mikudagur 2. september 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 • 02. september 2009
MIÐvIkaN
23
Símun gavst tó ikki. Einaferð
miðskeiðis í 30-unum skipaði
hann fyri almennum fundi.
Kommunustýrið og løgtingsverk-
frøðingurin vóru eisini á fundin-
um. Símun mælti til at byrja eina
komandi havnarbygging soleiðis,
at ein verjugarður varð gjørdur
móti høgættini nakað norðanfyri
Høgaból. Atløgubryggjur kundu so
vera bygdar fram við tí stóra og
slætta lendinum. Men hetta varð
avvíst av teimum, sum tá ráddu
fyri borgum í kommununi.
Símun skipaði eisini fyri, at
adressur vóru bornar út í húsini
at fáa fólk at skriva undir einum
kravi um at fáa eina havnarætlan
gjørda fyri Saltangará.
Hóast sóknarstýrið var ímóti,
so høvdu landsmyndugleikarnir
áhuga fyri hesum, og fyri kríggið
samtyktu bæði landsnevnd og
løgting eina havnarætlan fyri
Saltangará. Løgtingið samtykti
eisini at lata 75% av kostnaðin-
um í stuðul til byggingina, men
treytin var, at kommunustýrið tók
undir við hesum, og at arbeiðið
skuldi vera byrjað innan árslok
1943.
Fyri at skunda undir málinum
varð aftur skipað fyri eini nýggj-
ari adressu. Seinast í 1943
varð loksins farið í holt við at
byggja havn í Saltangará. Men
verjugarðurin, sum løgtingsverk-
frøðingurin mælti til at gera
norðan fyri Høgaból, varð gjørdur
einar 300 metrar sunnanfyri.
Úrslitið av hesum trongskygni
var, at har kom ein havnahylur,
har bert smábátar kundu liggja.
Har var ikki pláss fyri meira enn tí
eina virkinum. Nógva bakbrotið,
sum kom frá verjugarðinum,
gjørdi, at ikki bar til at liggja við
brúnna á Høgabóli, tá illveður var
høgt. Soleiðis gjørdist virkið á
Høgabólið verri fyri enn framman-
undan, eftir at havnin var komin.
Hetta var mitt undir krígnum,
so tað var ringt at fáa tilfar.
Fyri at fáa byrjað, breyt Símun
gólvið upp í Ovarahúsi, sum
hann lat sóknarstýrinum at
smíða formar burtur úr. Tískil var
fyrsta almenna havnabyggingin
á landsynningsarmi á Skálafjørð-
inum gjørd við formum hjá
Símuni, hóast hon ikki varð
sett har Símun helt, hon átti at
standa, og hóast hann eisini
dugdi at síggja, at hesin fyrsti
parturin av havnabyggingini kom
at vera hansara virki meira til
ógagns enn gagns!
Siglingin undir
krígnum
Tá ið kríggið kom, fóru øll tey trý
skipini á Høgabóli at sigla við
ísfiski til Bretlands. Tey sigldu
bæði vetur og summar. Í 1941
fóru Lizzie og Galathea á land Úti
á Skerum í eini ræðuligari ódn,
sum var hendan veturin. William
Martin, sum reiðarafelagið á
Høgabóli reiddi út í mong ár,
fór á land úti á Rókini og sakk.
Galathea, ið fekk størsta skaðan
var til umvælingar í næstan eitt
ár. Øll stýriborðssíðan var brotin.
Tryggingin gav hana upp sum vrak.
Men av tí, at ov fá skip vóru,
lat Símun hana gera aftur á
Tórshavnar Skipasmiðju. Tá ið
hon var umvæld og skuldi verða
flotað, vildi so illa til, at vognurin,
sum hon stóð á, brotnaði, og hon
datt niður á bakborðssíðu. Hon
brotnaði so illa, at eisini henda
síðan mátti verða endurnýggjað
øll sum hon var.
