mikudagur 2. september 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 2. september 2009 – Nr. 166
Tá kappingin um klubb
meistaraheitið í Tórs
havnar Golfklubba var um
vikuskiftið, royndist Janus
Norðberg drúgvastur av
øllum og vann framman
fyri Óskar Eiríksson
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Sum so ofta, var tað í skiftandi
veðri, at kappast var um klubb
meistaraheitið í Tórshavnar Golf
klubba um vikuskiftið á breytini
Glyvursnesi. Fríggjadagin og serliga
leygardagin var gott veður, men
sunnudagin var rættiliga nógvur
vindur.
Tá avtornaði, vann Janus Norð
berg kappingina, og sostatt er hann
óalmenni føroyameistarin í golf.
Janus brúkti eitt slag minni enn
Óskar Eiríksson, ið gjørdist nummar
tvey, so teir báðir høvdu veruliga
funnið góða formin frá Oyggja
leikunum aftur, tá teir í Álandi vóru
við til at vinna Føroyum nógv besta
golfúrslit nakrantíð.
– Eg hevði lagt mær eina ætlan
fyri, hvussu eg skuldi spæla, og
hana helt eg meg so til, tí tað helt
eg vera tað besta, skuldi eg fáa
stabilt spæl burturúr, sigur Janus
Norðberg, sum hevði gott og væl
eitt hálvt sett av jørnum við sær út
á breytina.
– Tað eydnaðist eisini at fáa tað
at ganga so nøkulunda eftir vild. Vit
spæla tey níggju holini seks ferðir,
og fýra av teimum seks ferðunum
brúkti eg 41 sløg, so tað gekk
rímiliga støðugt hjá mær. Viðhvørt
eru marginalarnir við og viðhvørt
ímóti, men eg kendi meg tryggan
við tað, eg hevði sett mær fyri, og
tað rakk so allan vegin hesa ferð,
hóast tað gjørdist sera spennandi.
Spennandi spurtur
Lagt var til brots seinnapartin
fríggja dagin, og tá tey 18 holini
tann dagin vóru spæld, hevði
Andreas F. Hansen lagt seg á odda.
Hann hevði brúkt 80 sløg, sum er
trið besta avrikið á breytini á
Glyvursnesi nakrantíð. Janus var
tvey sløg aftan fyri hann, og síðani
kom Óskar trý sløg aftanfyri.
Men dagin eftir stóð fast hjá
Andreasi, ið endaði heilt uppi á 97
sløgum, ið kostaði honum nógv í
kappingini, tí bara tann dagin vóru
tað sjey, ið brúktu færri sløg. Tí
bendi nógv á, at kappingin helst fór
at standa millum Janus og Óskar, ið
báðir vóru bestir við 86 sløgum.
So skuldi eisini vísa seg at verða,
tí aftur sunnudagin var tað sera
spenn andi, og tá avtornaði, vóru
Janus og Óskar javnir, hesa ferð við
87 sløgum, so tí gjørdist tað Janus,
ið royndist drúgvari hesa ferð, tí
hann hevði staðið seg betur fyrsta
dagin.
Tann besti sunnudagin var ann
ars Per Poulsen, ið brúkti 86 sløg,
sum tryggjaðu honum eitt saman
lagt triðja pláss, beint framman fyri
Ragnar Isaksen, ið annars hevði
vunnið Tórshavn Openkappingina
eina viku frammanundan.
Tilsamans vóru 19 spælarar við í
kappingini um vikuskiftið, 17
mannfólk og tvey konufólk, og
umframt at hetta var ein sjálv
støðug kapping, var hetta sam
stundis undankapping, ið skuldi
avgera, hvørjir átta spælarar sleppa
við til holspælsfinaluna, sum verður
um hálvaaðru viku.
Spæla nógv meira
– Tað er hugaligt, at vit eru so nógv
til eina kapping sum hesa. Og eisini
er tað hugaligt at síggja, at framstig
verða gjørd alla tíðina, sigur Janus
Norðberg, ið serliga sipar til, at
umstøðurnar á Glyvursnesi eru
nógv betri, enn tær vóru á
Vatnaskørðum, har Tórshavnar
Golfklubbi hevði breyt fyrr.
– Á Vatnaskørðum var tann
vansin, at vit ikki fingu spælt ta
bestu tíðina á árinum, tí tá skuldi
seyðurin hava sítt, sum rímiligt er.
Men á Glyvursnesi hevur bóndin
givið okkum loyvi til at spæla alt
árið, og bara tað hevur víst seg at
gera sera stóran mun.
Millum annað vísir Janus á, at
meðan teir frægastu spælararnir
fyrr lógu niður ímóti 20 í
handikappi, liggja teir nú niður
ímóti 10. Og tað er rættiliga stórur
munur eftir so fáum árum.
– Hóast tað kann tykjast eitt
sindur tilvildarligt, tá bólturin kann
raka túgvur, grót ella enntá okkurt
seyðasparl, so hann skiftir kós, er
hugurin góður, og síðani vit komu
út á Glyvursnes, hevur verið spælt
nógv, sigur nýklakti meistarin.
Janus Norðberg sendir kúluna
avstað, meðan Óskar Eiríksson
bíð ar. Teir báðir vórðu um
vikuskiftið ávikavist nummar
eitt og tvey í kapp ingini
um klubbmeistaraheitið hjá
Tórshavnar Golfklubba
Mynd: Álvur Haraldsen
Janus er klubbmeistari
Sløvur seinasti dagur
í flytiglugganum
Vanliga koma nógvar avtalur í lag seinasta dagin í flytiglugganum um summarið fyri
Premier League. Men soleiðis var ikki í ár. Viðmerkjarar sótu annars leingi og bíðaðu
eftir einari stórari flyting í Norðuronglandi, men hendan flytingin kom ongantíð. Eisini
vóru leikarar sæddir í fleiri ymiskum støðum í Onglandi innan tveir tímar, men hetta
hava helst ikki verið álítandi søgur. Størstu flytingarnar vóru helst James Collins, sum
fór til Aston Villa frá West Ham, Niko Kranjcar, sum fór út Portsmouth til Tottenham og
Tal Ben Haim, sum fór til Portsmouth úr Manchester City. Hinvegin hendu fleiri stórir
handlar gjøgnum summarið, har serliga liðini úr Manchester vóru uppíblandað.
Ronaldo óttast ikki Danmark
Leygarkvøldið gongur Christiano Ronaldo saman við 10 landsmonnum inn í
Parkina, har teir skulu royna at basa Danmark í HMundankappingardysti.
Áðrenn uppgerðina er Real Madridleikarin ikki fjálturstungin um dystin,
tvørturímóti. – Tað er ikki eitt landslið, sum eg óttist. Sjálvandi hava vit ta
virðing, teir hava uppiborðið, tí teir vunnu jú móti okkum seinast. Men tá eg
fyrr hugsi um Danmark, so hugsi eg um Michael Laudrup og Peter
Schemichel, sigur Ronaldo við B.T. – Teir vóru framúrskarandi altjóða profilar,
sum øll sóu upp til og virdu høgt. Í dag meti eg ikki at Danmark hevur ta
slagið av altjóða klassaleikarum. Teir hava ein sterkan felagsskap og ein
dugnaligan venjara, og tað merkir heldur ikki so lítið.