Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 166 - 2. september 2009 Politiski formaður javnaðarfloksins eigur beinanvegin at koma við eini rættleiðing og eini umbering fyri tey grovu ósannnindi, hann førdi fram í Degi og Viku í gjárkvøldið. Annars má tað fáa avleiðingar í politisku skipanini Havi ikki havt ætlanir um at leggja meg út í sjálv­ rannsakan javnaðarfloksins – og haldi satt at siga ikki tað er hugaligt at uppliva gongdina. Men sum fólkavald á tingi kunnu vit als ikki góðtaka, at leiðandi politik­ ari, ið er politiski formaður javnaðarfloksins, 3. næst­ formaður á tingi og for­ maður í Uttanlandsnevnd Løgtingsins, sigur beinleið­ is ósannindi fyri opnum skíggja. Verður slíkt ikki rættað ella fær avleiðingar, so verður øll politiska skipanin drigin niður í díkið. Og ongin møguleiki er hjá vanliga veljaranum at taka fólkaræðisliga støðu ella skilja millum rangt og rætt, um politikarar sleppa at lúgva seg burturúr trupulleikum. Í Degi og Viku førdi politiski formaður javn­ aðarfloksins fram, at javn­ aðarflokkurin átti ongan lut í uppskotunum um at hækka pensjónsaldurin og at mótrokna fyritíðarpen­ sjónistar frá fyrst tjentu krónu. Hetta varð sagt at vera “eitt embætismanna­ uppskot”, sum javnaðar­ flokkurin hevði tikið greiða frástøðu frá, og ongantíð hevði góðtikið ella fór at góðtaka. Ja, hann skuldi enntá havt “sligið nevan í borðið.” Men hetta eru grov og beinleiðis ósannindi. Upp­ skotini um at hækka pen­ sjónsaldurin, at mótrokna bæði fyritíðarpensjónistar og fólkapensjónistar frá fyrst tjentu krónu, umframt aðrar sosialar sparingar hjá veikastu bólkunum, eru partar av ólavsøkuupsskoti­ num, sum formaður javn­ aðarfloksins og fíggjarmál­ ráðharrin hevur staðið á odda fyri, lagt fram á tíð­ indafundi og lagt fyri tingið. Tjóðveldið fekk millum annað hesi uppskot present­ erað á fundum í summar, men gjørdu beinanvegin vart við, at vit góðtóku ikki sosialar skeiklingar og vístu á aðrar møguleikar. Vit hoyrdu onki aftur, fyrrenn vit hoyrdu bein­ leiðis tíðindafund í miðlun­ um, har ein samd sam­ gonga hevði “telvað seg fram” til hesi uppskot. Allir leiðarar í samgongu­ flokkunum – Kaj Leo Johannesen, Jørgin Nicla­ sen og Jóannes Eidesgaard – hava bæði góðtikið, samráðst seg til (í 8 mán­ aðir), og gjørt hesi heilt ítøkiligu uppskot og hava alment sagt, at øll sam­ gongan stóð aftanfyri tey. Tey, ið ivaðust, vórðu rópt “lúripassarar”. Og øll javnaðarfólk hava atkvøtt fyri uppskotinum um ólavsøkupakka, og at alt skal fremjast í honum – tó við teirri viðmerking, at okkurt kann broytast, ið gevur sama úrslit. Eins og tey hava atkvøtt fyri at minka javning av viðbótini hjá pensjónistum, skerja einkjubarnastudningin, avtøku av heilivágsstuðli, at strika stuðul til dagtil­ hald og so framvegis. At viðganga, at hetta vóru skeivar avgerðir og at royna at koma afturum aftur, kundi verið ein erlig søk. Men at turka egnar trupulleikar av sær við ósannindum og enntá at geva embætisfólki skyldina fyri politisku avgerðirnar, kann als ikki góðtakast. Tá er øll ábyrgd, trúvirði og møguleikar fyri politiskum semjum, fokin, og almenn­ ingurin verður grovliga villleiddur. Niðanfyri verður endur­ givið beinleiðis úr ólav­ søkuuppskotinum, sum javnaðarflokkurin sjálvur hevur borið á ting sum politiskt uppskot vegna alt landsstýrið – har umrøddu viðurskiftini eru hevjað í tekstinum. Á hesum grundarlagi verður hervið heitt á politiska formann javnaðarfloksins um at