Skipini á Høgabóli gjørdu 55
túrar til Bretlands í alt undir
krígnum. Tey seldu fyri 140.709
pund til samans. Tað vóru 3,1
milliónur tá. Í nútíðar krónum ein
risaupphædd.
Sorgarleikurin við
Verdandi
Tá ið kríggið leið at enda, fóru
føroyingarnir sjálvir at fiska við
sluppunum, og tað var eisini
gjørt við skipunum á Høgabóli.
Hetta gjørdi eisini, at manningin
gjørdist størri. Við Verdandi vóru
13 mans, meðan manningin var
sjey, tá ið fiskur varð keyptur.
Í oktober 1944 lógu nógv
føroysk skip inni á Siglufjørðinum
og krokaðu, tí veðrið var so ringt.
Galathea og Verdandi, sum
báðar vóru farnar at royna við
línu, lógu eisini inni. Túrurin
hjá Galatheu var um at vera av.
Men Verdandi var júst byrjað
túr, og hon hevði bert havt einar
tvær ella tríggjar setur. Av tí,
at illveðrið vardi so leingi, og
fiskurin var farin at eldast, varð
gjørt av, at fiskurin umborð á
Verdandi skuldi verða skipaður
umborð á Galatheu, sum so
skuldi fara til Bretlands við
honum. Verdandi skuldi so fara til
Akranes, norðanfyri Reykjavík, at
keypa fisk uppí lastina.
So ein seinnapart var ein skái.
Galathea slapp út og kom til
Bretlands í øllum góðum. Dagin
eftir var veðrið batnað nakað,
men illveður var enn. Tá fór
Verdandi av Siglufirði, men hon
kom ongantíð vegin fram. Fimtan
menn fórust, tveir av teimum vóru
ferðamenn.
Var á møti saman við
mannningi
Tórhallur Andreassen av
Oyrabakka var staddur á Siglufirði
tá. Hann mundi vera millum teir
seinastu, sum hitti manningina.
Hann hevur greitt soleiðis frá í
Miðvikuni: ”Eg hevði verið á møti
kvøldið fyri, sum teir á Verdandi
fóru av Siglufjørðinum. Teir sum
høvdu møtið vóru Óli, skiparin á
Verdandi og Tummas farbróður,
sum arbeiddi á bedingini í býnum.
Tað var hildið í einum lítlum sali
á Siglufjørðinum. Øll manningin á
Verdandi var har. Tað vóru eisini
fleiri teirra sum vitnaðu.
Tað vóru ongar rutur til Føroya
tá. Tí vóru eisini tveir ferðamenn
umborð, sum høvdu biðið um at
sleppa heima við.
Eg plagdi ofta at vera umborð
hjá teimum. Nú fáa teir møgu-
leika at fara á Akranes at fáa fisk.
Har kundu teir fáa 40 tons. Tað er
langt av Siglufjørðin á Akranes
og farast skuldi vestureftir
tvørtur við Vestfjarðirnar, sum
er tiltikið pláss fyri veður. Eg
fylgdi teimum út á oljukajuna,
tá ið teir fóru avstað. Teir fóru
so, og barometrið var í botni. Kl.
10 um kvøldið brendi hann á við
kavaroki. Tað vardi átta samfullar
dagar. Einki hoyrdist aftur frá
Verdandi. Teir vóru 15 mans við.
Tað var grúiligt. Óli í Búrstovu var
hiðani (av Oyrabakka.) Tað sama
vóru Petur og Olaf. Eg kendi teir
flestu av monnunum.
Agenturin í Akranesi visti,
at teir vóru á veg. Tá ið skipið
ikki kom fram tann dagin, teir
væntaðu tað, og tað heldur ikki
frættist frá teimum
teir fylgjandi dagarnar,
gjørdist órógvin størri
Símun á eldri árum
Símun og Johanna saman við børnunum um 1920. Aftast frá vinstru: Jenny, Esbern, Jógvan og Emma. Fremst: Símun, Ebbadina, Jóhanna og Malla
Jóhanna á 95 ára degnum
➘