mikudagur 2. september 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 2. september 2009
13
Um orka skal vera til lær
arastarvið, er optimisman
eitt krav. Hetta er optimis
man, sum sær møguleika í
hvørjum einstøkum. Starvið
krevur, at vit geva undir
vísing heiðurligt pláss, har
vit síggja møguleikan hjá
næminginum at vaksa og
menna viðfødd evni at læra
sum treyt og saman gera eitt
arbeiði at koma longri
Hetta ljóðar væl, men hóast
fleiri góðir og dugnaligir
lærarar dagliga eru virknir í
føroyska fólkaskúlanum, eru
tað alt fleiri, sum velja sær
annað starv ella ikki trívast í
lærarastarvinum. Gerandis
dagurin í skúlanum er ov krevj
andi, næmingar fylla ov nógv
og uttan neyðug alternativ,
gerast krøvini tó alsamt størri.
Har líkasælan er, trívist
optimisman ikki.
At venda hesi skeivu gongd,
er óivað ein av stóru avbjóð
ingunum fólk innan skúla
verkið stendur fyri at loysa.
Skúlin sjálvsagdur
Fólkaskúlin er seinastu
mongu árini blivin ein sjálv
sagdur partur av nærum
hvørjum fólkabygdum staði.
Havi tó hug at halda, at hetta
fyri mong, er vorðin ein alt
ov sjálvsagdur partur av ger
andisdegnum. Vit duga alt ov
illa at seta orð á og síggja,
hvussu stóran týdning skúlin
og lærarar í veruleikanum
hevur fyri samfelagið alt, og
eisini fyri menningina av
næmingum. Fyri summi er
skúlin eitt gott uppihalds
stað, har næmingarnir hava
tað gott og mangan verður
sagt, at bara næmingarnir
trívast, so er í lagi.
Júst hendan líkasælan dren
ar einhvønn lærara. Líkasæl
an, sum ikki dagliga hyggur í
skúlataskuna, ikki orkar at
gera ein passandi matpakka,
er ov dovin at gera skúlating,
tímir best at vera passivur og
fara seint í song, heldur at
lógir skúlans eru fjas og ikki
hevur nakran hug at gera nak
að sum helst fyri at betra hesa
hugsan. Eg skal ikki siga,
hvat orsøkin er, men eg kann
staðfesta, at ikki er løgið, at
fleiri ikki tíma at fáast við.
Onki er broytt
Onki er nýtt undir sólini, tí
vit kenna allar hesar trupul
leikar aftur frá gomlum
døgum. Fór ein dagin í eina
av stóru sitatbókunum og
fann hetta sitatið:
"Vore dages ungdom
elsker luksus. Den har dårlige
manerer, foragter autoritet,
har ingen respekt for ældre
mennesker og snakker når
den skulle arbejde. De unge
rejser sig ikke længere op,
når ældre kommer ind i et
værelse. Den modsiger sine
forældre, skryder i selskaber,
sluger desserten ved spise
bordet, lægger benene over
kors og tyranniserer lærerne."
Hetta eru orð av munni
Sokratesar fyri meira enn
2000 árum síðani.
Eg má siga, at eg smíltist, tá
ið eg las hetta og hugsaði, ja,
lítið er broytt. Tó kunnu vit
sanniliga siga, at sjálvt um
trupulleikarnir ikki eru nýggir,
er samfelagið ótrúliga nógv
broytt seinastu tíðina. Óivað
ger júst hetta allan munin.
Skil á gerandisdagin
Havi nakrar dagar hugsað
um tað, sum mangan verður
sagt undan skúlaársbyrjan, at
tað verður gott at skúlin
byrjar aftur, so dagurin aftur
verður skipaður og skil kem
ur á. Hvat liggur í hesum
setningi? Kundi hugsað mær,
at avvarandi kanska gleða
seg at hjálpa við skúlating
um, aftur fara tíðliga í song,
fara upp at smyrja góðan
matpakka, lesiløtan, áðrenn
ljósið verður sløkt, kemur
aftur á skránna og tað, sum
hoyrir gerandisdegnum til.
Ella kundi tað verið, at
fólk gleða seg meir til, at
uppihaldstaðið aftur verður
opið, so næmingarnir ikki
allan dagin eru ábyrgdin hjá
foreldrunum?
Tá ið vit hava valt, at hava
eitt alment skúlatilboð til
børn og ung, krevur hetta til
boð eitt virðiligt pláss í sam
felagnum bæði frá politik
arum og avvarandi. Hetta
skal sjálvandi vera saman
við teimum neyðugu krøv
unum, so tey, sum starvast
har, hava møguleika at gera
optimismu til part av starvi
num. Hetta er optimisman,
sum sær møguleika í hvørj
um einstøkum, og har vit
síggja møguleikan hjá næm
inginum at vaksa og menna
viðfødd evni at læra sum
treyt og saman gera eitt
arbeiði at koma longri. Hetta
krevur samarbeiði, vælvilja
og ein erligan innsast.