rættleiða og umbera fyri ósannindini. Annars má tað fáa avleiðingar í politisku skipanini. ­­­­ Úr ólavsøkupakkanum, síða 20: “Fíggjarlógin fer at merkja avleiðingarnar av eini nýggjari pensjónsskipan. Broytingarnar stava frá broyttari mótrokning, øktum skattainntøkum, persónligari uppsparing, hægri pensjónsaldri og lægri javning av almenn­ um pensjónum. Allar inntøkur eru fult tiknar við frá 2010, t.v.s. at longu frá 2010 broytist mótrokningarskipanin, allar almennar pensjónir verða skattaðar, allir pensjónistar fáa skatta­ frádrátt, lægri javning av almennum pensjónum, og í 2012 hækkar pensjóns­ aldurin við einum hálvum ári. Tá tað verður tikið sum givið, at útreiðsluøkingin orsakað av hækkandi tali av pensjónistum, verður tikið við á fíggjarlógina, er tað ein sjálvfylgja so at taka við avleiðingarnar av pensjónsskipanini við á fíggjarlógina. Tað ber í sær, at í 2010 verða útreiðslurnar 25 mió. kr. lægri, og í 2014 verða tær 85 mió. kr. lægri. Tað er tó tann givna fyritreyt, at nýggja pensjónsskipanin verður samtykt og fær fullan virknað frá 1. januar 2010. (Sí talvu) Úr Ólavsøkupakkanum, síða 22, 23 og 24 “Rationaliseringar í rakstrinum Ætlanin er at fremja ration­ aliseringar í rakstrinum, serstakliga innan lógar­ bundnu játtanirnar, fyri í minsta lagi 75 mió. kr. Grein Viðmerking Upphædd • §3 Rentustudningur til húsabygging takast av 1.700 • §3 Posttolling flutt til Postverk Føroya 1.000 • §3 Trygdargrunnur løntakaranna sjálvur standa fyri útgjaldi 500 • §3 Umlegging av Búskap­ arráðnum 400 • §3 Realurin yvirtaka gjaldførislán 357 • §5 Lækking av ymiskum stuðlum undir Fiskimála­ ráðnum 1.300 • §5 Lækking av rakstrar­ útreiðslum undir Fiski­ málaráðnum 1.800 • §6 Stuðul til demokratia takast av í tveimum 200 • §6 Stuðul til brúkara­ samtakið takast av 100 • §6 Gjald til fasta gerðar­ rættin lækkast 300 • §6 Túratalið hjá Strand­ ferðsluni lækkast 10 % ­ halda manningartalið 3.500 • §6 Ferðaseðlakostnaðurin hjá Strandferðsluni hækk­ ast 5 % 2.800 • §6 Frítøka fyri havna­ gjøldum fyri Strandferðslu­ skipini (L) 2.400 • §6 FAS, skipaskráseting­ in og Skráseting Føroya leggjast saman 300 • §7 Bygnaðarbroytingar á miðnámsskúlaøkinum 2.403 • §7 Bygnaðarbroytingar á fólkaskúlaøkinum (L) 5.000 • §7 Broytt løn hjá eftir­ løntum lærarum (L) 500 • §7 Stuðul til lærupláss umlagt til lestrarstuðul (L) 1.000 • §7 Avtaka játtanina til FSF 900 • §11 Reformering av sjúkrakassaskipanini (L) 12.000 • §12 Fyritíðarpensjón­ istar ­mótrokning við 25% frá fyrstu kr. (L) 9.400 • §12 Bústaðarbroytingar til Húsalánsgrunnin (L) 3.000 • §12 Pensjónistar skulu ikki longur fáa sjúkradag­ pengar (L) 1.500 • §12 Størri mótrokning fyri persónar við aðrari inntøku, sum búgva á røktarheimum og sambýlum (L) 4.400 • §12 Vøkstur á vanligari forsorg tálmast (L) 18.400 Løglisti • Tíðaravmarkaður eyka­ skattur á háinntøkur §3 • Rentustuðul §3 • MVG­stuðul til sethúsa­ bygging §3 • Tollfrítøkan fyri tubbak skorin niður í helvt §3 (kunngerð) • Eftirlønarlóg §3 • Rentutryggingarlóg §3 • P/f­skattur upp í 27% fyri fíggjarstovnar §3 • Kapitalvinningsskattur fylgja rentustuðlinum §3 • Býtið í P/f­skattinum mill­ um land og kommunur §3 • Húsalánsgrunnurin §3 • Inntøkutrygd §5 • Víddargjald fyri ali­ vinnuna §6 • Bygnaðarbroytingar á fólkaskúlaøkinum §7 • Broytt løn hjá eftirløntum lærarum §7 • Stuðul til lærupláss um­ lagt til lestrarstuðul §7 • Reformering av sjúkra­ kassaskipanini §11 • Fyritíðarpensjónistar ­ mótrokning við 25% frá fyrstu kr. §12 • Bústaðarbroytingar til Húsalánsgrunnin §12 • Pensjónistar skulu ikki longur fáa sjúkradagpengar §12 • Størri mótrokning fyri persónar við aðrari inn­ tøku, sum búgva á røktar­ heimum og sambýlum (L) §12 • Vøkstur á vanligari forsorg tálmast §12 • Frítøka fyri havnagjøld­ um fyri Strandferðslu­ skipini §15. Umframt hendan løglistan koma so lógaruppskotini í samband við Pensjónsný­ skipanina og lógaruppskot­ ini í samband við ætlanina at flyta Inntøkutrygdina til arbeiðsmarknaðin. Niðurstøða: Øll uppskotini verða greið at leggja fram á ting eftir 20. aug. 2009. Uppskotini viðvíkjandi Apoteksverkinum, Sjúkra­ kassaskipanini, Pensjóns­ nýskipanini og Inntøku­ trygdini verða tó løgd fram innan 1. nov. 2009.” Mótmæli: Politiski formaður javnaðarfloksins sigur ósatt fyri opnum skíggja Høgni Hoydal Ár 2010 2011 2012 2013 2 014 Sparing (mió. kr.) 25 30 65 75 85 Vit hava fingið tað við! Neyðugt er at spara upp til aldurdómin. Men eru ikki fleiri møguligar loysnir enn bert privatar uppsparingar? Sum kjakið um evni hevur verið, tykist tað bert at vera ein loysn á eftirløn­ arspurninginum, øll skulu lata ein ávísan prosentpart av lønini í eina uppsparing. Hesa uppsparing ætlar landsstýrið so, at leggja ávísar treytir á, tá ið hon so einaferð í framtíðini skal útgjaldast. Vit vita longu at summi ikki hava møguleikan at spara nakað serligt saman, tí treytin er fyri tað fyrsta at ein hevur eina inntøku, síðani at hendan inntøkan er rímiliga høg fyri at tann inngoldnið prosentparturin skal gera nakran mun í framtíðini. Eisini er spurn­ ingurin, hvussu nógv t.d. sjálvstøðu vinnurekandi koma at spara saman. Tískil kemur altíð at verða tørvur á einum almennum eftirlønar útgjaldið, um fólk skulu hóra undan, tá ið tey bert hava eftirlønina at liva av. Henda tvungna upp­ sparing skal setast inn onkustaðnis, onkran eftirlønargrunn, banka ella líknandi – sjálvandi skulu hesar fyritøkur so nýta peningin at vinna fleiri pengar og onkur gerst helst ríkur av hesum. Men kundi samfelagið ikki fingið betri nýttu burtur úr einari slíkari uppsparing? Hugsast kann, at heldur enn at áleggja fólki at spara saman, so tók lands­ kassin hendan peningin inn, sum skatt ella líkn­ andi, at leggja í ein almenn­ an grunn. Verandi eftir­ lønar avtalur kundu tá veri umbroyttar til a­inntøku, soleiðis at tey, ið longu hava gjørt eftirlønar avtal­ ur, ikki verða revsa fyri longu at hava verði um­ hugsin á hesum økinum. Á henda hátt kundu tey, ið halda seg hava ráð at gjalda meir framhaldandi, gjørt privatar eftirlønar avtalur um tey ynskja sær meira enn tað almennu eftirlønina, meðan tey, ið ikki hava møguleikan at gjalda so nógv, eru í einari samhaldsfastari skipan, ið eigur at kunna vera gjaldfør, eisini í framtíðini. Samstundis kundi al­ menni grunnurin virka sum íløgu grunnur, sum fyrst og fremst hevði til endamáls at gera íløgur í Føroyum, og vinningurin kom okkum øllum til góðar. Havi, sum er, ilt við at skilja hví politiska skipan­ in er so altrá eftir at stuðla privatum eftirlønargrunn­ um, tá ið vit vita at tað allíkavæl verður neyðugt at hava eina almenna eftir­ lønar skipan. Nei, ger heldur ein almennan grunn, ella víðkað sam­ haldsfasta grunnin, soleiðis at øll kunnu vera tryggja eina líkinda eftirløn og peningurin samstundis kann virka til frama fyri føroyska samfelagið. Eftirlønar reformurin!? Nevndarlimur í Føroya pedagogfelag Jógvan PHilbrow viðmerkingar