Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 166 - 2. september 2009 19 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kistan við Jóan Petur Petersen, Norðskála, fer av Røktarheiminum í Runavík mikudagin kl. 17.30. Jarðarferðin verður úr Norðskála kirkju hósdagin kl. 14. Linda Nolsøe, ættað av Skipanesi, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Eldrasambýlinum inni á Firði í Kollafirði, sunnu­ dagin 94 ár gomul. Jarð­ arferðin verður úr Vest­ urkirkjuni hósdagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Lindu, kunnu lata Eldra­ sambýlinum inni á Firði í Kollafirði eina gávu, konta í peningastovnun­ um. Andlát og jarðarferðir Brúdleyp Leygardagin 5. sept. kl. 12.00 giftast í Skopunar kirkju Jacoba Winther og Jón Tór Baldvins­ son, Skopun. Veitsl­ an verður kl. 18.00 í Samljóð í Skopun. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp, kunnu siga frá á tlf. 259320 ella 213777 innan hóskvøldið 3. sept. Væl kendi toftamaðurin, Frits Johannesen, rundaði tey sekstifimm týsdagin 1. september. Frits er ættaður úr Tøðuni á Toftum, sonur Michael og Onnu Kristinu Johannesen. Frits er sera vinsælur og ættkærur. Ikki skerst burtur, at hann í barnaheiminum hevur fingið gott í beinið. Hann heldur sera nógv av sínum børnum og systkjum eins væl og av sínum nógvu vinum og kenningum kring landið – altíð við tí góða orðinum – bæði í álvara og gaman. Sum flestu føroyskir ung­ dómar tá á døgum, fór Frits at royna sjógvin. Hann róði út í Grønlandi í mong ár. Soleiðis var Frits við Vað­ num hjá Justinus Hansen á Toftum í 1960, 1961 og 1962. Í 1964 og 1965 róði hann út í Grønlandi við Fiskinum hjá Hanna Høj­ gaard, í Króki, á Toftum. Ì 1963 og 1966 var hann við Jógvan Norði, har Jógvan I. Olsen var skipari. Tað verð­ ur sagt um Frits, at hann var av raskastu sjómonnum, og hann hevur ført manga stóra veiðina til lands saman við sínum báts­ ella skipsfeløg­ um. Tó at Frits eisini seinni á lívsleiðini hevur gjørt nakr­ ar skipstúrar, so hevur høv­ uðsarbeiði hansara síðan 1967 verið á landi sum last­ bilførari og grótlaðari. Tey yngru kenna Frits best sum mannin í Scania lastbilinum. Øll árini síðan 1967 hevur Frits nýtt Scania lastbilar, sum hann heldur so ómetaliga nógv av. Frits er sera røkin maður, og tí hava bilarnir verið sera væl røktir og viðfarnir í øll árini. Núverandi bilur, sum er tann fjórði í Scania­røð­ ini, er frá 1986 – framvegis snøggur og snotuligur. Kring landið er Frits væl kendur sum grótlaðari. Í mong Harrans ár hevur Frits lagt seg eftir at arbeiða sum grótlaðari. Allastaðni, har hann hevur verið og arbeitt, standa garðar og grótarbeiði hansara sum list­ arlig prýði og vitna um ein mann, sum hevur avbera gott eyga fyri grótlaðing. Í Eysturoynni síggja vit t. d. hansara listarligu evni: við Vesturskin á Toftum, við skúlarnar á Toftum og í Runavík, við Føroya Banka á Tofum og í Runavík, við kirkjurnar í Fuglafirði, Leirvík og á Glyvrum ­ og við minnisvarðarnar á Toft­ um og í Æðuvík. Góði Frits! Vit vilja ynskja tær hjartaliga tillukku við teimum sekstifimm. Hjartaliga takk fyri gott samstarv og gott vinalag í mong ár. Vit ynskja tær framvegis blíðan byr á lívs­ leiðini og Guðs signing. Vinir Frits Johannesen 65 ár Dagurin 2. september. Elisa, profeturin sum kongabøkurnar í Gamla testamenti vita at greiða frá. Í gomlum álmanakkum var navnið skrivað Eliseus, sum kemur av latínska bíbliutýðingini Vulgata. Elisius hevur verið brúkt sum mansnavn í Føroyum. Navnið merkir Gud hevur hjálpt ella Jahve er Gud mín. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Í dag fyllir Rasmus Jacobsen 60 ár. Hann er føddur í Leirvík 2. septembur í1949, sonur Kristinu og Jógvan Evald, sjómann og bónda í Uppistovu í Leirvík. Hann eigur eina systur, Marjun, gift við Bergi Nón úr Fuglafirði. Rasmus fann sær konu úr heim­ bygdini, Sofíu, sum er dóttir Honnu og Klæmint Eliasen. Tey giftust 20. februar í 1971. Sofía starvast sum lærari í Leirvíkar skúla. Tey eiga børnini Jógvan, Hanus og Kristinu, og hava tey eisini havt systurdóttur Sofíu, Honnu til fosturs. Rasmus fór í læru í 1964 hjá Brøður Petersen (Meka) í Fugla­ firði. Hjúnini fluttu, stutt aftaná tey vóru gift, til Havnar, har Sofía fór á Læraraskúlan og Rasmus arbeiddi á Tórshavnar Skipa­ smiðju. Síðani fluttu tey aftur til Leirvíkar ­ Sofía gjørdist lærar­ inna við Leirvíkar skúla, og Ras­ mus fór at arbeiða hjá Sigfríði Vørðhamar til í 1980, tá fór hann aftur í arbeiði hjá Brøður Petersen í Fuglafirði. Tey búðu fyrst í hús­ unum hjá Jákupi Oluf Langgaard í tvey ár, inntil tey bygdu sær egin hús í 1976. Rasmus gjørdist verk­ førari á lastbilaverkstaðnum hjá Brøður Petersen og helt fram í hesum arbeiði líka inntil 1995. Síðani 1995 hevur Rasmus arbeitt sum sýnsmaður hjá Akstovuni, og hevur hann her, eins og allastaðni har hann hevur verið, roynst álitis­ maður. Rasmus hevur havt Uppi­ stovufestið í mong ár, men hevur tey seinastu árini havt uppisitara. Um vikuskiftið bjóðaði Rasmus okkum norður á Gjáargarð, og hugnaðu vit okkum óført. Rasmus er burturstaddur á føðingardegn­ um. Tillukku við teimum seksti! Jógvan, Hanus, Kristina og Hanna við makum og børnum Rasmus Jacobsen 60 ár