Líkasæla ger av við optimismuna
hjarta@kallnet.fo
Tóra við
Keldu
Nú Eiðis kommuna fer at gera
ein altjóða fótbóltsvøll, átti
eisini ein altjóða tónlistarskúli
at verið bygdur saman við
felagshúsi og skýli, sum hoyra
til tílíkar vallir.
Síðan Norðljómur varð
stovnaður, t.e. tónlistarskúlin
hjá Eiðis og Sunda komm
unu, hevur skúlin m. a. hús
ast í fólkaskúlanum á Eiði.
Men fólkaskúlin í dag krevur
so nógvar serstovur o. a., at
pláss bleiv ikki til tónleika
undirvísing.
Tá skúlin varð útbygdur,
gjørdu tey eina fína tón
leikastovu, men Norðljómur
fekk aldri loyvi at nýta stov
una, tí vanlig skúlaundir
vísing skuldi vera har.
Kommunan átti eini eldri
hús í bygdini, ið kallast á
Forunum, spurningurin var,
um húsið skuldi takast niður
ella ikki. Í øllum førum
hevur tónlistarskúlin húsast
her. Tónleikalærararnir vóru
ógviliga fegnir, endiliga eitt
hús, sum teir kunnu hava
fyri seg sjálvar. Men synd er
at siga at hetta hús er á
einum altjóða støði, og sagt
varð, at tað var ikki peningur
at gera meir við húsið.
Av tí sama er Eiðis ljóm
felag flutt av bygdini. Orkestr
ið Norðljómur somuleiðis, og
ætlanin var at gera eitt næm
ingaorkestur afturat, men eitt
er vist, á Eiði er ikki pláss at
hava tílík orkestur. Synd tí tað
eru eiðisfólk, sum manna ein
stóran part av orkestrinum.
Tí fegnist eg um, at komm
unan aftur hevur penging at
gera nýggjan vøll og so sjálv
andi nýta 1. mill eyka til tón
listarskúla. So kunnu ljóm
liðini spæla sambatónleik og
trumma til dystirnar, í hálv
leikinum verður tónleikur,
hetta fer at gera tað ótrúliga
stuttligt.
Eiðis bygd var í síni tíð stør
sta bygd í Eysturoynni, men
hevur hesi síðstu árini staðið í
stað og kanska minkað.
Hyggja vit eftir teimum
stóru bygdinum í Eystur
oynni, so eru tað Rúnavík og
Fuglafjørður. Báðar bygdir
nar ella býirnir hava mentun
arhús, sum verða nýtt til tón
list, sjónleik o. a, men hava
bara ein fótbóltsvøll í part.
Eiði hevur ein vøll og ein
annar vøllur er í Streymnesi,
also tveir vallir til uml. 2200
fólk og nú skal Eiði hava tann
tridja. Tad er heilt ótrúligt
sum hesi fólk megna nógv.
Øllum førum koppar ein
tónlistarskúli ikki Eiðis kom
uni, tvørtur ímóti eri eg vísur
í, at fólk eru ógviliga glað fyri
tað sindrið av tónleiki, sum er
í bygdini. Bygdin hevur av
gjørt brúk fyri einum nýtím
ans tónlistarskúla við konsert
høll, sum kundi verið nýtt til
aðra list eisini. Tað vildi kom
ið rættiligt lív aftur í bygdina.
Tær nýtímans barna
familjur, sum koma heim
aftur frá útlondum, hyggja
sjálvandi eftir, hvar er ein
góður skúli, mentunarlív og
ikki minst ein altóða tónlist
arskúli eru.
Eg skal ikki siga, at ment
unarlívið á Eiði er steindeytt,
men tónlistarskúlin hevur
ikki nóg góðar karmar til, at
nakað munagott skal koma
burtúr. Og er tað nakað sum
ger ein býling livandi, so er
tað tónleikur.
Eg gleði meg at síggja
fótbólt og hoyra tónleik við
so góðum umstøðum, sum
hesin vøllur skal kosta.
Altjóda tónlistarskúli á Eiði
Leiðari hjá Norðljómi
Oddur HenTze
Mær kunnugt er danskt eitt
mál ið verður tosað á einum
tanga og nøkrum hólmum
norður úr Týskalandi um
framt at verða trýst niður
yvir Inuitar í Kalaadlit
Nunaat.
Mær kunnugt er danskt
ikki nakað heimsmál. Men tó
eru nakrir føroyskir pseudo
kosmopolittar við danosen
trisku heimsmyndini sum
halda at nalvi alheimsins
liggur við Oyrarsund. Sanni
liga, sanniliga eigi eg eitt
danskt Atlas. Hetta Atlas
gevur mær donsk nøvn fyri
heimsins lond. Hvussu vága
teir sær?
At nevna España: »Span
ien« er tað reina blasfemi.
