Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 2. september 2009 – Nr. 166 – Eg trúgvi, at eg kann gerast nummar eitt ella tvey, so eg sleppi við til HM í Florida. Hendir tað í ár, er tað super, men um ikki, so verði eg heldur ikki vónbrotin, tí eftir ætlanini skal hetta ikki henda fyrr enn næsta ár, sigur Súsanna Skylv, sum sunnumorgunin verður við í stórari kapping í hálvum Ironman í Monaco einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Sunnumorgunin verður stór kapping í hálvum Ironman í Monaco, og mitt í rúgvuni millum teir yvir 1.200 íðkararnar, sum higartil hava meldað seg til kappingina, er 30 ára gamla Súsanna Skylv. Í kenda fúrstadøminum kann hon vænta sær eina serliga uppliving, meðan hon svimur 1,9 kilometrar, súkklar 90 kilometrar og at enda rennir 21,1 kilometur á heimsgitnu Formel 1-breytini í Monaco. Hetta er triðju ferð í ár, at Súsanna er við í einari kapping í hálvum Ironman, og ikki kann sigast annað, enn at væl hevur ligið fyri. Í fyrstu kappingini, sum var í St. Polten í Eysturríki, gjørdist hon nummar fimm í elitubólkinum, og síðani gjørdi hon bart og vann danska meistaraheitið á teininum í kapping, sum var í Juelsminde. – Eg havi fyribils valt at satsað upp á hálvan Ironman, men tað verður kanska longri enn tað, fullur Ironman-teinur, ið verður næsta málið hjá mær. Men júst nú er tað hetta, sum er á skránni, og sum eg brúki alla orkuna uppá, sigur Súsanna Skylv, sum longu hevur gjørt so mikið vart við seg, at boð hálvavegna hava verið eftir henni til danska landsliðið. – Tá eg hevði verið við til kappingina um danska meistaraheitið, ringdi danski landsliðsvenjarin til mín og bjóðaði kvin Jarn – Tað ræður um at tíma at venja og veruliga at vilja tað. Hetta krevur nógv, og eg vil siga, at hetta er meira ein lívsstílur, enn nakað annað, sigur Súsanna Skylv, sum sunnumorgunin kappast á hálva Ironman-teininum í Monaco Mynd: Álvur Haraldsen Benitez ákærdur av FA Liverpool venjarin Rafael Benitez er ákærdur fyri ósømiligan atburð av enska fótbóltssambandinum FA. Ákæran er fyri viðmerkingarnar, sum Benitez hevði beint eftir at Liverpool tapti 2-1 móti Tottenham á fyrsta leikdegi tann 16. august. Benitez var illur um at Liverpool vóru noktaðir tvey brotsspørk á White Hart Lane og segði eftir dystin, »avgerðirnar vóru sera vánaligar«. Spaniólin hevur til 15 september at svara upp á ákæruna. Hjálparvernjarin hjá Liverpool, Sammy Lee, er eisini ákærdur fyri ósømiligan atburð undir sama dysti. Sammy Lee varð vístur til áskoðaraplássini fyri áhaldandi mótmøli móti fjórðadómaranum Stuart Atwell. - rn Portsmouth misti ein afturat Seinastu mánaðirnar hevur ikki staðið nakað serligt til fíggjarliga hjá Portsmouth. Hetta hevur havt við sær, at felagið hevur verið noytt at selja fleiri leikarar, og tann seinasti í hesi røðini er Niko Kranjcar úr Kroatia. Tað sá annars út sum, at tað í hesum umfari ikki vóru fleiri leikarar, ið máttu seljast, tí arabiski ríkmaðurin, Sulaiman Al-Fahim, hevur keypt felagið, og skuldi bjarga tí úr fíggjarligu støðuni. Seinastu tíðina eru stuðulsleikarar sum Sylvain Distin, Peter Crouch, Glen Johnson og fleiri aðrir farnir úr felagnum. Hinvegin eru eisini nakrir leikarar komnir í felagið seinastu tíðina, og soleiðis var ikki áðrenn Sulaiman Al-Fahim kom í felagið.