mikudagur 2. september 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 2. september 2009
Málskjúttin frá dystinum
móti Eysturríki á Tórsvølli
heldur tað geva eitt slag
av barlast, at úrslitið móti
Eysturríki seinast var
somikið gott
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Hóast hann er ein av yngstu monn
unum í hópinum, so hevur Bogi
Løkin longu vunnið sær status sum
fast ur maður millum teir fyrstu
ellivu hjá Brian Kerr, landsliðs venj
ara.
Saman við restini av føroyska
landsliðshópinum setti Bogi Løkin
klokkan 11 kósina móti Graz í
Eystur ríki, og hann viðgongur, at
talan er um ein sindur serligan dyst.
Tað er sjálvandi søgan, sum er
kring dystin hjá okkum móti Eystur
ríki. Landskrona í ’90 er jú nakað,
sum øll kenna til. Men akkurát tað
fáa vit ikki brúkt til so øgiliga nógv
her og nú. Vit mugu út at fremja
eitt gott avrik, og so kunnu vit sjálv
andi hava í huganum, at vit móti
júst Eysturríki hava prógvað, at tað
ber til, sigur Bogi Løkin.
Á Tórsvølli fyri einum ári síðani
var Bogi Løkin maðurin, sum skor
aði føroyska málið í 11 javn leiki
num. Javnleikurin var í sjálvum sær
nakað, sum sjálvandi fekk sítt rúm í
eysturríksku miðlunum, og tað
gjørdi ikki søguna verri, at tað júst
var sonurin hjá einum av Lands
kronahetjunum, sum skoraði før
oyska málið. Men enn er tað so ikki
nakað, sum hevur merkt fyrir eik ing
arnar hjá Boga til dystin leygar
dagin.
Tað vóru sjálvandi nógvir tíð
inda menn, sum ringdu beint eftir
dyst in í fjør, men higar til hevur
tele fonin ikki kimað í so máta.
Men tað verður kanska meira
eftir dystin leygardagin?
Tað kunnu vit altíð vóna. Og tað
vildi í øllum førum ikki verið so
galið, um tað var støðan, sigur Bogi
Løkin.
Føroyska ferðalagið fór avstað
klokkan 11 í morgun. Umvegis eina
millumlending í Billund verður
flogið til Graz, og klokkan 19.30
føroyska tíð leygardagin stendur
dysturin móti Eysturríki á skránni.
Søgan er góð barlast
Brian Olsen og Levi Hanssen eru nýggir í hópinum hesaferð. Levi
var tó eisini partur av hópinum, sum í mars mánaði vann 2-1 á
Íslandi
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Bogi Løkin slapp ovast á allar forsíður í Eysturríki fyri knøppum
ári síðani. Og sjálvur heldur hann, at tann barlastin kann brúkast
positivt hjá føroyska liðnum
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Høgni í Stórustovu, FSFforseti,
avsannar, at tað er sjálvt málið um
spæliloyvið hjá Christiani Restorff
Mouritsen, sum skal viðgerðast, nú
Kappingarnevndin av nýggjum skal
hyggja at reglunum um
flytingarvindeyga.
Vit fingu eina áheitan, sum var
undirskrivað av 13 feløgunum, og
hesa hava vit sjálvandi tikið í álvara.
Málið er viðgjørt í starvsnevndini,
og vit hava gjørt av, at
Kappingarnevndin skal viðgera
hetta.
Men tað merkir ikki, at
Kappingarnevndin skal viðgera
spæliloyvið hjá Christiani Restorff
Mouritsen. Nevndin fer neyvt at
greina allar reglur kring
flytingargluggan, og tá hetta er
gjørt, fáa tey 13 feløgini sjálvandi
svar upp á sítt skriv, sigur Høgni í
Stórustovu.
Spæliloyvið
neyvan flutt
Seinkað
fráferð
Tað gekk ikki heilt eftir vild, tá
føroyska ferðalagið skuldi seta
kósina móti Graz klokkan 11 í
dag.
Í fráfaringarhøllini vóru
boðini nevnliga, at brek var á
veðurradaranum á
flogfarinum, sum skuldi flúgva
til Graz. Heldur enn at bíða, til
hesin var umvældur, valdi
leiðslan í Atlantic Airways, at
bíða eftir flogfarinum úr
Keypmannahavn, sum skuldi
lenda klokkan 13.45.
Heilt sleptir upp á fjall verða
landsliðsspælararnir tó ikki. Alt
ferðalagið varð nevnliga boðið
niðan á Hotel Vágar at stytta
sær stundir.
-mørk
FSF-forsetin staðfestir, at tað
er ikki upp á tal at viðgera
flytingina av spæliloyvinum hjá
Christiani Restorff Mouritsen
fyri triðju ferð