men har tað fyrst og fremst telur, hvørjum vit sjálvir trúgva. Sjálvavgerðarrætturin er okkara uttan mun til, hvat Høgni ella Nyrup í teirra orrustum siga. Fuppnummarið við sjálvsavgerðarrættinum C M Y K 13 12