Og hvat siga frakkar til at
teirra vakra France verður
nevnt »Frankrig«? Og
Hrvatska »Kroatien«? Og
United States »Forenede
Stater«? Og hoyr nú: í sínum
Ivory Tower siga teir jú
»Elfenbenskysten« skulu
vit føroysku kosmopolittar
so ikki siga »Elfinbeins
kysturin«?
Rolf kann hóskandi spyrja
André vinmannin hvat »Rus
land« eitur á russiskum og
so skulu vit nýta tað russiska
heitið í okkara framtíðar
altjóðligu landakortabók, og
ikki nakran danskan peruvell
ing. Veit tann fjølmenna tjóð
eystanfyri hvat »Rusland« er
fyri nakað?. Nær er tað vorð
ið konsensus í international
ari geografi at brúka donsk
nøvn um heimsins lond? Hví
skulu vit so gera tað í
Føroyum?
Mær kunnugt hevur tú
Rolf í mong ár verið lektari
á Geografisk Institut í
Danmark. Sig mær brúkti
tú tá høvið og tín autoritet til
at mótmæla donskum
Atlasum sum hava frátikið
heimsins londum og ríkjum
teirra røttu nøvn?
PS Tú skrivar um føroyskt
skrivtmál og støddfrøði
(matematikk) í sama
andadrátti, og tykist meina,
at tá skúlin ikki megnar at
læra nútíðar næmingar
føroyskt mál, so er tað málið
ið er trupulleikin og tískil
eigur at broytast.
Brúktu vit somu øvugu
logikk um aðrar lærugreinir,
Rolf, so áttu vit at komið til ta
niðurstøðu, at um skúlalærarar
hava trupulleikar við at læra
onkran árgang matematikk ella
geografi, so er neyðugt at
broyta matematisku grund
reglurnar og geografiska
veruleikan staðin fyri at bøta
um útbúgvingarnar.
Rolf og atlas: »Elfinbeinskysturin«?
Um 100 dagar verður stóra
veðurlagsráðstevna í Keyp
mannahavn. Føroyar eiga at
geva sítt ískoyti til ráðstevn
una við at seta sær høg orku
og umhvørvismál, vísa
ábyrgd og samstundis brúka
møguleikan til vinna
búskaparligar fyrimunir.
Um 100 dagar verður stóra
veðurlagsráðstevna í
Keypmannahavn. Umboð
fyri landsstýrið og løgtingið
fara at luttaka á ráðstevnuni.
Við sær skulu umboðini
hava eina løgtingssamtykt,
sum fráboðar alheiminum
hvønn orku og umhvørvis
politikk og nú bíða vit spent
eftir útspælinum hjá
landsstýrinum.
Um ársskiftið kom út bók
lingurin »Skjótt syftir seiður
og tunga takið«. Bóklingurin
var eitt hugskotskatalog, sum
lýsti nakrar av teimum møgu
leikum, sum vit kundu framt
fyri at minka um útlátið av
veðurlagsgassum.
Hugskotskatalogið er sam
stundis eitt gott ískoyti í
arbeiðinum at tilevna ein
nýggjan umhvørvis og
orkupolitikk fyri Føroyar.
Ein nýggjur framskygdur
politikkur á hesum øki eigur
at hava høg mál og tryggja,
at vit minka um útlátið av
veðurlagsgassum tey næstu
árini 10 – 15 árini ájavnt við
tað, sum hini londini gera.
At seta slík krøv til okkum
sjálvi, kann bitra undir eina
spennandi, eggjandi og
mennandi hugskotstilgongd,
sum í síðsta enda kemur at
økja um okkara kappingar
føri og betra um ein sjálv
berandi føroyskan búskap.
Vit atlit til ein burðar
dyggan orku og umhvørvis
politik eiga vit:
• at menna nýggjar
alternativar orkukeldur
• at menna og granska nýtt
orkutøkni
• at berta um búskapin við
at minka um oljunýtsluna,
sum við hækkandi prísum
verður ein støðug hóttan móti
búskaparligari menning
• at brúka lágkonjukturin
til fremja orku og um
hvørvisáløk.
Annika Olsen, landsstýris
kvinnum í orku og umhvørv
ismálum kemur vónandi skjótt
vegna landsstýrið við
einum uppskoti í løgtingið,
sum m.a. gongur omanfyri
nevndu setningum á møti.
Tað er sera týðandi at vit
røkka einari breiða semju í
løgtinginum, og at framtíðar
politikkur føroyinga í um
hvørvis og orkumálum er
kjølfestur í einari tryggari
breiðari løgtingssamtykt,
sum røkkur meira enn eina
samgongu fram.
Vit eiga at síggja møgu
leikarnar í einum nýggjum
umhvørvis og orkupolitikki
heldur enn forðingarnar.
Gera vit tað verða vit partur
av búskaparmenningini, sum
kemur.
Umvegis umhvørvis- og náttúrurøkt til ein betri búskap
løgtingsmaður, Limur
í rættarnevndini
(umhvørvisnevnd
løgtingsins) vegna
Fólkaflokkin
POul
MicHelsen
Kári leivssOn
viðmerkingar